Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 25 - 6. februar 2002 Nr. 25 - 6. februar 2002 3 FOTOFRAMSÝNING Tíðndaskriv Frá leygardegnum 9. febru- ar til mikudagin 20. februar verður fotomyndaframsýn- ing á Gallarí Riberhúsi í Fuglafirði. Tað er Jastrid á Dalbø ið sýnir fram. Jastrid er fólkaskúlalær- ari og starvast við Fugla- fjarðar skúla. Hon hevur altíð havt stóran áhuga fyri myndlist og hevði evning sum linjulærugrein á Før- oya Læraraskúla. Jastrid hevur fyrr luttikið á Varmakelduframsýning- um við málningum og foto- myndum. Hetta er fyrsta ferðin hon hevur egna framsýning, og eru tað fotomyndir, ið her verða vístar fram. Myndaevnini eru fjølbroytt. M. a. verða gerandislív, trúgv og deyði lýst. Nógvar av myndun- um, ið bæði eru í litum og svart/hvítar, eru úr nærum- hvørvinum. Framsýningin letur upp leygardagin 9. februar kl. 14.00. Við setanina fara starvs- felagar hjá Jastrid at seta dám á løtuna. Alexandur Kristiansen lesur egnar yrkingar og Eyðun & Marta á Lakjuni fara at leika á klaver og cello. Gallarí Ribarhús hevur opið mánadag til fríggja- dag frá kl. 15.00 til 17.30 leygardag frá kl. 16.00 til 18.00 og sunnudag frá kl. 15.00 til 18.00. GÁVUGÓÐS Tíðndaskriv Fríggjadagin 8. februar klokkan 14. verður aðru ferð gávugóðs latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Gávugóðsið verður latið á føðingardegi Thorvalds Endamálið hjá grunnin- um er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Thorvald Poulsen av Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list, og hann stovnaði grunnin, sum ber navn hansara. Nevndin í grunninum er mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, sum formanni, formanninum í LISA og formanninum í lærarafelagnum. Tey eru í løtuni, Malan Marnersdótt- ir, Oddfríður Marni Rasm- ussen og Elsa Birgitta P. Petersen. Í fjør fekk Rannvá Kunoy 60.000 krónur úr grunnin- um. Rannvá Kunoy er lista- kvinna í London. Gávugóðs Thorvalds verður latið fríggjadagin Rannvá Kunoy fekk í fjør 60.000 krónur úr Grunni Thorvalds Poulsen Jastrid í Gallarí Riberhús í Fuglafirði Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur gjørt av at stovna eina skipan, sum skal fremja møguleikarnar hjá kvinnum at stovna egið virki – Mangt bendir á, at kvinnur við góðum vinnu- ligum hugskotum mangan halda seg aftur at fremja ætlanirnar í verki. Tí verð- ur stig tikið til hetta ser- staka átak at fjølbroyta føroyska vinnulívið, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum. Endamálið við verkætl- anini er at skipa fyri skeið- um, har dentur verður lagd- ur á: · at kvinnur verða kunnaðar um, hvussu ein fyritøka verður stovnað og rikin, · at gera kvinnur førar fyri at arbeiða við og fremja egin hugskot, · at leiðbeina um, hvar vitan fæst um vinnu, · at gera eitt samstarvsnet millum kvinnur í somu ella líknandi støðu og millum vinnuhugaðar kvinnur og vinnulívið. Miðað verður eftir, at luttakararnir fáa holla vitan um endamálið við atliti at: 1) marknaði, 2) fígging, 3) innkeypi, 4) vørustýring, 5) hvussu semjur verða gjørdar o.a. Tá ið skeiðið er liðugt, hava luttakararnir gjørt eina virkisætlan, sum tekur støði í rakstri av egnari fyritøku. – Ætlanin við átakinum »Kvinnur sum íbirtarar« er at eggja kvinnum at luttaka í handils- og vinnulívinum og soleiðis eisini stuðla upp undir, at javnvág verð- ur millum kvinnur og menn í býtinum at eiga og reka fyritøkur, sigur landsstýris- maðurin. Kvinnur sum íbirtarar verður skipað sum skeið við ásettum tímatali um vikuna í ávíst vikutal. Kvinnur, sum eru sjálv- vinnurekandi, kunnu eisini luttaka og fáa leiðbeining um vinnuligar framtíðar- møguleikar. Fyrilesarar/leiðbeinarar vera fólk úr vinnulívinum og vinnuskúlunum við royndum í ráðgeving. Byrjað verður primo 2002. Skeiðið verður lutað sundur í fyrilestrar og upp- gávutímar. Í uppgávutím- unum verður dentur lagdur á, at luttakararnir gera virkisætlanir, sum kunnu taka støði í egnum verkætl- anum. Ymiskar vinnufyritøkur, herundir fíggjar- og tæn- astufyritøkur, vitja á skeið- num. Kvinnur, sum hava stovnað og rikið vinnufyri- tøkur, vitja og greiða lut- takarunum frá sínum vinnuroyndum. Skipanin verður fíggjað partvís við luttakaragjaldi og partvís við stuðli úr Vinnuframagrunninum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður. Læra kvinnur at stovna egið virki C M Y K 3 2