Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 25 - 6. februar 2002 Nr. 25 - 6. februar 2002 5 – Vinnumálastýrið hevur fingið ein á fingrarnar, men tað kann valla fáa aðrar avleiðingar, enn tað longu hevur fingið, heldur Bjørn á Heyg- um, sakførari, ið var ein av teimum, ið smíðaði nýggju stýrisskipanarlógina ALMENN UMSITING Áki Bertholdsen Fyrst var tað Útvarp Før- oya. So Tórshavnar Býráð. Og nú til seinast, Fíggjar- málastýrið og Vinnumála- stýrið. Løgtingsins Umboðs- maður hevur ikki virkað so leingi, men hann hevur longu sett síni týðiligu fingramerki á føroyska um- siting. Hesa stuttu tíð, hann hev- ur virkað, hevur hann longu viðgjørt fleiri mál, har hann hevur átalað almennar stovnar fyri ymisk viður- skifti, eitt nú hava bæði Út- varpið, Tórshavnar Býráð, Fíggjarmálastýrið og Vinnumálastýrið fingið ábreiðslur frá umboðs- manninum. – Tað er heilt avgjørt ein fyrimunur fyri fólkaræðið, at almenna umsitingin veit, at tað situr ein Løgtingsins Umboðsmaður niðri í Niels Finsensgøtu í Havn, sum alla tíðina andar í nakkan á teimum, heldur Bjørn á Heygum, sakførari og ein av teimum, sum smíðaðu nýggju stýrisskipanarlóg- ina Hann sigur, at tað er onki at ivast í, at tað fer at føra við sær, at almenna umsit- ingin er farin at vanda sær meiri um tær avgerðir, sum tiknar verða, tí hon veit, at umboðsmaðurin hevur eit vakið eyga við tí, sum fyri- ferst. Tí heldur Bjørn á Heyg- um, at tað avgjørt var eitt heppið tiltak at seta Løg- tingsins Umboðsmann á stovn, tí ein átala frá honum vigar rættiliga nógv. Hava gjørt tað, teir skulu Í farnu viku var tað so Vinnumálastýrið, sum fekk eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni fyri mannagongdina, tá ið nýggjur landsverkfrøðingur varð settur í mei í 2000 fyri Henning Jacobsen, sum varð koyrdur frá eitt hálvt ár frammanundan, tí starvið skuldi leggjast niður. Løgtingsins Umboðs- maður finst ikki at avgerð- ini um at seta Oyvind Brimnes í starvið, men hann heldur at tað er sera átaluvert, at teir umsøkjar- arnir, sum ikki fingu starv- ið, ikki fingu eina frágreið- ing um, hví teir ikki fingu tað, tí skulu teir hava eftir fyrisitingarlógini. Ikki minst heldur Um- boðsmaðurin, at Henning Jacobsen átti at fáa eina serliga gjølliga frágreiðing uppá, hví hann ikki varð settur aftur í tað starv, hann hevði røkt í 10 ár og sum hann var koyrdur úr stutt frammanundan, tí at tað skuldi leggjast niður. Fyri hesa mannagongd fekk Vinnumálastýrið eina álvarsliga átalu frá Løg- tingsins Umboðsmanni. – Tað er onki at taka seg aftur í, at Vinnumálastýrið hevur fingið ein á fingrar- nar, sigur Bjørn á Heygum. Men hann vísir eisini á, at sambært teimum báðum loftbornu fjølmiðlunum, hevur Vinnumálastýrið tik- ið ábreiðsluna til eftirtektar og hevur tikið stig til at broyta mannagongdina í samsvari við atfinngingar- nar frá Umboðsmanninum. – Meiri enn at taka stig til til at slíkt ikki endurtekur seg, kann Vinnumálastýrið neyvan gera í hesum føri, heldur Bjørn á Heygum. Heilt ósamdur Tann, sum legði málið um Landsverkfrøðingin fyri Løgtingsins Umboðsmann er ein, sum hevur arbeitt hjá Landsverkfrøðinginum í mong ár. Í klaguni sigur hann eitt nú, at fyri honum sær tað út sum um nýggja stýrisskip- anin ávirkar skeiva vegin, soleiðis at nýggja ábyrgdin hjá hinum einstaka lands- stýrismanninum gevur hon- um tað fatan, at alt ber til. Hóast hon ivaleyst hevði síni brek, hevði tílíkt ney- van komið fyri undir gomlu skipanini, tá neyðugt var at tosa saman – hinvegin haldi, eg tað mátti borið til at ráðført seg hvør við annan, uttan at tað var ásett við lóg, heldur hann. Hesum er Bjørn á Heyg- um als ikki samdur í. – Undir gomlu skipanini hevði Landsstýrið felags ábyrgd av tí, sum fór fram. Tað vil siga, at at í veru- leikanum hevði ongin ábyrgdina av nøkrum og tað var ongin, sum stóð til svars fyri tí, sum gjørt varð. – Undir hesi nýggju skip- anini ber altíð til at vísa á ein einstakan landsstýris- mann, sum tann evsta ábyrgdarhavandi fyri einum máli. Og verða skeivleikar ávístir í umsitingini, ber altíð til at leggja ábyrgdina á ein ávísan landsstýris- mann, sum so einsamallur má taka ábyrgdina. Eg ivist ikki í, at tá ið ein lands- stýrismaður veit, at tað er hann einsamallur, sum stendur við endan, verður ábyrgdarkenslan ein onnur, enn hon var undir gomlu skipanini, tá ið landsstýris- menn altíð kundi skjóta seg innundir, at alt Landsstýrið hevði ábyrgdina . – Spurningurin um at ráðføra seg við onnur, er rætt og slætt ein spurningur um at brúka vit og skil og onki annað og tað verður gjørt í nógvum førum, uttan at tað beinleiðis er ásett við lóg. Gott at hava onkran sum andar í nakkan á teimum – Vinnumálastýrið hevur tik- ið ábreiðsluna frá Løgtingsins Umboðsmanni til eftirtektar og fer at broyta manna- gongdina og meiri er ikki at gera, heldur Bjørn á Heyg- um, sum var ein av teimum, sum smíðaðu nýggju Stýris- skipanarlógina Borgarstjórin í Runa- vík fer ikki at taka av eini áheitan um at stilla upp til Løgting- ið UPPSTILLING Áki Bertholdsen – Nú teir ymsu flokkarnir av álvara eru farnir at gera listar til Løgtingsvalið, eru nógvar gitingar um, hvør fer at stilla upp- ella ikki. Ein, sum fólk flest ikki ivast í, fer at stilla upp, er Rodmund Nielsen, Borgar- stjóri í Runavík, tí hann kom sum eitt skot upp í politikk á býráðsvalinum í November, tá ið hann hevði eitt sera gott val. Men hesum vísir hann aftur. – Tað er púra greitt, at eg fari ikki at stilla upp, sigur Rodmund Nielsen. Hann váttar, at fólk hava heitt á hann um at stilla upp fyri fólkaflokkin í Eystur- oynni, men hann fer ikki at taka av. – Tann avgerðin er langt síðani tikin. sigur hann. Hann sigur, at hann hevur nógv mikið at gera í Býráð- num í Runavík. Rodmund Nielsen sigur, at hann fer at leggja alla sína orku í tey kommunalu viðurskiftini og tí fer hann ikki at brúka orku upp á landspolitikk eisini. – Farið eg uppí landspoli- tikk, skal tað verða heil- hjartað, ella slett ikki og tað verður slett ikki. – Eg veit heldur ikki enn, um eg yvirhøvur eri politik- ari av natúr, tí enn havi eg bara sitið í eitt ár. Hann sigur, at hetta árið, sum er farið síðani kom- munuvalið, er nógv sett á skinnarar í hansara kom- munu, ikki minst saman- leggingin við Skála. – Tað hevur ómetaliga týdning at samanleggingin verður fyrireikað so væl sum gjørligt, so at tað nýggja samstarvið fær eina so hepnað byrjan sum gjør- ligt og tað ætli eg at brúk alla mína orku uppá, at samanleggingin skal vera so væl úr hondum greidd sum gjørligt fyri at allir partar skulu føla, at hon er ein fyrimunur, sigur Rod- mund Nielsen. Hann sigur at tað eru ómetaliga nógv viðurskifti at fáa í rættlag, men skulu vit hugsa um víðari saman- legging, er tað ómetaliga týdningarmikið, at byrjanin verður fyrireikað so væl sum gjørligt, – Miseydnast byrjanin, kann tað beina fyri fleiri samanleggingum, heldur hann. Onki gerðabýti við Torbjørn Orsøkin til, at tú ikki stillar upp til Løgtingsvalið, er ikki hon, at tú og Torbjørn Jacobsen hava gjørt gerða- býtið, har hann hjálpti tær til ein sess í býráðnum og har tú afturfyri, skal hjálpa honum til ein sess í Løg- tinginum á valinum í vár? – Hasum eri eg heilt ofta skotin við. Eg eri eisini skotin við, at hann skal hava rikið fyri meg til býráðsvalið. – Tað er kanska lætt at páhalda tað, men hatta kenni eg onki til. Tó veit eg heldur onki um, at hann mótarbeiddi mær uppundir býráðsvalið. – Torbjørn og eg eru grannar og búgva í góðum grannalagi, men politiskt samstarv ímillum okkum, kenni eg onki til - og vit eru eisini í hvør sínum flokki, sigur Rodmund Nielsen Bjørn á Heygum fer ikki at stilla upp til Løgtingsvalið. UPPSTILLING Áki Bertholdsen Tað er ein avgerð, sum hann hevur gjørt sær greitt. Hann sigur, at hann hevur fingið áheitan um at stilla upp, men at hann hevur gjørt bæði sær sjálvum og sambands- flokkinum greitt, at hann stillar ikki uppaftur. Hann sigur, at hann hevur so nógv at gera í privata virki sínum sum sakførari, at hann hevur ikki umstøður til at fáast við politikk. – Eg havi heldur ikki hug til politikk, sigur hann. Bjørn á Heygum var tingmaður í Suður- streymoy fyri sambands- flokkin frá 1994 til 1998. Men tað skerst heldur ikki burtur, at hann ógvu- liga umstríddur ting- maður. Hann var javnan og savnan í andstøðu til formansskapin í sam- bandsflokkinum og í 1998, stillaði hann ikki uppaftur. Hevur mist hugin til politikk Velur Býráðið framum Løgtingið Borgarstjórin í Runavík, Rodmund Nielsen fer ikki at stilla upp til Løgtingsvalið fyri fólkaflokkin í Eystur- oynni, men hann fer heldur ikki at reka fyri Torbjørn Jacobsen “Livets geniale relief” eftir Jógvan Isaksen er bók um skaldsøg- una Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen MENTAN Turið Kjølbro Fiskers Forlag hevur givið út bókina “Livets geniale relief” eftir Jógvan Isak- sen. Hetta er donsk týðing og tillaging av bókini “Á verðin, verðin!” um skald- søguna Barbaru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, sum kom út í 1998. “Livets geniale relief” er roynd at gera eina hampu- liga nágreiniliga gjøgnum- gongd av skaldsøguni Barbaru. Lagt verður fyri við at siga, hvussu skald- søgan kom í, hvussu mót- tøkan var og hvørjar søgu- ligar hendingar, ið búgva aftanfyri. Síðani verður skaldsøgan viðgjørd í mun til persónlýsingar, temu, filosofisk rák við meira. Ímóti endanum verða eisini aðrar skaldsøgur drignar uppí, skaldsøgur, sum Jørgen-Frantz fyri ein part segði seg skula vara seg ímóti. Í minningarrøðu í Keyp- mannahavn, áðrenn kistan við Jørgen-Frantz Jacobsen varð send heim, segði Christian Matras, at Jørg- en-Frantz eina tíð kendi “lívstarvs sítt at vera í politikki, í tí at greiða ta fløkju, sum søgan og heim- føðisligir politikarar høvdu vavt viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum inní”. Um evnini hjá Jørgen-Frantz Jacobsen á hesum øki sigur Christian Matras: “Við einum sætta sansi, sum eg veit ongan annan føroying hava átt, dugdi hann at seta fram føroyskar spurningar, so danir hertaðu eftir.” “Livets geniale relief” er givin úr á Fiskers Forlag og er 95 blaðsíður til støddar. Zacharias Heinesen gjørdi permumyndina. Norðurlandahúsið er leygardagin karmur um upp- lestur við rithøv- undum, sum eru í uppskoti at fáa Norðurlendsku bókmentavirðisløn ina 2002 MENTAN Til tess at gera vart við, at Norðurlandaráðið í ár verður 50 ár og at samstundis eru 40 ár liðin síðani bókmenta- virðislønin fyrstu ferð varð latin, skipar Norð- urlendska Bókmenta- og B ó k a s av n s n ev n d i n Nordbok, Norrøna Fe- lagið og Norðurlanda- húsið fyri rundferð við teimum rithøvundum, sum eru í uppskoti at fáa ársins bókmentavirðis- løn. Norðurlandaráðið og Norðurlendski Ment- unargrunnurin stuðla tiltakinum fíggjarliga. Bókmentunarliga rundferðin byrjaði í Helsingfors hin 28. januar. Síðani verður hildið fram um Åbo, Mariehamn, Stockholm, Århus, Keypmanna- havn, Göteborg, Oslo, Bergen, Reykjavík og Havnina til Nuuk, har ferðin endar hin 11. februar. Í Havnini verður høvi at hitta rithøvundarnar í Norðurlandahúsinum leygardagin hin 9. febr- uar kl. 16:00. Umframt føroyska rithøvundan Tórodd Poulsen, sum er í uppskoti at fáa virðis- lønina fyri yrkingasavn- ið ”Blóðroyndir”, verður høvi at hitta og hoyra hesar rithøvundar lesa úr egnum verkum: Ib Michael úr Danmark, Kari Aronpuro úr Finn- landi, Ole Korneliussen úr Grønlandi, Mikael Torfason úr Íslandi, Lars Saabye Christensen úr Noregi og Eva Runefelt úr Svøríki. Hvør í sínum lagi fara hesir rithøvundar at greiða frá um egnan skaldskap og lesa brot úr aktuellu bókini, sum er í uppskoti at fáa bók- m e n t u n a r v i r ð i s l ø n Norðurlandaráðsins í ár. Frásøgumaður verður Birgir Kruse, sum í 1999 fekk journalist- virðisløn Nordboks. Leila Lukander, sum samskipar ferðina við rithøvundunum, fer at greiða frá um virðisløn- ina og tað norðurlendska samstarvið, sum er á bókasavnsøkinum. Til- takið verður sent bein- leiðis í Útvarpi Føroya. B ó k m e n t u n a r l i g i fundurin í Norðurlanda- húsinum verður helst hin mest spennandi. Ikki bert tí, at so kendir rit- høvundar sum Ib Michael og Lars Saabye Christensen eru við, men einamest tí, at dag- in eftir verður á dóms- nevndarfundi í Reykja- vík gjørt av, hvør fær bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2002. Úrslitið verður al- mannakunngjørt hin 11. februar. Norðurlendska bók- mentavirðislønin verður handað hepna rithøv undanum í Helsingfors hin 29. oktober. Upp- hæddin, sum fylgir við heiðrinum og økta lesaraskaranum, eru 350.000 krónur. Á ð u r hevur ein føroyingur fingið hesa virðisløn. Tað var Rói Patursson, sum í 1986 fekk virðis- lønina fyri yrkinga- savnið ”Líkasum”. Í 1965 fekk William Heinesen virðislønina fyri skaldsøguna ”Det gode håb”. Danir skutu hann upp saman við yrkingasavninum ”Ari- el” hjá Hans Christian Branner. William fekk tó virðislønina, men ikki einsamallur. Hann skuldi deila hana við svenska rithøvundan Olof Lagercrantz og bókina ”Från helvetet till paradiset”, sum er ein lýsing av guddóm- ligu kommediu Dantes. Á bókasøvnunum fæst kunningartilfar um teir trettan aktuellu norður- lendsku rithøvundarnar, sum nú kappast um størstu bókmentavirðis- lønina á okkara leiðum. Norðurlendska rithøv- undatiltakið, sum verður í Klingruni í Norður- landahúsinum leygar- dagin hin 9. februar klokkan 16, er ókeypis og ætlað øllum, sum dámar at lesa og vilja kunna seg við tey bók- mentunarligu rák, sum eru í Norðurlondum beint nú. Fyrr enn samsýning- arnar hjá handils- skúlalærarum verða dagførdar, lata lærararnir ikki karakterir fyri høvuðsuppgávuna hjá 2. HH HANDILSSKÚLIN Turið Kjølbro Næmingarnir í 2. HH mugu brynja seg við góðum toli nakað enn, tí Lærarafelag Handilsskúlans sýtir fram- vegis limum sínum at lata Handilsskúlanum karakter- irnar fyri høvuðsuppgávur- nar hjá 2. HH. Freistin hjá lærarunum at lata skúlan- um karakterirnar var úti hálvan januar. Orsøkin til, at Lærarafelag Handils- skúlans hevur tikið hetta stig, er, at felagið vil hava samsýningarnar, sum verða latnar limunum fyri veg- leiðing, rætting og próv- døming av uppgávum, dag- førdar. - Vit hava gjørt av at nokta at lata karakterirnar inn fyri at fáa málið av- greitt og fyri at gera vart við okkum, tí samsýning- arnar eru ikki dagførdar í longri tíð, sigur Fritleif Henriksen, formaður í Lærarafelag Handilsskúl- ans. Fyri próvdøming av upp- gávum er tað Mentamála- stýrið, sum rindar fyri sam- sýningina, meðan Handils- skúlin rindar fyri vegleið- ingina og rættingina. At fáa samsýningarnar dagførdar hevur ikki verið eitt drúgt stríðsmál hjá Lærarafelag Handilsskúlans. Lærarafelag Handilsskúl- ans hevur ongan føroyskan sáttmála. - Vit arbeiða eftir donsk- um sáttmála, men samsýn- ingarnar í Danmark fyri slíkt arbeiði eru væl hægri enn í Føroyum, sigur Frit- leif Henriksen, sum kortini ikki vil siga, hvussu sam- sýningar skulu verða fyrr enn felagið gevur seg. - Samband er millum partarnar, og eg vænti, at hetta verður loyst í øllum góðum. Prógvini skulu skrivast í summar, so enn er góð tíð, hóast næmingarnir ótolnast eftir karakterun- um, sigur Fritleif Henrik- sen. Vil hava samsýningarnar dagførdar Røddir úr Norði Lærarafelag Handilsskúlans heldur framvegis aftur karakterirnar hjá 2. HH Um Barbaru á donskum Stóra verkið um J.H.O. Djurhuus í danskari týðing hevur fingið sera góð ummæli í donskum bløðum MENTAN Turið Kjølbro Stóra verkið um skaldið Janus Djurhuus eftir Hanus Kamban, sum kom út í danskari týðing eftir Kirst- en Brix farna ár, hevur fingið sera góð ummæli í Danmark. Í ummæli í Kristeligt Dagblad skrivar Doris Ottesen 28. januar, at tað er einki minni enn eitt bragd, Hanus Kamban og Kirsten Brix hava gjørt. Hann við síni hugtakandi bók um tað stóra føroyska skaldið og hon við síni góðu týðing av sama stór- verki til danskt. Tí talan er um stórverk, heldur ummælarin fram. Fyri tað fyrsta heilt bók- staviligt. Tvey vøkur bind á tilsamans meiri enn 800 síður. Men hartil kemur, at verkið er so nógv meiri enn ein bókmentalig ævisøga, sum undirheitið sum lítil- látið ber brá av. Hanus Kamban, sum sjálvur er skald, hevur við ævisøguni um Djurhuus, ikki bert gjørt eina bergtakandi lýsing av einum ógvuliga samansettum persóni, men eisini hugtakandi og grund- leggjandi spennandi, so ein hevur ilt við at ríva seg leysan, sum var talan um ein krimisøgu. Samstundis hevur hann megnað at givið eina lýsing av samtíðini, sum bæði er upplýsandi og spennandi. Ein ógvuliga væl grundað og fjølbroytt lýsing, ikki bert av lívinum hjá J.H.O. Djurhuus, men eisini ein væl útgreinað útlegging av mentanarligu og politisku viðurskiftun um ímillum Danmark og Føroyar. Útleggingin er heilt einfalt eitt gullnám, tá tað snýr seg um at evna eina djúpari fatan av men- talitetinum og sjálvsfat- anini hjá føroyingum. Bókin er eitt bragd og ein stór lesigleði frá byrjan til enda. Teir eru fantastiskir, hasir føroyingarnir, endar Doris Ottesen ummælið. Eisini í Bornholms Tid- ende er eitt gott ummæli av verkinum hjá Hanusi Kamban um J.H.O. Djur- huus. Bjarni Åkesson Fil- holm skrivar, at Hanus Kamban hevur skrivað eina grundiga og virðismikla innføring í lív og verk J.H.O. Djurhuus. Verkið er væl týtt og tilltagað varligt til danska útgávu. Verkið um J.H.O. Djurhuus eitt bragd C M Y K 5 4