Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. februar 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 25 - 6. februar 2002 Nr. 25 - 6. februar 2002 7 Lisbeth fingið tveir skrivarar Lisbeth L. Petersen, fólkatingskvinna, hevur nú fingið sín næsta skrivara. Klaksvíkingurin Atli Rasmussen kann nú kalla seg fólkatings- skrivara POLITIKKUR Heri á Rógvi Fólkatingskvinnan fyri Sambandsflokkin, Lisbeth L. Petersen, hevur fingið ein skrivara afturat, soleiðis at skrivstova hennara nú verður mannað við tveimum skrivarum. Stutt eftir, at hon varð vald, setti Lisbeth L. Petersen Sonju Albrink sum skrivara. Sonja Albrink er sjálv fyrrverandi fólka- tingskvinna. – Av tí, at hon (Sonja Al- brink, blðm.) ikki er so væl inni í teimum politisku viðurskiftunum, sum gera seg galdandi í Føroyum, hevur Lisbeth L. Petersen gjørt av, eisini at seta Atla Rasmussen úr Klaksvík í starv sum skrivara, sigur Sambandsflokkurin í tíð- indaskrivi. Atla Rasmussen, sum lesur búskaparfrøði í Keypmannahavn, skal fyri tað mesta hjálpa til við teimum føroysku mál- unum. Í tíðindaskrivinum sigur Sambandsflokkurin, at nú styrkta skrivstovan vil gera tað møguligt hjá Lisbeth L. Petersen at røkja fólkatingsstarvið, sjálvt um hon er í Føroyum. Tað verður harafturat sagt í tíðindaskrivinum, at Lisbeth umboðar Sam- bandsflokkin á Fólkatingi, men er partur av tingbólki- num hjá Venstre. 16. februar fer nýggj undirhaldssending av bakkastokki í SVF. Talan er um eina spurnarkapping "við meira ferð á" . Mál- bólkurin er rættiliga breiður, og hyggjarar- nir kunnu vænta eina øðrvísi undirhalds- sending SJÓNVARP Heri á Rógvi Leygarkvøldið 16. februar og hvørt leygarkvøld í tólv vikur fer Sjónvarp Føroya at senda eina spildurnýggja føroyska undirhaldssend- ing. Tað eru teir báðir, Tróndur Vatnhamar og Jens Tummas Næss, sum vera vertir í sendingunum. Sendingin hevur fingið heitið Botnurin. Upprunin til hetta navnið er, at send- ingin skal eitast at ganga fyri seg í einum kavbáti, og so kann ein sjálvur tulka heitið. Hvussu er og ikki, so fer fyrsta sendingin av bakkastokki leygarkvøldið 16. februar, og Botnurin verður á skíggjanum hvørt leygarkvøld í tólv vikur. Sendingin verður skipað sum ein spurnarkapping, har tveir liðformenn í besta rangt og rætt stíl hvørt kvøldið hava tveir luttakar- ar afturat sær. Spurningar- nir fevna um ymisk evni sum almenna vitan, ítrótt og tónleik. Liðskipararnir eru John Petersen, sum er kendur frá bæði fótbólti og hondbólti, og Jenny Peter- sen, ið hevur sína dagliga gongd hjá Grímu, har hon er leiðari. Eisini hevur hon verið virkin í sjónleikahøpi uttanlands. Ferð á Annar av vertunum í send- ingini er Jens Tummas Næss. Hann er kendur úr tónleikabólkunum All That Rain og Kjølum, og hann hevur eisini roynt sína rødd í útvarpi. Hann kallar sendingina fyri eina undirhaldandi sending, ið er til ein breið- an málbólk, og ikki er nøk- ur ungdómssending burtur- av. – Tað er eitt sindur meira ferð á, enn hvat vit kenna frá spurnarkappingum í føroyskum sjónvarp áður, sigur Jens Tummas Næss. Upptøkurnar til tær tólv sendingarnar eru lidnar. Tosað hevur verið um at gera onkran sendingina afturat, men eingin avgerð er tikin enn. Sendingarnar komandi leygarkvøldini fara at vera eina 35-40 min til longdar. - Vit fara at gera ymiskt annað fyri at halda lív í sendingini. Millum annað fara vit at vitja ymisk hús hjá kendum fólki í Føroy- um og royna okkurt teldu- spælið. Vit ætla at raka ein breiðan skara við hesum, og eg haldi eisini, at her er eitt sindur til øll, sigur Jens Tummas Næss. Satsa Tað er Edward Fuglø, sum hevur gjørt pallmyndina. Hann fær eisini stóra rós frá Jens Tummasi fyri at hava gjørt eitt valaverk. Ivan Niclasen og Ingi- bjørt Jacobsen hava staðið fyri framleiðsluni fyri Sjónvarp Føroya. Sjálvur sigur Ivan Nicla- sen, sum er leiðari fyri mentanardeildina í Sjón- varpi Føroya, at hetta er ein áhugaverd verkætlan hjá Sjónvarpinum. – Vit satsa eitt sindur við at gera eina tílíka sending, ið vit ikki hava roynt áður. Vit vita, at kappingini er hørð við aðrar útlendskar rásir, sum nýta nógvar pengar upp á at gera undir- haldssendingar. Vit hava valt at nýta orku upp á hetta, men hetta er ikki nøkur ógvuslig fíggjarliga satsing, sigur Ivan Nicla- sen. Ivan kallar sendingina fyri undirhald, har málbólk- urin er rímuliga breiður. Botnurin hvørt leygarkvøld í SvF Jenny Petersen hevur hvørja viku tveir luttakarar afturat sær, sum skulu kappast móti John Petersen og hansara tveimum hjálparum. Mynd: SvF Nýggja undirhaldssendingin hjá SvF gongur fyri seg í kav- bátaumhvørvi, í Botninum. Mynd: SvF Eg haldi, at andstøðan skal taka sær um reiggj og syrgja fyri, at hetta full- veldistosið heldur uppat. Vit mugu taka okkum fastari at Danmark. Vit mugu brúka tíðina til okkurt meira skilagott enn bara at tosa um full- veldi. Dánjal Augustinussen, Sandavági: Skulu halda fullveldinum burtur Arbeitt verður við at betra trygdina í Norðskálatunlinum. Loftið verður tryggjað, og síðan verður ventilatión og ljós lagt í tunnilin FERÐSLUTRYGD Edvard Joensen Millum Fjarða: Trygdin í Norðskálatrunlinum skal dagførast, so hon stendur mát við seinastu krøvini, sett eru tunlunum. Finnleif Durhuus, á Landsverkfrøðingsstovninu m, sigur, at arbeitt verður í løtuni við at tryggja loftið í tunlinum. Hann sigur, at landsverk- frøðingurin fylgir teimum norsku fyriskriftunum fyri tunlar. Og tær eru strangar. Har verður lagdur sera stórur dentur á trygdina. Nýggj skipan kom í gildi á nýggjárinum, og hon er rættiliga nógv strangari enn tann, føroysku tunlarnir eru gjørdir eftir, Tí er neyðugt við dagføringum. Neyðugt er at steingja tunnilin um náttina fyri at arbeiði skal ganga so skjótt og væl sum gjørligt. Tað, sum nú verður gjørt, er, at loftið fyrst verður reinsað. Síðan verður tað boltað, og net lagt upp- undir. At enda verður be- tong sprænt í, so tað verður púra trygt. Tað, sum hent er, er at eitt lag undir loftinum ikki tolir tað oxygennøgdina, sum er í tunlinum og tí brotnar niður undan. Hesum slepst undan við at forsegla loftið við betongi. Eisini skulu gerast nøkur vendipláss, eins og nøkur sonevnd neyðpláss eisini skulu gerast inni í tunlin- um. Tá tað arbeiðið er liðugt nakað skjót, verður farið at veita lekarnar undir loft- inum niður við síðunum og í rennur, sum veita vatnið út úr tunlinum. Soleiðis verður eisini turrari at koyra í tunlinum. Næsta málið er so at fáa ventilatiónsskipan og veit- ing í tunnilin, Og at enda skal ljós leggjast inn, neyðtelefonir skulu setast upp, eins og koyribreytin skal asfalterast, sigur Finn- leif Durhuus. Raðfestingin hjá Lands- verkfrøðinginum sigur, at ventilatiónin og veitingin skulu gerast í ár, meðan bíðað verður til næsta ár við ljósunum og asfalter- ingini. – Men tað velst alt um, hvørja játtan vit fáa, sigur Finnleif Durhuus. Hóast tunnilin hevur verið stongdur nú í nakrar nætur, ber kortini til at koyra millum sunnara part av Eysturoynni og restina av meginøkinum um Eiðis- skarð. Teir hava skeitt eftir veðurlíkindunum, verður sagt frá Landsverkfrøð- inginum, áðrenn teir hava stongt tunnilin, soleiðis at øll ferðsla ikki hevur verið púra avskorin, um nú ikki var koyrandi um Eiðis- skarð. Betra trygdina í tunlinum Eysturoyartunnilin skal reinsast og tryggjast, áðrenn ventilatión og onnur trygdarútgerð verður sett upp Mynd: Edvard Joensen Hvat heldur tú, at løg- tingsvalstríðið skal snúgva seg um? Vit eiga at ansa eftir, at vit ikki fáa ov nógva ferð á samfelagið aftur. Í løtuni sær tað út, sum vit nærkast áttatiárunum aftur, og tað má vera onkur politikari, sum dugir at síggja tað og torir at tala at. Tað gongur so skjótt í løtuni, at vit við hesari ferðini skjótt kunnu fara á heysin aftur. Tann útvikl- ingurin má bremsast. Tað eigur at verða tikið upp í valstríðnum. Kristianna Hansen Sandavági: Eiga at ansa okkum Nú er tíðin komin til, at vit avgreiða fullveldismálið, so vit sleppa víðari. Alt hevur snúð seg um tað, og tað hevur í stóran mun forað víðari menning og øðrum orðaskifti. Eitt annað mál, sum eigur at verða viðgjørt, er vælferðin hjá fólki. Pensionsmálið til dømis. Búgvi Joensen, Sandavági: Mugu avgreiða fullveldismálið Pensionsmálið má loysast. Tað halda vit her í Undir- húsinum, tí vit halda, at vit fáa ov lítið burtuúr. Hesaferð vænti eg, at pensiónsmálið verður rættiliga frammarlaga, tí politikararnir eru so østir upp íløtuni, at teir fara at gera nakað við pensión- irnar. Men eg vænti kortini, at fullveldismálið verður tað, sum fer at liggja eina fremst. Og tað er helst í lagi eisini, tí nú er tíð upp á at vit fáa at vita, hvat hatta verður til, og hvør parturin fer at liggja omaná. Teir, sum eru fyri, ella teir, sum eru ímóti. Nú má tað verða egg ella ungi. Jógvan Simonsen, Sandavági: Loysing og pensionistar Eg haldi tað, at pension- istarnir áttu at sloppið und- an at goldið skatt. Tann, sum torir at taka tað upp í valstríðnum, er djarvur, og hann fær eisini atkvøður. Eldrapolitikkurin sum heild er ikki nøktandi. Fólk hava stutt sagt ov lítið at liva av. Sjálvur fái eg bæði fólkapensión og krígspensión, men skattu- rin er so nógvur, at tað stendur á kortini. Meinhard Dam, Sandavági: Sleppa pensionistum undan skatti Christian í Grótinum fiskaði tilsamans 5.000 tons av lodnu í føroyskum sjógvi FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Føroysku skipini, sum fiska lodnu, eru nú farin í íslendskan sjógv at royna. Søguligi fiskiskapurin í føroyskum sjógvi minkaði, og tí avgjørdu skipini eftir seinasta túr, sum endaði síðsta vikuskiftið, at fara í íslendskan sjógv. Tað var Christian í Grót- inum, sum rakti við lodn- una í føroyskum sjógvi, og hann landaði tríggjar ferðir lodnu undan Føroyum til Havsbrún í Fuglafiðri; teir vóru tvær ferðir inni við 1500 tonsum og triðju ferð við sløkum 2.000 tonsum. Krúnborg landaði tann eina túrin 2.000 tons úr føroyskum sjógvi. Teir vóru inni aftur í vikuskiftinum við einum lítlum sjatti, 100 tonsum. Triðja skipið, sum eisini var á føroysku lodnuleiðini, var Tróndur í Gøtu, men teir høvdu trupulleikar við útgerðini og landaðu tað, teir fingu, í Íslandi. Poul Huus, sum starvast á Havsbrún, sigur, atPoul Huus, at Christian í Grótin- um, Krúnborg og Tróndur í Gøtu framvegis eru á lodnuveiði, meðan hini nótaskipini eru á makrel- veiði. So er liðugt við lodnuni hesaferð Christian í Grótinum, sum rakti við lodnuna í føroyskum sjógvi, landaði tilsamans 5.000 tons av føroyskari lodnu til Havsbrún í Fuglafirði C M Y K 7 6