mikudagur 6. februar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 25 - 6. februar 2002
Nr. 25 - 6. februar 2002
9
Friðarligt
vikuskiftið
Klaksvík:
Vakthav-
andi á politistøðini sig-
ur, at hóast rættiligt ill-
veður hevur verið í
vikuskiftinum, so eru
ikki nógvir skaðar frá-
boðaðir. Ein el-linja
slitnaði á Nýggjavegi
við Tekniska Skúla um
hálvgum tvey tíðina
náttina til leygardagin.
SEV kom á staðið og
tók sær av tí, áðrenn
nakar størri skaði stóð-
st av hesum. Ein skors-
steinur fór av einum
sethúsum á Viðareiði
leygardagin. Annars er
ongin annar skaði frá-
boðaður.
Um
tað
keðiliga
veðrið eisini hevur
havt sína ávirkan á
náttarlívið, skal verða
ósagt, men tað hevur í
øllum førum verið sera
friðarligt í vikuskifti-
num.
– Við at melda so-
vorðið út til heims-
pressuna, so forkem-
ur Høgni Hoydal
møguleikunum fyri
avtalaðu fullveldistil-
gongdini, sigur An-
finn Kallsberg, nú
Høgni Hoydal hevur
úttalað seg til útlend-
skar fjølmiðlar um, at
komandi løgtingsval
verður at meta sum
ein fólkaatkvøða um
fullveldi innan fýra ár
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Nú er eftir øllum at døma
aftur komið vátt í reiðrið
millum stóru samgongu-
flokkarnar. Høgni Hoydal
hevur fyri altjóða fjølmið-
lum boðað frá, eins og hann
fleiri ferðir hevur sagt við
føroyskar fjølmiðlar, at
komandi løgtingsval verður
eitt val um fullveldi, har tað
verður undirstrikað, at Før-
oyar mest sannlíkt hava tik-
ið fullveldi um fýra ár, um
verandi samgongu sleppur
at halda fram.
– Tað er ógvuliga ør-
kymlandi, at Høgni Hoydal
kemur við tílíkum útsagn-
um til fjølmiðlarnar. Høgni
Hoydal er vælkomin at
hava sínar meiningar, men
hann má minnast til tað
fullveldistilgongdina,
ið
samgongan longu hevur av-
talað, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Løgmaður heldur, at út-
sagnirnar frá varaløgmanni
til altjóða fjølmiðlar í
Keypmannahavn mánadag-
in eru valupplegg hjá Tjóð-
veldisflokkinum, men hann
harmast almikið um hetta,
tá Høgni Hoydal er uttan-
lands sum umboð fyri
landsstýrið.
– Við at melda sovorðið
út til heimspressuna, so for-
kemur
Høgni
Hoydal
møguleikunum hjá avtal-
aðu sjálvstýristilgongdini,
tá hetta bæði sendir skeiv
signal út til danskar politik-
arar, og Fólkaflokkurin vil
ongantíð ganga við til full-
veldi innan fýra ár, sigur
Anfinn Kallsberg.
Løgmaður heldur onga
orsøk vera til at skriva út
nýval av hesi orsøk, tá so
stutt er eftir til løgtingsval-
ið, men hann ásannar, at
stevið innanhýsis í sam-
gonguni ikki er av tí besta,
nú landsstýrismenn tvær
reisir hava úttalað seg beint
ímóti gjørdum avtalum og
hugsanunum hjá løgmanni.
Áður vóru Karsten Hansen
og Høgni Hoydal, sum hvør
í sínum lagi úttalaðu seg
um fullveldistilgongdina á
ein hátt, sum ikki hóvaði
løgmanni, Anfinn Kalls-
berg.
- So leingi Fólkaflokkur-
in hevur tað mandat, hann
hevur, vilja vit arbeiða fyri
einari tryggari tilgongd, og
tað er altavgerandi fyri
okkum. Tað kemur als ikki
upp á tal, at vit fara at taka
fult sjálvstýri innan fýra ár,
sigur Anfinn Kallsberg.
Spurdur um hann væntar,
at hetta fær ávirkan á
komandi samgongumøgu-
leikar eftir løgtingsvalið,
sigur løgmaður, at Fólka-
flokkurin ætlar at halda
áfram við sínum politikki.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa hendur á Høgni
Hoydal til eina viðmerking.
Løgmaður um Høgna Hoydal:
Forkemur sjálvstýristilgongdini
Løgmaður kennir seg ør-
kymlaðan, nú Høgni Hoydal
aftur hevur úttalað seg um
sjálvstýristilgongdina á ein
hátt, ið ikki hóvar løgmanni.
Anders Fogh
Rasmussen leggur seg
ikki út í føroysk
viðurskifti, og hann
heldur seg til gjørdar
avtalur, og
útsagnirnar hjá
Høgni Hoydal ávirka
ikki danska
forsætisráðharrin
nakað
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Magnus Dam
Danski forsætisráðharrin,
Anders Fogh Rasmussen,
heldur seg til gjørdar avtal-
ur við løgmann og lands-
stýrið, og útsagnirnar frá
Høgna Hoydal fáa ongar
ávirkan á politikkin hjá
Fogh yvirfyri føroyingum.
-Føroyingar
gera
av,
hvussu teir leggja sítt arb-
eiði heima í Føroyum til
rættis, sigur Anders Fogh
Rasmussen.
Og almenni politikkurin
hjá landsstýrinum sigur
einki um fýra ár. Hann arb-
eiðir ikki við nakrari ítøki-
ligari tíðarætlan.
Landsstýrið og stjórnin
eru samd um, at føroyingar
kunnu yvirtaka málsøki, so
størri ábyrgd fer at liggja
hjá føroyskum myndugleik-
um. Og sama semja sigur,
at tá ið málsøki verða yvir-
tikin, so minkar blokk-
stuðulin samsvarandi kost-
naðinum á yvirtiknu máls-
økjunum. Hetta er tað, sum
Fogh heldur seg til, varð
gjørt greitt á tíðindafundi
týsmorgunin.
Anders Fogh Rasmussen
gjørdi harafturat fullkomi-
liga greitt, at hann ikki
leggur seg út í, hvat før-
oyskir myndugleikar gera
við blokkstuðulin. Føroy-
ingar skulu eisini vænta sær
blokkstuðul á sama hátt
sum donsku kommununar,
og eins og tær, leggur
stjórnin seg ikki út í, hvat
peningurin verður nýttur
til.
Anders Fogh Rasmussen
hevur annars júst fingið
nóg mikið av politiskum
stuðli, soleiðis at fíggjar-
lógin at viðtakast í Fólka-
tinginum.
Anders Fogh Rasmussen:
Heldur seg til
gjørdar avtalur
Anders Fogh Rasmussen heldur somu linju í sínum føroyapoltikki sum áður.
MENNINGARTARNAÐ
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Ì gjár kundi
fyrsta búfólkið flyta inn í
nýggja bústovnin og sam-
býlið fyri menningartarnað
og fólk við autistiskum
breki í Klaksvík.
Hesin stovnur er úrslitið
av einum arbeiði, ið hevur
verið í gongd líka síðani á
heysti í 1997.
Stovnurin býttur í
tvey
Stovnurin er í tveimum, har
tann eini parturin er eitt
sambýlið, sum kemur at
húsa seks menningartarn-
aðum. Hin parturin er ein
bústovnur við pláss fyri
fýra børnum og ungum,
sum bera brekið autismu.
Munurin á sambýlinum
og bústovninum er, at tey
menningartarnaðu í sam-
býlinum í ein vissan mun
eru før fyri at klára seg
sjálvi, eins væl og tey eisini
sjálvi skulu gjalda húsa-
leiguna. Hinuvegin kemur
landið at gjalda uppihaldið
hjá teimum, ið skulu búgva
á bústovninum.
Øll búfólkini fáa eina
íbúð hvør, sum tey so sjálvi
koma at innrætta eftir egn-
um ynski.
Ì hesi íbúð er køkur, baði-
rúm og stova og kamar í
einum.
Einasti stovnur við
íbúðum
Hetta er einasti stovnur í
landinum, ið kann bjóða
búfólkinum eina heila íbúð
at húsast í.
Allar íbúðirnar eru eins
bygdar, men tó eru tað ein-
ans íbúðirnar í sambýlin-
ið h
k k H tt tí t
búfólkini við autistiskum
breki sum oftast ikki eru
eins væl fyri og tey menn-
ingartarnaðu.
– Vit valdu at gera íbúðir
heldur enn kømur til bú-
fólkini. Tað fer vónandi at
fáa tey at kenna hetta meira
sum teirra egna heim. Nú
hava tey jú møguleika at
bjóða fólki inn til sín sjálvs,
heldur enn inn í eina felags
stovu, har onnur fólk eisini
eru
samstundis,
sigur
Jóhanna Hansen, leiðari á
báðum stovnunum.
Búfólkini sjálvi ávirka
gerandisdagin
Búfólkini í sambýlinum
skulu sjálvi, saman við
starvsfólkunum,
avgera
hvussu teirra gerandisdagur
kemur at síggja út. Hetta
verður gjørt við regluligum
húsafundum, har tey menn-
ingartarnaðu sleppa framat
við teirra uppskotum um,
hvat skal fara fram á stovn-
inum.
À bústovninum fyri børn
og ung við autistiskum
breki verða tað tó í størri
mun starvsfólkini, ið koma
at skipa fyri einum reglu-
ligum gerandisdegi. Her
verður tikið útgangsstøðið í
tí einstaka búfólkinum, og
er endamálið at nøkta tørv-
in hjá teim fýra fastbúgv-
andi.
Tilsamans 15 starvsfólk
koma at verða á stovnun-
um, harav tvey hjálparfólk
og 13 pedagogar.
Byrja so smátt at flyta
inn
Ì gjár kundu búfólkini so
spakuliga byrja at flyta inn í
teirra egnu íbúð. Men enn
er nógv, ið skal fáast upp á
lá
G di
k l
at hanga, køksting skulu
inn í køkin og so víðari.
Júst, sum vit sjálvi kenna
tað, tá vit skulu flyta inn í
okkara egna.
Hetta tekur alt tíð, men á
Bústovninum og Sambýlin-
um við Mýrivegin í Klaks-
vík vænta tey, at tey 10 bú-
fólkini øll skuldu verið
komin uppá pláss seinast í
hesum mánaðinum.
Stórt framstig fyri tey
menningartarnaðu
Ì fleiri ár hava tey menning-
artarnaðu í Klaksvík ikki
havt aðrar bústaðarmøgu-
leikar enn umlættingar-
heimið Dáin, sum varð tik-
ið í nýtslu í 1989.
Ì byrjanini hevði Dáin
fimm pláss, men var hetta
alt ov lítið til at kunna
nøkta tørvin hjá teim
menningartarnaðu í Norð-
oyggjum.
Tí setti Dáin eisini eina
dagumlætting á stovn, sum
børn við ymiskum tørvi
kundu gera nýtslu av, sam-
stundis sum ein drongur við
autistiskum breki eisini
búði fast á staðnum. Men
enn var hetta alt ov lítið.
À heysti í 1997 var tískil
fundur hildin í Klaksvíkar
Kommunu, har umboð fyri
Almannastovuna,
Ser-
stovnadeildina,
Javna,
Dáan og ein arbeiðsbólkur
luttóku.
Hesin arbeiðsbólkur var
fyrr í 1997 settur við tí
endamáli at kanna, um ikki
ein bústovnur ella eitt sam-
býli kundi setast á stovn í
Klaksvík.
À hesum fundi kom eis-
ini fram, at tørvur var á
fleiri bústovnum í Klaks-
vík, og varð heitt á komm-
ununa um at gera nakað
ítøkiligt við hetta mál.
H tt
ð tikið til
fti
tektar, og setti táverandi
landsstýrismaðurin í Al-
manna- og Heilsumálum
eina bygginevnd at koma
við einum uppskoti og eini
kostnaðarmeting.
Eftir-
fylgjandi landsstýrismenn
hava hildið áfram við hes-
um arbeiði, og týsdagin í
seinastu viku kundi byggi-
nevndin handa Sámal Petur
í Grund, núverandi lands-
stýrismanni í Almanna- og
Heilsumálum,
sjálvan
stovnin.
Móttøka var hildin í hes-
um sambandi, og var heilt
fitt av fólki møtt upp til
sjálva handanina.
Búfólkið skal kenna
seg sum heima
Gongd er í málin-
um um ungdóms-
húsið í Klaksvík,
men tað skal ein
býráðssamtykt til,
áðrenn nakað
ítøkiligt, so sum at
seta ein leiðara,
verður gjørt, sigur
Jórun Høgnesen,
forkvinna í
mentanarnevndini.
UNGDÓMUR
Solby A.Eliasen
Hóast man ikki hevur
hoyrt so nógv til ætlan-
ina um ungdómshúsið í
Klaksvík í eina tíð, so er
málið ikki lagt til síðis.
Annars hevur verið at
hoyrt, at húsið skuldi
verða klárt til nýggjárs.
Men framvegis er onki
ítøkiligt stig tikið til at
finna eitt høli til tey
ungu. Endamálið við
hesum húsi er, at geva
ungum og børnum eitt
stað at halda til í og
hugna sær.
Skal ikki kallast eitt
ungdómshús
Tey vilja illa kalla tað
eitt ungdómshús kortini,
tí ætlanin er, at tað skal
verða eitt stað fyri børn
eisini. Harvið kunnu
børnini longu frá ungum
árum venja seg við um-
hvørvið og síggja staðið
sum teirra egna. Húsið
skal ikki nýtast til dans,
men onnur tiltøk, sum
tey ungu kunnu vera við
til at avgera.
– Vit vilja venda rák-
inum, sum ger, at fólk
siga, at tað hendir onki í
Klaksvík, sigur Jórun
Høgnesen. Hon vísir á,
at tað verður arbeitt av
allari orku við málinum.
Men sum er, er onki høli
til taks til ungdómin –
hvørki til dans ella nak-
að annað, og so mugu
vit ásanna at langt er
eftir á mál.
Framvegis onki
ungdómshús
í Klaksvík
Heilar 20 umsóknir vóru til
tey 10 plássini á nýggja
Bústovninum og
Sambýlinum á Mýrivegi í
Klaksvík
C
M
Y
K
9
8