mikudagur 6. februar 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 25 - 6. februar 2002
Nr. 25 - 6. februar 2002
11
Marjus Dam
løgtingsmaður
Tøkk til Sambandsflokkin
fyri at hann, sjálvt í
andstøðu, gjørdist lykilin
til at Vágatunnilin fór
ígongd. Ótøkk til Fólka-
flokkin og Jørgin Niclasen
fyri loysingina og full-
veldið, ið hevur skaðað
Føroyar í 4 ár. Vónandi fær
hendan
skaðasamgonga
mønustingin á komandi
løgtingsvali.
Vágatunnilin
Sambandsflokkurin hevur,
allur sum ein, staðið saman
um at Vágatunnilin skuldi
byggjast. Tað var undir
leiðslu av Sambandsflokk-
inum, at 20 milliónir kr í 4
ár í fyrstu atløgu vórðu
settar av til at gera arbeiði í
1997. Um vit høvdu verið í
samgongu, so hevði bert
verið byrjað áðrenn sam-
gonguskeiðið var hálv-
runnið. Vit minnast øll, at
trupulleikar vóru í sam-
gonguni um hetta mál.
Ósemjan í samgonguni
vóru
høvuðstíðindini
í
langa tíð í fjøldmiðlunum.
Ikki at arbeiðið skuldi
gerast, men hvør skuldi
gera tað. Tjóðveldisflokk-
urin segði Landsverkfrøð-
ingurin,
Fólkaflokkurin
segði at tað skuldi útbjóð-
ast.
Sambandsflokkurin
gjørdist lykilin:
Vónandi minnist Jørgin
Niclasen, hvussu semings-
uppskotið frá Sambands-
flokkinum fekk allar flokk-
ar at taka undir við hesum
málið, so tað fór í gongd.
So hóast Sambandsflokk-
urin var í andstøðu, so kom
hesin
Sambandsflokkur
nevniliga at gerast lykilin í
tryggjaði, at hetta arbeiði
kom ígongd. Um samgong-
an skuldi gera tað, so fór
hetta mál í "fisk" uppá
spurningin hvør í skuldi
gera tunnilin. Tí gingu
nevniliga 1? ár, áðrenn
málið kom í Løgtingið.
Finnbogi Arge segði eina-
ferð eg tosaði við hann, at
um málið fall í Løgting-
inum, so kom tað at vera
lagt í eina skuffu, og kom
ikki at verða tikið fram-
aftur. So tað var sera neyð-
ugt at finna eina semju, so
meiriluti fekst í Løgting-
inum fyri hesum máli. So
Jørgin Niclasen og onnur
loysingarfólk í Vágum hava
nógv at takka Sambands-
flokkinum fyri, sjálvt um
hann situr í andstøðu. Eg
fari eisini at siga, at Sam-
bandsflokkurin í hesum
málið
samstarvaði
við
aðrar flokkar, ikki minst
Fólkaflokkin.
Vit
tóku
nevniliga undir við tí leisti í
Sambandsflokkurin
og
Fólkaflokkurin byrjaðu við
í 1997. Tí var tað bert
náttúrligt fyri okkum at
fremja borgarligan Sam-
bandspolitikki saman við
Fólkaflokkinum í hesum
máli, sjálvt um vit vóru í
andstøðu. Vónandi kunnu
vit samarbeiða skilagott tað
ið eftir er av hesum val-
skeiði.
Men Jørgin og Fólka-
flokkurin skal vita eitt: Vit
siga ja til framburð. Tí siga
vit nei til loysing.
Vit vilja tryggja Føroyar.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Anja Weihe anja@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Vit hava á hesum stað gjørt vart við, hvussu illa alt
málið um Landsverkfrøðingsstovnin var handfarið frá
fyrst til síðst. Løgmansskrivstovan kannaði sjálva upp-
søgnina av Henning Jacobsen, undanfarna Landsverk-
frøðingi, og ikki óvæntað gjørdi miðfyristingin einki
við miðfyrisitingina. Á hesum stað var gjørt vart við
tað óhepna í, at man kannaði seg sjálvan.
Serliga eigur at vera lagt til merkis, at undanfarni
landsverkfrøðingur segði seg ivast í førleikanum hjá
umsitingini í Vinnumálastýrinum. Nakað sum táver-
andi landstýrismaður Finnbogi Arge gjørdist rættiliga
firtin um. Í hesum sambandi kunnu fólk lesa frá-
greiðingarnar, ið deildarleiðarnir á Landsverk-
frøðingsstovninum gjørdu eftir uppsøgnina av Henning
Jacobsen. Har eru avrit av brævaskifti og øðrum, ið
kemur í eitt heilt annað ljós, eftir at Vinnumálastýrið er
sett upp á pláss av Løgtingsins Umboðsmanni, ið hevur
kannað málið um setanina av nýggjum lands-
verkfrøðingi.
Umboðsmaðurin, ið vit hava bíðað eftir í 20 ár, hevur
gjørt álit, ið harðliga átalar Vinnumálastýrið. Um-
boðsmaðurin kann ikki taka støðu til mál áðrenn 2000,
og tí kann hann ikki taka støðu til tað, ið fór fram, tá
landsverkfrøðingurin varð uppsagdur, og Vinnu-
málastýrið kom niðan á Landsverkfrøðingsstovnin við
Reidar Nónfjall, ið tá skuldi vera stjóri á einum
samanlagdum Landsverkfrøðingsstovni og Strand-
ferðslu. Aftur her hevði Vinnumálstýrið ikki gjørt sítt
heimaarbeiði ordiligt, og hevði gloymt, at viðvíkjandi
størri broytingum sum at samanleggja stovnar, so skulu
fakfeløg kunnast og takast uppá ráð.
Tá nú hesin lemjandi kritikkur er komin, so er grund til
at krevja eina uttanveltaða kanning av øllum málinum
um Landsverkfrøðingin frá fyrst til síðst. Vit hava onga
vissu fyri, at brot á góðan fyrisitingarsið bert varð
framt í ár 2000.
Finnbogi Arge og Bjarni Djurholm, sum báðir
proklameraðu fyri øllum Føroya fólki hvussu pro-
fessionel og dugnalig umsitingin í Vinnumálastýrinum
var, mugu í dag kenna seg rættiliga illa. Vikuligi
litfaldarin hjá Fólkaflokkinum rósti eisini Vinnu-
málastýrinum í samband við Landstýrismannaskiftið í
hesum valskeiðnum, og burdi hetta fingið allar
alarmklokkur at ringt beinanvegin.
Hóast setanin ikki nýtist at ganga um, so má tað vera
løgið at sita í einum starvi, har ein veit, at setanin ikki
fór fram á rættan hátt.
Málið her vísir meira enn nakað annað virðið í Løg-
tingsins Umboðsmanni. Vinnumálastýrið hevur fingið
eina so stóra átalu, at nú má alt málið um Lands-
verkfrøðingin trevlast uppaftur við objektivum brillum
og teir politiskt ansvarligu átalast.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Dilettantarí í Vinnumála-
stýrinum?
VIÐMERKINGAR
Annita á
Fríðriksmørk
tingkvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Nú má hesin anti-Suður-
streym-politikkur
halda
uppat! Undirritaða vil heita
á landsstýrismannin í al-
manna og heilsumálum, um
at bera so í bandi, at barna-
garðurin til landssjúkrahús-
ið verður bygdur, og ikki
ganga undir trýst frá ávís-
um politikarum, sum van-
liga brúka anti-suðurstreym
sum politiskt valagn.
Barnagarðurin
við
landsjúkrahúsið
er
eitt
bráðneyðugt tiltak, so at:
• tey
smábarnaforeldur,
sum starvast har, eisini
kunnu arbeiða um kvøld-
arnar og um næturnar, og
• vit kunnu fáa tað neyð-
ugu arbeiðsmegina hendan-
vegin, sum skal til fyri, at
landssjúkrahúsið
kann
virka, sum eitt vælvirkandi
Landssjúkrahús.
At eg reisti spurningin í
tinginum hósdagin, hevur
eftir øllum at døma fingið
aðrar tingmenn at ressast
og royna soleiðis at forða
landsstýrismanninum
at
fara víðari við málinum.
Slíkt átak frá politikarum
má byggja á vantandi vitan,
um umstøðurnar hjá smá-
barnaforeldrum í Havn, og
í hesum føri hjá smábarn-
foreldrum, sum starvast á
landssjúkrahúsinum og í
øðrum kvøld og náttar-
vaktum her í býnum.
Foreldur í dag hava ein
øðrvísi tørv enn foreldrini
høvdu fyri nøkrum árum
síðani. Tað gamla bygda-
mynstrið, sum var kent í
Føroyum, og sum gjørdi, at
millum onnur ommur og
abbar vóru um børnini
dagliga, er so at siga burtur,
og einamest í Havnini.
Hetta ger, at tørvurin á
einum barnagarði, sum er
opin døgnið runt, er nógv
størstur í Havnini.
Samfelagið
og
vit
politikarar krevja:
• at landssjúkrahúsið er
opið døgnið runt,
• at ungir læknar og ungar
sjúkrasystrar starvast har
døgnið runt,
• at hesi búgva rímiliga
nær landssjúkrahúsinum,
Tá ið soleiðis er, so
kunnu vit ikki annað enn
rokna við, at her er talan
um starvsfólk, sum eru
ung, og sum tí heilt natur-
liga eiga smábørn. Og
skulu vit hava hesi starvs-
fólkini at arbeiða á einum
vælvirkandi landssjúkra-
húsið, so er eisini neyðugt,
at karmarnir rundan um
starvið er á einum rími-
ligum støði, sum ger tey før
fyri at fara til arbeiðis og
før fyri at gera eitt dygdar-
gott arbeiði. Eg vil tí staði-
liga heita á landsstýris-
mannin um at bera so í
bandi, at barnagarðurin við
landssjúkrahúsið
gerst
veruleiki.
Takk til Sambandsflokkin
Barnagarðurin er karmur fyri einum
vælvirkandi Landssjúkrahúsið
Skriv til Sámal Petur í Grund, landsstýrismann
Sanna Silvurstein
Tað var ikki meiningin at
leggja uppí skrivingina, um
fyrsta túrin hjá »Teistanum«
á morgni, tí tað skuldi onki
verið at skriva um. Men tá
Sólvit Simonsen blívir við at
skriva sum um at sandoyingar
eiga bæði Teistan og Gomlu
Rætt, so fái eg ikki latið vera.
Eg haldi, at bæði Sólvit
Simonsen og Páll á Reyna-
túgvu skuldu tikið føroya-
kortið fram og hugt hvar
Sandoyggin liggur í mun til
Hest, tað er Skopun, sum
liggur nógv longri frá Gomlu
Rætt og Hest liggur beint yvir
av, sjálvsagt eiga tit tann
longra teinin og ikki hestfólk.
Tað ger tað sama, hvussu
stórt fólkatalið er úr hvørjum
plássinum, tað er framvegis
vit, sum búgva 10 min. frá
Gomlu Rætt.
Tað tekur ikki nógv longur
tíð hjá Teistanum at koma inn
í Hest úr Skopun t.d. tá
eystfall er, eigur Teistin at
sigla heilt heim á Hvanna-
gjógv ella heilt heim á Hol,
áðrenn lagt eigur at verða yvir
um, tá er bert 1 fjórðingur ella
minni heim til bygdina, so tað
skuldi ikki verið nakað at tosa
um, tí Teistin er góður at sita
umborð og siglur skjótt.
Vegurin av Gomlu Rætt til
Havnar er bæði góður og
skjótur at koyra eftir, so tað er
onki uttan »hysteriskt« av
Sólvit Simonsen at skriva upp
og niður um hasar minuttirnar
og ikki minni av Páll á
Reynatúgvu at hótta við
samgonguslitið
av
somu
orsøk.
Nei, Páll góði, tað var betur
at tú sum bygdaráðsformaður
og landspolitikkari hevði
okkurt annað at bjóða tínum
oyggjafólkið á eini so stórari
vakrari oyggj, enn 10-15 min.
meira svøvn.
Tað eru nógv fólk, bæði úr
norðoyggjum, Vágunum og
aðrastaðni, sum ferðast til
Havnar hvønn dag, vit hoyra
einki róp og skrál um tað at
bussurin skal steðga nógva-
staðni á vegnum suður, tí tað
er bara natúrligt at steðga á
teimum plássunum sum eru á
veg suður, líka sum Hest er á
veg úr Skopun og inn á
Gomlu Rætt.
Um vit skulu samanlíkna
uppskotið hjá Páll og Sólvit
um ferðaætlanina hjá Teistan-
um: Skopun-Hest-Skopun-
Gamla Rætt, so kundi rutan
hjá nólsoyingum tað sama
verið Tórshavn-Nólsoy-Toftir
-Tórshavn, tað er líka langt
við síðurnar av allari fornuft,
sum ferðaætlanin hjá Páll og
Sólvit.
Nei, nú má tað halda uppat,
at hótta við at taka henda
túrin frá Hestfólki, tí tað er alt
avgerandi at vit fáa trygd fyri,
at hesin túrurin er komin fyri
at vera, fyri at fólk kunnu seta
búgv her, hóast tey arbeiða á
meginøkinum.
Í Hesti er bert skúli til 7.
flokk, sostatt mugu vit senda
okkara børn til Havnar at
ganga í framhaldsskúlan sum
nú er skúlaskyldugur.
Eg undirritaða eigi tvey
børn sum ganga í skúla í
Havn, tey búgva til leigu í
Havn, tí vit hava onki álítandi
ferðasamband haft síðan tey
fóru í skúla í summar. Um lív
og heilsa verður skulu vit
senda fleiri børn enn, til
Havnar í skúla, tí er tað
størsta framstig á okkara øki,
at vit kunnu fáa okkara børn
heim um kvøldið.
Skúlaungdómurin tit harm-
ast um, kann hóast alt ganga í
skúla í oynni til tey eru 17 ára
gomul.
Sólvit heldur at tað er nógv
avgjørt av Sosialinum at fara
á forsíðuna við tí at hestfólk
eru skuffaðir av Páll av
Reynatúgvu og øðrum sand-
oyingum, tað er tað slett ikki,
tí sjálvandi síggja teir á
Sosialinum líka so væl sum
alt føroyafólk tað løgna í tí, at
tit skulu hava hestfólk at sigla
tvær ferð um Skopunarfjørð,
fyri at koma inn á Gomlu
Rætt, tá tað eigur at taka
okkum 10-15 min.
Til síðst vil eg takka Heðin
Mortensen, tingmanni fyri
sambandsflokkin, hjartaliga
fyri at hann tók hetta málið á
tingsins røðarapall, tí tað er
alt avgerandi at vit fáa henda
túrin á morgni og ikki verða
hótt í tíð og úrtíð við at vit
skulu missa henda túrin.
Eisini vil eg takka Gerhard
Lognberg og Eyðun Viderø
fyri tað teir skriva í bløðun-
um, um at Hest er ein natúr-
ligur partur av hesi farleið.
Vónandi dugur leiðslan á
Strandferðsluni at síggja í
eyguni at tað er ikki so synd í
sandoyingum
at
seta
vekkaran 15 min. fyrr. Og tað
at senda hestfólk suður til
Skopunar hvønn morgun, er
tað sama sum at taka rutuna
frá okkum.
Katrin D. Johansen
Vit hava skrivifrælsi og
trúarfrælsi... men tora vit
at loyva skúlafrælsi? Tíð-
in rennur undan og skjótt
má berast at, um vit
skulu fáa eina føroyska
frískúlalóg.
Týsdagin 12. februar
verður aðalorðaskifti um
frískúlar í Løgtinginum.
Grundarlagið undir orða-
skiftinum verður eitt álit
og lógaruppskot til eina
føroyska
frískúlalóg,
sum varð liðugt í januar
2000.
Nógvir fyrispurningar
– bæði skrivligir og
munnligir – hava verið
um frískúlamálið síðani,
men kortini er einki hent.
Tó eru glottar at hóma, tí
landsstýrismaðurin Óli
Holm tykist at vera posi-
tivur. Vónandi ynskir
hann, nú folkaskúlin er
komin á føroyskar hend-
ur, at vit hava eitt nøkt-
andi lógargrundarlag fyri
skúlaverkið. Eitt lógar-
grundarlag ið er við til at
stimbra og fjølbroyta
okkara skúlar, so at
skipanin gerst liðiligari
og møguleikarnir fleiri.
Spennandi verður at
hoyra, hvat ymsu flokk-
arnir hava at siga um
málið. Eg eri vís í, at um
tingfólk lesa álitið, fara
tey at síggja eina frí-
skúlalóg sum ein møgu-
leika heldur enn eina
hóttan. Álitið er at finna
á heimasíðu Løgtingsins:
w w w . l o g t i n g . f o
<http://www.logting.fo/>
Vit hava longu ein frí-
skúla í Havn, Adventista-
skúlan og honum tørvar
eitt veruligt lógargrund-
arlag. Hvat hevði hent,
um vit fingu t.d. tveir
aðrar frískúlar í Føroyum
at?
– At trýstið á skúlarnar
linkaði. Sum kunnugt
standa skúlarnir í mið-
staðarøkjunum á tremur.
– At foreldur (og lær-
arar) fingu møguleika at
velja nakað annað enn
fólkaskúlan. Hetta elvir
eisini til nøgdsemi.
– At kapping kom um
næmingarnar. Munnu tey
flestu ikki gleðast um, at
einkarrætturin á flestu
økjum er avtikin? Kann
nevna
Føroya
Tele,
Tryggingarfelagið Før-
oyar, Útvarp Føroya.
Møguleikarnir at skipa
skúlar á ymsan hátt eru
óteljandi. Men at fara
undir at reka ein frískúla
er ikki hvørsmans føri.
Als ikki undir teim treyt-
um, sum føroyska lógar-
uppskotið setur. Á mang-
an hátt setur føroyska
lógin strangari krøv enn
t.d. danska ella norska
frískúlalógin. Tað er eis-
ini skiljandi, tí vit liva í
einum lítlum samfelag,
men
tess
einfaldari
skuldi tað eisini verið at
fingið hóskandi lógir á
øllum økjum.
Føroysk lóg fyri eftir-
skúlar kom í gildi í
august 2000 og vit kunnu
spyrja... hvussu nógvir
eftirskúlar eru komnir
her síðani tá? Men nú er
møguleikin til staðar. Á
sama hátt eigur tað at
vera á frískúlaøkinum –
møguleikin eigur at vera
har.
Eitt
aðalorðaskifti
broytir einki. Tí vóni eg,
at
landsstýrismaðurin
kvikar sær at leggja
uppskotið fram, so ting-
fólk kunnu atkvøða um
lógaruppskotið.
Hetta er ein møguleiki
hjá samgonguni at vísa,
at samgongan fremur tað,
sum hon hevur sett sær
fyri í samgonguskjalin-
um.
Samgongan og kanska
serliga landsstýrismað-
urin hevur møguleika at
seta ein varða eftir seg, ið
verður føroyska skúla-
verkinum til gagns.
Jógvan Arge
býráðslimur í Havn fyri
Tjóðveldisflokkin
Eftir eitt ár í býráðnum
kann gerast upp, um nakað
er komið burtur úr teimum
málum, sum eg skrivaði um
upp undir valið í november
2000.
Fyrst er at siga, at okkara
flokkur kom í minniluta, so
valdið er avmarkað, men
býráðslimir samarbeiða um
tey flestu málini, so vit hava
høvi til at vera við til at
loysa mál úr lagdi og fáa tey
framd.
Frælsur ítróttur í Havn
Ítróttarvøllurin til frælsan
ítrótt var eitt mál. Eg ivaðist
í, um nakar dugur var í at
tosa um at bróta niður á
Tórsvølli fyri at fáa pláss til
rennibreyt, nú byggingin var
komin so langt.
Tað havi eg hug at halda
framvegis, men tað hóvar
mær líka illa enn, at renni-
breytin ikki er har. Hevði
hon verið, so hevði lív longu
verið á Tórsvølli hvønn ein-
asta dag.
Serkønir siga mær, at tað
er ivasamt, um Hoydalar
klára at hýsa slíkum vølli.
Sama er at siga um aðrar
møguleikar nærri Gunda-
dali.
Kanska er besti møgu-
leikin at fara út í Vesturbýin
á eina trøð inn av SEV-
húsinum at gera vøll til
frælsan ítrótt. Kommunan
hevur sett hetta øki av til
ítróttarendamál.
Á fíggjarætlanini fyri
2002 hava vit í aðru syftu
tikið undir við at játta
500.000 krónur í íløgum í
ítróttarøki í Vesturbýnum.
Okkum hevði dámt betur, at
meir varð játtað, men tað
gekk ikki.
Mentamálanevndin
fer
væntandi skjótt at stinga út í
kortið, hvussu hetta ítróttar-
økið skal skipast. Býráðið
hevur frammanundan lagt 3
mió kr. í grunn at gera renni-
breyt fyri, og tankar eru
eisini frammi um ítróttarhøll
vestanfyri.
Tey gomlu og býlini
"Kommunurnar kunna ikki
bara hyggja at, meðan
summir av teirra íbúgvum
liva sítt lívskvøld í trega og
einsemi", skrivaði eg um
møguleikarnar hjá teimum
gomlu at fáa innivist.
Hetta er eitt málsøki, sum
í dag liggur undir landinum.
Landsstýrið yvirtók eldra-
økið, tá kommunurnar tóku
alla barnaansingina upp á
seg í fyrraárið.
Kortini er Tórshavnar
Býráð komið væl áleiðis við
ætlanum um at byggja eitt
røktarheim fyri minnisveik,.
Húsini hava verið boðin út,
og tilboð eru komin inn.
Ætlanin er, at 16 fólk skulu
fáa innivist á hesum heimi,
ið verður bygt í Vallarlíð.
Vit tóku hendan dagin
undir við at játta 7,5 mió kr.
til byggingina. Samstundis
verður arbeitt fyri at fáa
landið at átaka sær sín part,
50 prosent.
Marinustøðin við Hoy-
víkstjørn varð keypt fyri
ársskiftið 2001. Sosiala
nevnd kannar, hvussu mest
fæst burtur úr henni til
frama fyri okkara eldru
borgarar.
Arbeitt verður við møgu-
leikum fyri, at hon verður
nýtt sum viðgerðarstovnur
og umlættingarstovnur á
ymsan hátt. Sum eg havi
skilt, liggur spurningurin
um at gera Marinustøðina til
røktarheim burtur av ikki so
frammarlaga í løtuni.
Eitt sjónarmið er, at
saman um tikið er fult so
gott, at møguleikarnir fyri
góðari viðgerð og hollari
umlætting ganga hond í
hond við møguleikarnar fyri
innivisti á røktarheimum og
eldrabýlum
Søgan og gamla Havnin
"Tórshavnar Býráð hevur
ikki rættiliga fingið um
endan, tá tað snýr seg um at
vísa fram og lýsa býarsøg-
una og landssøguna", skriv-
aði eg í einari grein. Nakað
er framvegis um tað.
Kortini er at siga, at ein
longri ætlan er um at
endurbyggja Mullers Pakk-
hús við Vestaruvág og brúka
tað sum savn og gestamót-
tøku. Her verður arbeitt í
smáum og einar 500.000
krónur játtaðar um árið.
Hetta er gott, men eg eri
ikki vísur í, at hetta er nóg
mikið. Mær hevði dámt fult
so væl, um áhugi býráðs-
manna í slíkum málum var
størri enn so, og at fleiri av
teimum gomlu húsunum í
Havnini vórðu tikin upp í
ætlanirnar.
Her kann eg sum dømi
nevna Vaskaríið í Tórsgøtu,
sum kommunan eigur. Tað
er so mikið stórt, og hevur
so nógvar hæddir, at tað
saktans partvíst kann brúk-
ast til at hýsa søvnum av
ymsum slag.
Hvat lív hevur ikki verið
kring Vágsbotn, sum lýsast
kann í hesum gamla pakk-
húsi? Tann søgan er ótøm-
andi. Og søvn nýtast ikki at
vera deyð hús, hóast tey siga
frá
søgu.
Tvørturímóti.
Hyggið bara at Føroya Forn-
minnissavni í Hoyvík.
Onkuntíð hevur verið
nevnt, at vaktarhúsini á
Boðaneshamri eiga ikki at
sleppa at forfarast. Heldur
skuldu tey verið friðað og
t.d. verið nýtt til krígssavn,
sum jú er teirra uppruni.
Hetta kundi verið eitt mál
fyri Tórshavnar Býráð at
tikið sær av. Vøkur eru
húsini kanska ikki, men
byggilistarliga verða tey upp
á sín máta hildin at vera ein
perla. Sum samskiftismið-
støð hjá bretska hervalinum
undir seinna heimsbardaga
høvdu tey stóran týdning
fyri Føroyar..
VIÐMERKINGAR
Tora vit? So má tað
vera nú!
Viðmerkingar til skrivingina í bløðunum um
ferðaætlanina hjá »Teistanum«
Eitt ár í býráðnum (6)
Valgreinir og politisk úrslit
C
M
Y
K
11
10