mikudagur 6. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 25 - 6. februar 2002
Nr. 25 - 6. februar 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Ryanair
gott ár
Meðan flestu flogfeløg
í heiminum hava lært
seg um afturgongd síð-
ani yvirgangsatsóknir-
nar í USA, hevur írska
felagið Ryanair havt
munandi framgongd í
hesum
sama
tíðar-
skeiði.
Í roknskapinum fyri
triðja
ársfjórðing
í
2001, sum Ryanair
kunngjørdi í gjár, sæst,
at úrslitið fyri teir
tríggjar mánaðarnar var
35 prosent betri í fjør
enn somu mánaðir í
2000. Samstundis sigur
felagið, at ferðafólka-
talið er vaksið.
Ryanair er størsta
flogfelagið í Evropa, tá
talan er um flogferðir
av tí bíliga slagnum.
Sambært roknskapin-
um var avlopið triðja
ársfjórðing í fjør um-
leið 200 milliónir krón-
ur, og tað var 35 pro-
sent betri enn sama árs-
fjórðing
árið
fyri.
Ryanair flýgur m. a.
millum
Billund
og
London.
Bangnir
bankar
Bankarnir í Argentina
eru ikki serliga fegnir
um ta nýggju búskapar-
loysnina hjá stjórnini.
Tá
stjórnin
legði
loysnina fram sunnu-
dagin, boðaði hon sam-
stundis frá, at bankarnir
vóru stongdir mána-
dagin og í gjár, men at
teir skuldu lata upp í
dag sum vanligt. Eftir
loysnini fáa fólk nú
aftur atgongd til sínar
pengar í bankunum, og
tað hevur fingið banka-
leiðslurnar at stúra fyri,
at fólk fara at taka allar
sínar pengar út.
Tað er tó ikki greitt
enn, nær fólk sleppa at
taka
pengarnar
úr
bankunum, men í bank-
unum ivast tey ikki í, at
nógv fara at tøma sínar
bankabøkur, so skjótt
tey fáa møguleikan.
Nýggja loysnin hjá
argentinsku stjórnini er
ein treyt fyri, at altjóða
gjaldoyragrunnurin
IMF vil samráðast við
stjórnina um landsins
ovurhonds stóru skuld.
Úr Norðurlondum:
Rúsevni
á olju-
pallum
Bert fáar dagar eftir at
teir, sum arbeiða á
donsku oljupallunum í
Norðsjónum,
kærdu
seg um ta vánaligu
trygdina á pallunum,
avdúkar danska toll-
valdið, at oljumenninir
javnan verða tiknir við
rúsevnum uppi á sær.
Tollvaldið í Herning
sigur, at tollararnir har
javnan taka hasj og
tablettir av ymsim slagi
frá monnum, sum eru á
veg út á pallarnar, og í
Esbjerg sigur tollvald-
ið, at tað sama hendir,
tá menn koma inn aftur
av pallunum. Tollarar-
nir eru tó ongantíð
komnir fram á sterk
rúsevni so sum heroin
og kokain.
Hjá Mærsk Olie &
Gas siga teir, at har eru
teir vitandi um, at menn
hava rúsevni við sær,
hóast tað er strangliga
bannað at nýta tílík
evni
á
pallunum.
Leiðslan undrast mest
á, at menn hava rúsevni
og rúsdrekka við sær, tá
teir koma í land í Es-
bjerg.
Fakfelagið hjá teim-
um, sum arbeiða á
donsku boripallunum í
Norðsjónum, undrast
eisini á, at menn bróta
reglurnar. Sambært fe-
lagnum er hetta fyrstu
ferð, at teir hava frætt
um, at menn hava rús-
andi evni á pallunum.
Geva upp
við inter-
netinum
Fleiri og fleiri norð-
menn lata sjálvuppgáv-
una inn ígjøgnum Inter-
netið. Í fjør nýttu næst-
an 400.000 einstakling-
ar tann møguleikan, og
tað eina samdøgrið
sendu 84.000 norð-
menn sjálvuppgávuna
inn við telduni.
Talið verður uppaftur
størri í ár, tí nú kunnu
fyritøkur í Noregi eisini
lata sjálvuppgávuna inn
ígjøgnum
Internetið.
Tøknifrøðiliga menn-
ingin ger, at fyritøkur-
nar eisini kunnu lata
ársroknskapin
og
álagdar
hagtalssupp-
lýsingar inn tann vegin.
Tað heldur í hvussu er
ísraelski uttanríkis-
ráðharrin Shimon
Peres
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Í samrøðu við blaðið Inter-
national Herald Tribune
sigur Shimon Peres, at Iran
hevur latið tí víðgongda
Hizbollah-felagsskapinum
ikki færri ennj 8000 rakettir
av slagnum Katusha. Hetta
eru stuttberandi rakettir,
sum kunnu raka mál mill-
um 20 og 70 kilometrar
burturi.
Peres sigur við blaðið, at
rakettirnar eru latnar Hiz-
bollah-deildum í Libanon,
haðani tær lættliga kunnu
raka mál í Ísrael. Hann
dylir heldur ikki fyri, at
rakettirnar mugu roknast
sum ein hóttan ímóti Ísrael.
- Helda teir í Hizbollah,
at teir kunnu skjóta rakett-
irnar úr Libanon eftir ís-
raelskum málum, verða vit
noyddir at ávara Libanon
ímóti tí, sigur ísraelski
uttanríkisráðharrin.
Shimon Peres sigur eisini
við International Herald
Tribune, at Iran hevur
fingið Katusha-rakettirnar
úr Norðurkorea, og at tey
bæði londini samarbeiða
um at menna eina langt-
berandi rakett, sum fer at
kunna røkka málum í USA.
Mánadagin skjeyt Hiz-
bollah eftir ísraelskum jag-
araflogførum, sum sam-
bært felagsskapinum vóru
komin í libanskt loftrúm.
Amerikanski verju-
málaráðharrin,
Donald Rumsfeld,
viðgongur nú, at
amerikansk flogfør
kunnu hava bumbað
hermenn, sum
bardust saman við
amerikanarunum í
Afghanistan
AFGHANISTAN
Árni Joensen
Sambært Rumsfeld er talan
um ein tilburð í januar
mánað nærhendis býnum
Kandahar har suðuri í
Afghanistan.
Ráðharrin
sigur,
at
amerikansku myndugleik-
arnir eru farnir at kanna,
um teir 15 menninir, sum
doyðu
bumbuálopinum,
vóru viðhaldsmenn hjá
stjórnini hjá Hamid Karzai,
ella teir vóru úr al-Qaeda
ella Taliban.
Amerikanskir fjølmiðlar
hava skrivað, at Washing-
ton hevur longu biðið
afghansku stjórnina um
umbering fyri álopið, tí
talan var um hermenn, sum
stuðlaðu stjórnina, men
hesi tíðindini vil Donald
Rumsfeld ikki gera við-
merkingar til. Hann sýtti tí
eisini fyri at gera viðmerk-
ingar til tíðindini í fjølmiðl-
unum um, at USA longu
skal hava goldið endurgjald
fyri mistakið. Kortini við-
gekk ráðharrin, at Karzai
tók spurningin um endur-
gjald upp, tá hann herfyri
var í Washington.
Afghanskir tænastumenn
hava fyrr upplýst, at eingin
av teimum 15, sum doyðu í
amerikanska loftálopinum,
stuðlaði al-Qaeda ella Tali-
ban.
Embætismenninir
hava tvørturímóti sagt, at
menninir høvdu fingið boð
um at sita á varðhaldi við
eina fyrrverandi vápna-
goymslu hjá Taliban.
Amerikanarar viðganga
bumbumistak
Iran hevur latið
Hizbollah rakettir
Shimon Peres ávarar
Libanon ímóti at lata
Hizbollah skjóta rakettir
haðani inn í Ísrael
Mynd: Reuters
–Tað er ótrúliga gott
um foreldur fáa eitt
ára barnsfarloyvi í
boði, sigur Carita
Björklund, formaður
í Føroya Pedagogfelag
BARNSBURÐAR-
FARLOYVI
Ingrid Bjarnastein
Nú er eitt ára barnsburða-
farloyvi at hóma, og heldur
Carita Björklund, formaður
í Føroya Pedagogfelag, at
tað er ótrúliga gott um
foreldur fáa hetta í boði.
– Tá uppskot var frammi
um lógarbroyting hesum
viðvíkjandi, løgdu vit fram
uppskot um, at foreldur
skuldu fáa eitt ára barns-
burðarfarloyvi í boði, sigur
Carita Björklund.
–
Tórshavnar
Býráð
gjørdi tað sama, og tað vísti
seg eisini, at hetta loysti seg
fíggjarliga, men hetta upp-
skotið var ikki samtykt. Á
pallborðsfundinum
hjá
Foreldrafelagnum var tað jú
ein mamma, sum fortaldi,
at hon varð uppsøgd, tí hon
ikki fekk nakað ansing-
arpláss, og hetta er ræðu-
ligt. Í okkara sáttmála kanst
tú ikki verða uppsagdur í
einum slíkum føri, men
foreldur hava ikki fíggjar-
liga ráð at taka longt far-
loyvi í eitt hálvt ár, tí tey
fáa jú onga løn.
Spurd um hetta kann
koma at hava avleiðingar
fyri stovnar, um nú øll
vøggustovubørn frá 0-1 ár
verða tikin vekk, svarar
Carita Björklund:
– Vit mugu altso síggja
veruleikan í eyguni, sum
hann er nú, og tað er, at
sum støðan er nú, so eru
næstan ongin vøggustovu-
børn í hasum aldrinum, tí
tey sleppa ikki inn. Men tað
kann eisini gott verða ein
praktiskur trupulleiki, tí um
tú hevur vøggustovubørn
frá 1-3 ár, so kann tað
henda seg, at um árið, so
eru tað 15 børn, sum skulu
flytast yvir í barnagarð. Um
tað so ikki er pláss fyri
teimum í barnagarðinum,
hvat skal so gerast? Skulu
tey uppsigast, ella skulu tey
framvegis
verða
sum
barnagarðsbørn í vøggu-
stovu og skulu foreldrini
gjalda vøggustovuupphædd
ella barnagarðsupphædd.
Tað ber væl til at tillaga
arbeiðið eftir aldrinum,
men tað vísir seg, at
praktiski trupulleikin er
størri. Tá slíkar broytingar
skulu gerast, er tað týdn-
ingarmikið at tú eisini
hugsar longur fram í tíðina,
og ikki bara hugsar um,
hvat skal gerast her og nú.
Hugburðsbroyting
Tosið vendir sær spakuliga
inn á høvuðslista og økis-
listar. Á pallborðsfundinum
hjá Foreldrafelagnum varð
sagt, at tá høvuðslistin er
komin niður á null, so
verða økislistarnir tiknir í
brúk aftur.
– Høvuðslistin riggar
ikki nakað serliga væl,
sigur Carita Björklund. –
Býtið millum børnini á
stovnunum verður heilt
skeivt, og hetta er ikki eitt
gott pedagogiskt umhvørvi.
Tú kanst fáa eitt býtið, har
tað til dømis eru 13 dreing-
ir og ein genta, ella umvent,
og hetta er synd í børn-
unum. Foreldrini eru eisini
kedd av hesum. Dygdin
verður ofta gloymd, tí tað
ræður um, at fáa so nógv
børn inn sum møguligt.
Nú talan er um eitt ára
barnsburðarfarloyvi heldur
Carita, at foreldur skulu
sjálvi sleppa at avgera, hvør
av teimum til dømis tekur
tað síðsta hálva árið. Peda-
gogfelagið roynir at seta
barnið í miðdepilin, men
tað er ikki altíð so lætt, tá
tað eru onnur fyrivarni, ið
skulu takast.
– Menn hava sum heild
eitt sindur ringt við at taka
barnsburðarfarloyvi. Teir
tora ikki so væl, og eg veit
eisini um okkurt dømi, har
arbeiðsgevarin hevur rætt
og slætt flent eftir onkrum,
ið ætlaði sær at taka barns-
burðarfarloyvi.
Tá vit spurdu um talan
ikki var um eina hugburðs-
broyting,
sigur
Carita
Björklund:
– Jú, sjálvandi. Og tey
ungu finna seg heldur ikki í
hesum í dag. Lógin sigur, at
tey hava rætt til tað, og
soleiðis vilja tey eisini hava
tað at vera, tíbetur, sigur
Carita Björklund at enda.
Fyri stuttum sendi
Maersk Air út
tíðindaskriv, at
hetta fram til
páskir fáast bíligir
flogferðaseðlar
millum Føroyar og
Danmark. Nú
hevur Atlantic
Airways tikið upp
kappingina, har
teir somuleiðis
hava lækkað sínar
prísir – ikkibert til
Danmarkar, men
eisini til Skotlands
FLOGFERÐSLA
Ingrid Bjarnastein
Fram til páskir bjóðar
Atlansflog kundum sín-
um bíligar ferðaseðlar
bæði til Skotlands og
Danmarkar. Hetta tíðar-
skeiðið fáa tey, ið hava
hug til tess, møguleika
at ogna sær eina viku-
skiftisferð til Aberdeen
fyri 1095 krónur um-
framt ferðaavgjøld, og
vikuskiftisferðir
til
Keypmannahavnar fyri
1495 krónur umframt
ferðaavgjald.
Tey, ið hava hug at
verða í Danmark longur
enn eitt vikuskifti, fáa
eisini møguleika at ferð-
ast bíliga. Atlantic hevur
fingið ein serprís í lag,
áljóðandi 1995 krónur.
Einasta krav, ið sett
verður til hesi ferða-til-
boð er, at tvey ferðast
saman, harav kann ann-
að verða eitt barn, og
ferðaseðilin skal keypast
minst eina viku áðrenn
fráferð. Børn fáa eisini
avsláttur. Børn upp mill-
um 2 og 11 ár fáa 50% í
avsláttri, meðan børn
undir 2 ár, gjalda 10%
av vanligum ferðaseðla-
prísi.
Galdandi fyri allar
ferðirnar er, at tær
kunnu ikki broytast, og
peningurin verður ikki
endurgoldin. Ferðaseðl-
arnir kunnu bíleggjast
nú og seinasti heimferð-
ardagur er 25. mars
2002.
Havnar Arbeiðsmanna-
felag hevur havt árliga
aðalfundin. Nevndarval
var á skránni, og eisini
var millum annað rokni-
skapurin lagdur fram.
Teir báðir nevndarlim-
irnir, Hans S.B Joensen
og Jan Midjord vórðu
báðir afturvaldir.
Formansvalið hjá Ar-
beiðsmannafelagnum
verður um umleið eitt ár,
og til ta tíð verður Kar
Johansen sitandi í for-
mansessinum.
-ib
Bíliga á flog til
Danmarkar og
Skotlands
Havnar Arbeiðsmannafelag:
Nevndin afturvald
Carita Björklund, Føroya Pedagogfelag:
Gott foreldratilboð
Carita Björklund, formaður í Føroya
Pedagogfelag, heldur tað vera ógvuliga
gott, um foreldur fáa eitt ára
barnsburðarfarloyvi í boði
Síðani nýggja barsilsskip-
anin kom at virka í juni í
fjør, hava 642 fólk verið í
skipanini. Harav vóru 467
kvinnur og 175 menn. Bert
21 av teimum 175 monn-
unum hava tikið 10 vikur
farloyvi, sum teir hava rætt
til 14. viku eftir føðing.
Hetta sigur so mikið sum
tað, at bert góð 3 prosent av
pápunum velja, at taka tær
10 vikurnar teir hava rætt
til.
-ib
21 menn tikið 10 vikur
C
M
Y
K
13
12