mikudagur 6. februar 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 6. februar 2002
15
14
Nr. 25 - 6. februar 2002
Undirritaði, sum við hesum skrivar seg fyri at keypa FÖROYA KVÆÐI, ynskir at velja
henda gjaldingarháttin fyri tey fyrstu 20 bindini, sum eru komin.
Setið x við tann gjaldingarhátt, tygum ynskja at nýta.
Navn:...................................................................................... Telefon:................................
Bústaður:.............................................................................................................................
at gjalda við móttökuna fyri FÖROYA KVÆÐI 20 bind við postkrav kr. 3.600,-
at gjalda við móttökuna fyri FÖROYA KVÆÐI 20 bind við postkrav kr. 900,- og
restina við kr. 180,- um mánaðin í 15 mánaðir
BÍLEGGINGARSEÐIL
Nú 20 bind av FÖROYA KVÆÐI eru komin, stendur tygum í boði at
ognast öll hesi bindini í senn eftir treytunum, sum standa á
Bíleggingarseðlinum.
Bókagarður vil takka öllum, sum longu
hava ognast tey útkomnu fyrstu 20
bindini og harvið hava styðjað útgávuni
frá byrjan.
Ráðini hjá fólki eru tíbetur batnað tey
seinastu árini, og tí er at vóna, at hetta
tilboð frá Bókagarði kann hava áhuga hjá
öðrum, sum vilja ognast hesa prýðiligu
heildarútgávu av FÖROYA KVÆÐI.
FÖROYA KVÆÐI til Föroya fólk – ein tjóðskaparlig fólkaútgáva
BÓKAGARÐUR fór í 1998 undir
nýggja útgávu av okkara mæta og
háttmetta bókmentaliga gripi:
FÖROYA KVÆÐI – CORPUS
CARMINUM
FÆROENSIUM
(CCF). Tiltakið hevði tá, orsakað
av fíggjarkreppu landsins, verið
seinkað nökur ár, men kom um-
síðir í gongd og hevur síðan gingið
eftir ætlan.
Við hesi nýútgávu hevur tilætlanin
verið og er: at veita Föroya fólki
úti um landið lagaligan möguleika
og hövi til sjálvt at kunna ognast
henda okkara föroyska bókmenta-
grip sum tjóðskaparliga fólkaogn.
Tá farið var í holt við hetta stóra
tiltak,
varð
fólk
kunnað
um
útgávuætlanina, sum var soleiðis
lögd til rættis, at kvæðini skuldu
prentast í 40 bindum, og at 5 bind
skuldu koma út í senn við ávísum
millumbilum. Soleiðis hevur verið
farið fram síðan 1998 og eru 20 tey
fyrstu bindini útkomin. Sostatt er
nú helmingurin prentaður.
Útgávan er í prýðiligum skreyt-
bindum, ið eru snotilig og vökur,
og prentverkið er somuleiðis dyg-
dargott eins og onnur bókaverk, ið
BÓKAGARÐUR gjögnum árini
hevur latið koma út á prenti, altíð
hava kunnað bjóðað seg fram við
bestu dygd til keyparar og lesarar.
Um kvæðatilfarið er at siga, at tann
fyrra útgávan av CCF varð prentað
í Keypmannahavn í tíðarskeiðinum
1941–72. Tað vóru Chr. Matras og
Nap.
Djurhuus,
sum
greiddu
útgávuna til prentingar og lótu til-
farið koma út í 6 stórum bindum.
Tað
var
Universitets-Jubilæets
danske Samfund, sum stóð fyri
útgávuni. Danska ríkið, Föroya
Lögting
og
Carlsberggrunnurin
bóru kostnaðin tá.
Mótsett teirri fyrru útgávuni ber
BÓKAGARÐUR allan kostnaðin
av hesi nýggju uttan nakran al-
mennan ella privatan studning.
Samtíðis hevur dentur verið lagd-
ur á at halda prísin á bókunum so
langt niðri, sum tað yvirhövur hev-
ur kunnað latið seg gjört, so at tað
vanliga fólkið úti um landið kann
hava sæð seg fört fyri at útvega
sær kvæðini sum heildarútgávu.
Útgávuarbeiðið heldur fram í hes-
um ári, og hildið verður á, til alt
verkið um ikki langa tíð er útkom-
ið.
Tá ið farið varð undir at fyrireika
útgávuna fyrst í áttatiárunum,
mælti táverandi lektari, seinni pro-
fessari við Fróðskaparsetur Föroya,
Mortan Nolsöe, til at umskipa
kvæðatilfarið, so at tað kom at
standa saman í skipaðum bólkum.
Hesi ráð vórðu fylgd, og hesir
bólkar, sum eru 7 í tali, eru: 1)
kappakvæði, 2) halgikvæði, 3)
náttúrukvæði, 4) riddarakvæði, 5)
sannsögukvæði, 6) skemtikvæði og
7) tættir. Annars verður teksturin úr
teirri fyrru útgávuni endurprent-
aður við somu stavseting, sum nýtt
var tá, óbroyttari.
Í hesi nýggju útgávuni av CCF er í
tí fyrsta bindinum settur inngangur,
sum lærari, cand. psyk. Dánial
Niclasen (1914–91) skrivaði fyri
BÓKAGARÐ. Har er sagt frá um
kvæðayrking, rím og niðurlög og
serlig eyðkenni í örindalagi. Eisini
er greitt frá dansi og kvöðing og
um kvæðalögini. Umframt stendur
greitt frá kvæðasavningini og teim-
um persónum, sum hvör á sín hátt
var við í hesum arbeiði at varðveita
okkara forna skaldskap, so hann
ikki fór fyri einki í gloymsku. –
Fremst í hesum bindi stendur eisini
formæli, ið er stutt yvirlit yvir
útgávuna, um kvæðaskaldskapin,
savningararbeiðið o.a.
Til útgávuna skrivaði D. Niclasen
samandráttir av kvæðunum. Hesin
tekstur er settur framman fyri
kvæðini, ið talan er um. Hetta er
gjört til leiðbeiningar og saman-
drátt av kvæðisevninum í hvörjum
einstökum föri. Hetta kenna vit eis-
ini frá undangongumonnunum: J.
C. Svabo í sínum kvæðasövnum
frá 1770-unum og 1780-unum,
Jákupi Jakobsen í bók síni um
Nólsoyar-Páll frá 1908–1912 og J.
Patursson í teimum 5 kvæðabóku-
num, sum hann legði til rættis fyri
Föroya Lögting í 1922, 1944–45
og í Gyltubók fyri Noregs Ung-
domslag í 1925.
Kvæðakön vita, at serstakliga eldri
kvæði hava ikki verið kvöðin heilt
eins í teimum ymsu bygdunum ella
oyggjunum. Tá hesi kvæði í síni
tíð vórðu fest á blað av kvæða-
savnarum, komu tey tískil at vera
uppskrivað við frávikum eftir tí,
sum ymsir kvöðarar kundu minn-
ast. Hesi kvæði við sínum frá-
brigdum (variantum) hvört frá
öðrum vóru sjálvsagt tikin við upp
í tey sövn, sum kvæðaútgávur
okkara nú í tíðini umfata. Soleiðis
hevur eisini verið í öðrum londum,
har hetta sama er kent, t.d. í Dan-
mörk, har Svend Grundtvig stóð
fyri vísindaligu útgávuni av Dan-
marks gamle Folkeviser frá miðj-
uni av 19du öld og frameftir og
eisini kendur her hjá okkum fyri
sín stóra áhuga fyri Föroya fólki,
tess máli, skúla og varðveittu
fólkamentan,
herundir
Föroya
kvæði.
Hjá teimum, sum gera kanningar
um kvæðini, teirra evni, mál og
uppruna, kunnu frábrigdini mang-
an hava stóran áhuga, ikki minst tá
leitað verður til skrivaðar keldur
fyri at finna fram á slóðir í fornum
bókmentum og her kunna fáa hóm-
ing av, við hvört góða greiðu á,
hvaðan okkara ónevndu kvæða-
skald í forðum hövdu vitað at finna
sær kvæðaevnið.
Kvæðahugaðir föroyingar kunnu
sostatt eisini finna frægd í at duga
ella eiga tað ella tey kvæði við á-
vísum frábrigdum, sum forfedrar
teirra áttu og varðveittu í minnin-
um og kundu kvöða við sínum ser-
merktu eyðkennum í orðalagi og
orðavali. Við at eiga variantarnar
saman og kunna gera samanbering-
ar, kann áhugavert innlit fáast í for-
na föroyska skaldskaparliga list við
sínum virðismikla orðaskatti, ið er
djúptökin bruður at leita til hjá
okkum enn eins og hann var hjá
teimum, sum fyri árum síðan tóku
ódnartök fyri at skapa gróðrarbotn
og haldgott stöði at grunda nýggjar
og virðismiklar bókmentir í
óbundnum sum bundum máli.
Um kvæðini annars kann sigast, at
tey stava frá eldri sum yngri tíð.
Tey elstu kvæðini hava uppruna
sín heilt afturi í miðöld. Vit vita
einki um tey eldru kvæðaskaldini,
men við at kanna kvæðatekstirnar
kunnu vit fáa eina hóming av lívi
teirra og hugsan. Alt, sum kann
geva okkum kunnleika um fortíð
okkara fólks, hevur största áhuga
hjá mentaðari tjóð, ið vil kennast
við sjálvan seg og egna samleika
sín.
Okkara fornu kvæði eru bestu
keldur til kunnleika um okkara
föroysku tungu langt aftur í tíðina.
Tey kunnu geva okkum fatan av
fedranna hugaheimi, lyndi og
kenslum. Her kemur fram í ljós
fólksins andliga lív í gleði og sorg
og áskoðan um kærleik og hatur,
trúskap og trúloysi, svik og
níðingsverk. Men her fáa vit eisini
at kenna treysti og manndóms-
brögd, reystleika og dirvi.
Umframt teimum, sum síðan
1998 hava sett seg fyri FÖROYA
KVÆÐI, letur BÓKAGARÐUR
framvegis enn standa einum og
hvörjum kvæðahugaðum manni
sum kvinnu í boði at kunna ogna
sær hetta valaverk, hesa tjóð-
skaparligu
fólkaútgávu,
sum
kann gerast öllum, ið duga at
meta um og virða Föroya fólks
mentan og mál, ein dýrgripur.
Postrúm 369
110 Tórshavn
Tlf.327103
Postrúm 369
110 Tórshavn
Tlf.327103
C
M
Y
K
14