mikudagur 6. februar 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 25 - 6. februar 2002
Heilsølan hjá Poul
Michelsen hevur
vegna plásstrot bygt
út. Talan er um eina
tvífaldan av núver-
andi plássi
ÚTBYGGING
Stefan í Skorini
Heilsølan hjá Pouli Michel-
sen byggir í hesum døgum
út. Og hetta er ikki hissini
útbygging. Talan er nærum
um eina tvífaldan av tí fer-
metratali, sum fyritøkan í
løtuni hevur at arbeiða
undir.
Hósdagin vórðu nýggju
bygningarnir reistir, og teir
eru 1.500 fermetrar til
støddar. Heilsølan fer eftir
útbyggingina at hava 3.300
fermetrar til goymslu-,
framleiðslu- og skrivstovu-
høli.
Nýbyggingin
umfatar
eina frystigoymslu, ið er
2.500 rúmmetrar til stødd-
ar. Harumframt er ein
nýggj køligoymsla, sum er
400 rúmmetrar. Eisini fær
heilsølan eina størri turr-
goymslu til 900 plattar og
360 fermetrar til parker-
ingskjallara.
P/F Poul Michelsen sigur
í tíðindaskrivi, at høvuðs-
orsøkin til útbyggingina er
økt virksemi seinastu árini.
Men fyritøkan vil eisini
lúka øll heilsufrøðilig krøv,
sum matvørulógin krevur
og fer at krevja av øllum, ið
fáast við handil og flutning
av matvørum í framtíðini.
Við nýggju bygning-
unum kann fyritøkan eisini
veita viðskiftafólki eina
betri tænastu.
Poul Michelsen byggir út
Nýbygningurin hjá Pouli
Michelsen varð reistur hós-
dagin. Talan er um eina tví-
faldan av verandi plássi, ið
heilsølan húsast í
Mynd: Álvur Haraldsen
– Vit hava síðani 1949
javnt og samt roynt at
fáa tiknu ognirnar hjá
okkum aftur, sigur Jo-
han Restorff, sum frá
løgtingsformanni-
num hevur fingið
ábending um, at Ho-
tel Hafnia møguliga
kann keypa Gamla
Apotek, tá løgtingið
flytir inn í nýggju
hølini í telefonverks-
bygninginum
OGNARTØKA
Eirikur Lindenskov
Í 1949 keypti Christian
Dahl-Restorff ognina, sum
í dag verður rópt Gamla
Apotek á Áarvegnum í
Havn. Men Christian Dahl-
Restorff slapp ikki at eiga
ognina longur enn í nakrar
dagar, tí Føroya Landsstýri
ognartók ognina.
Søgan
er
tann,
at
Restorff-ættin í 1934 seldi
burtur av ognunum við
Áarvegin í Havn. Ovasti
parturin av ognini var urta-
garður, sum lá niðan móti
Vaglinum.
Christian Dahl-Restorff
hevði ætlanir at fara undir
handilsvirksemi, handilin
Tubbak, sum eldri havnar-
fólk minnast, men honum
tørvaði pengar.
Mamma Christians, Jo-
hanna, gjørdi tá av at selja
urtagarðsøkið til Juhl, apo-
tekara, sum bygdi apotek
og medisinfabrikk á øki-
num.
Fyri at tryggja sær møgu-
leikan einaferð seinni at
kunna fáa ognina aftur í
ættina, treytaðu Christian
og mamman sær forkeyps-
rætt, sum varð tinglisin.
Sølan varð bundin við ting-
lisnum servituttum, sum
m.a. bara loyvdu apote- og
medisinframleiðslu.
Í 1949 gevst Juhl apotek-
ari við virksemi sínum og
vildi selja apoteksognina.
Tá gjørdi Christian Dahl-
Restorff
forkeypsrættin
galdandi og keypti ognina.
Men landsstýrið ognar-
tók tá ognina frá Christiani
Dahl-Restorff – ella sum
tey ofta hava sagt, landið
stjól ognina frá REstorffs-
ættini.
Nú um dagarnar var
borgarstjórin í Havn, Jan
Christiansen, í útvarpinum,
har hann tosaði um, at eitt-
hvørt virksemi átti at verði í
Gamla Apoteki, nú løgting-
ið ikki fer at hava tørv á
húsinum longur.
Johan Restorff, stjóri á
Hotel Hafnia, hevur í hes-
um sambandi sent út kunn-
ingarskriv um søguna hjá
gomlu Restorff-ognin, og
dylur hann ikki fyri, at tey
fegin vilja keypa ognina
aftur.
– Vit hava síðani 1949
javnt og samt roynt at fáa
gomlu – tiknu – ognirnar
hjá okkum aftur. Umsóknir
og tilfar í hesi søk hava
Føroya Landsstýri og Før-
oya Løgting liggjandi, og
málið er teimum ikki ókun-
nugt, sigur Johan Restorff,
stjóri á Hotel Hafnia, sum
er sonur Christian Dahl-
Restorff, sála.
– Seinasta áheita okkara
til Føroya Løgting um
Gamla Apotek var gjøgnum
advokat okkara, Halgir
Winther Poulsen. Hann vís-
ir á og ger Føroya Løgtingi
kunnugt, at Restorff á Hotel
Hafnia, framhaldandi hava
áhuga í at fáa tiknu apo-
teksognina við Vaglið aftur,
sigur hann.
Finnbogi Ísakson, løg-
tingsformaður, hevur tó
givið Johan Restorff eian
ábending um, at samráð-
ingar kunnu takast upp, tá
málið við umbygging av
løgtingshúsi og gomlu tele-
fonstøðini eru komin long-
ur áleiðis.
Vit á Hotel Hafnia bíða
bara eftir fundarboðum,
sigur Johan Restorff.
Landið »stjól« Gamla Apotek
frá Restorff-ættini
Soleiðis sá út við Áarvegin
fyri hálvari øld síðani. Upp-
runaliga átti Restorffs-ættin
urtagarðin, har Juhl. apotek-
ari, bygdi apotek og medisin-
fabrikk í 1934
Nr. 25 • mikudagur • 6. februar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Landsliðsvenjarin
hevur fingið enn eitt
avboð, nú landsliðið í
dag fer til Kypros á
venjingarlegu. KÍ-
leikarin Allan Joensen
hevur boðað frá, at
hann ikki fær verið
við
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Virkandi landsliðsvenjari
Jógvan Martin Olsen hevur
ein heldur tunnan hóp við
sær á ferðina til Kypros.
Enn ein royndur leikari
hevur givið avboð.
Talan
er
um
Allan
Joensen, sum vegna skaða
ikki hevur verið við í lands-
liðshitanum í fleiri ár. Or-
søkin til hansara avboð er
persónlig viðurskifti, sum
hava við sær, at evnaríki
klaksvíkingurin ikki fær
verið við. Hetta stendur at
lesa á heimasíðuni hjá KÍ.
Allan Joensen sigur seg
harmast støðuna, men tað
hann var noyddur at geva
avboð. Hann vónar, at hetta
ikki minkar um hansara
møguleikar á landsliðnum
framyvir.
Jógvan Martin Olsen
hevur sostatt fingið fleiri
avboð til hesa ferðina. Aðr-
ir landsliðsleikarar, ið ikki
eru við, eru Hans Fróði
Hansen, Jens Kristian Han-
sen, Øssur Hansen, Fróði
Benjaminsen, Súni Olsen,
Óli
Johannesen,
Jákup
Mikkelsen, Julian Johns-
son,
Christian
Høgni
Jacobsen og nú Allan Joen
sen.
Allan Joensen givið avboð
Tvey lið úr Føroyum
fara í summar til
Italia at luttaka í EM í
bridge. Talan er um
eitt kvinnulið og eitt
manslið, ið fara at
umboða Føroyar
BRIDGE
Stefan í Skorini
Í sambandi við EM í Italia í
summar
hevði
Føroya
Bridge Samband boðað frá
luttøku við einum liði.
Samstundis heittu føroy-
ingar á italska sambandið
um at útvega teimum bíligt
uppihald.
Hesum játtaðu italienarar
við tí treyt, at føroyingar
eisini meldaðu eitt kvinnu-
lið til EM-kappingina.
Italska bridgesambandið
vísti vælvild, av tí at hetta
er fyrstu ferð, at føroyingar
luttaka, og tí at EM-kapp-
ingin nú hevur sjeyti ár á
baki.
Úrslitið er, at kvinnuliðið
nú eisini sleppur uppí part.
Nógv venjing
Bridgesambandið krevur
nógv av teimum leikarum,
ið hava ætlanir um at sleppa
við til EM. Teir skulu venja
nógv hvørja viku, og skipað
verður fyri eini venjingar-
legu til Danmarkar um
páskirnar.
– Tá sleppa spælararnir at
royna seg ímóti sterkum
donskum og týskum liðum,
sigur Mortan Rasmussen,
ið er formaður í FBS.
Hann metir tað vera sera
umráðandi hjá bridgeleik-
arum at hava møguleikan at
royna seg í altjóða kapp-
ingum. Hetta gevur teimum
møguleika fyri menning
innan sína ítrótt.
Tað er tí neyðugt hjá før-
oyskum spælarum at vera
við í altjóða kappingum
eisini fyri at geva ungum
leikarum høvi at samanbera
seg við aðrar bridgespælar-
ar.
Savna pening
Tað er sera kostnaðarmikið
at vera við í slíkum kapp-
ingum, og Bridgesamband-
ið væntar at skula útvega
einar 150.000 krónur til
EM-ferðina. Í vár verður
farið undir tiltøk at útvega
neyðuga peningin.
Av tí at tvey lið verða
send avstað dýrkar hetta
munandi
um
ferðina.
Ferðalagið, ið fer úr Føroy-
um, telur nú fimtan fólk.
Mortan Rasmussen fýlist
á, at FBS ikki er á fíggjar-
lógini. Hann vísir á, at allar
aðrar ítróttargreinar um-
framt talv, sum bridgespæl-
arar ofta samanbera seg
við, fáa stuðul á fíggjarlóg-
ini.
Hann heldur tí, at tað er
sjálvsagt, at bridge eisini
fær almennan stuðul.
Tilsamans tólv spælarar
fara at luttaka í EM. Seks
menn og seks kvinnur. Hjá
kvinnum er longu avgjørt,
hvør sleppur við á ferðina.
Tær verða Arnleyg Mikkel-
sen, Marjun Restorff, Jóna
Gunnveit, Majken Johan-
sen, Marianna Eystberg og
Elise Holm.
Hjá monnum er enn ikki
endaliga avgjørt, hvør á
landsliðið. Trý pør vera við,
men fýra pør mugu berjast
um plássini. Pørini eru
Bogi Simonsen og Rói á
Rógvu Joensen, Arnbjørn
Sivertsen og Hans Jákup
Petersen, Jóannes Mourit-
sen og Heðin Mouritsen,
Árant Berjastein og Magni
Jøkladal.
Vant verður dúgliga kom-
andi mánaðirnar, og leikar-
arnir venja m.a. hvørt
fríggjakvøld við danska
landsliðnum, og hetta verð-
ur gjørt á internetinum.
Svend Nourup er landsliðs-
venjari hjá føroyska lands-
liðnum, og hann fylgir við í
venjingini á internetinum.
Evnaríki klaksvíkingurin
Allan Joensen hevur givið
avboð til landsliðið. Hann
vónar, at hetta ikki fer at fáa
avleiðingar í framtíðini
Mynd: Álvur Haraldsen
Føroyingar til EM í bridge
Nýggjasti leikarin
hjá FCK er svenski
verjuleikarin
Tomas Antonelius.
Hann kemur úr
enska felagnum
Coventry
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Spælarar fara og aðrir
koma ístaðin. Seinastu
vikurnar hava Todi og
teir sagt farvæl við átta
leikarar, meðan fýra
nýggir eru komnir ístað-
in.
Nýggjasti
styrkurin
hjá FCK er Tomas Anto-
nelius. Hann hevur spælt
við Coventry seinastu
tvey árini, men hann
hevur ikki megnað at
vinna sær fast pláss á
liðnum. Tí skiftir hann
nú til FCK í vón um at
fáa fleiri minuttir á
vøllinum.
Antonelius, ið er 29
ára gamal, hevur spælt
fimm landsdystir fyri
Svøríki, og hann vónar
sjálvsagt at endurvinna
plássið á landsliðnum
undan HM-kappingini í
summar.
Hann hevur áður spælt
við AIK Stockholm, har
hann var við at vinna
meistaraheitið
og
steypakappingina.
Sviin, sum fyrr hevði
eftirnavnið Gustafsson,
hevur gjørt ein trý ára
sáttmála, men tað verður
ikki upplýst, hvussu
nógv FCK hevur latið
fyri leikaran.
Hann skal vera av-
loysari fyri Thomas Ryt-
ter á høgra bakki. Rytter
spælir nú við Wolfsburg
í Týsklandi.
FCK styrkir hópin
Tey venja dúgliga til EM í bridge í summar. Frá vinstru Marjun Restorff, Hans Jákup Petersen,
Arnleyg Mikkelsen og Arnbjørn Sivertsen
C
M
Y
K
17
16