Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 Sosialurin Hús & heim – Eg svav ikki ta náttina Eftir at hava búð í Rituvík í mong ár, tóku hjúnini Rannvá og Eyðálvur Nielsen avgerð um at keypa eina munandi minni íbúð í Runavík. Hetta var ein verkætlan sum sp/f VIST09 stóð fyri, og fevndi hon um 24 íbúðir í fyrsta umfari. Tey vóru sera spent eftir hes um, og fylgdu við, hvussu gekk við bygg­ ingini. Tey vitjaðu við millum bilum í økinum, og ta einu ferðina var arbeiðið komið so langt, at íbúðar­ blokkurin byrjaði at taka skap. Um hetta mundið vóru báðir endarnir reistir, men annars einki. Tey bæði gingu tá inn í bygn­ ing in, fyri líkasum at fáa eitt »fornemmilsi« av nýggja heimi teirra. – Tá eg stóð har á gólvinum í tí, sum einaferð skuldi gerast okkara íbúð, tonkti eg við mær sjálvari: – Harra gud, Rannvá. Hvat hava vit gjørt? Hvussu í víðu verð skulu vit kunnu liva og búgva í hesi lítlu kroys­ ini? Ja, tá ivaðist eg eina lítla løtu. – Og veitst tú hvat, ­ eg svav ikki ta náttina, tí eg lá bara og hugs­ aði um vit nú høvdu tikið røttu avgerðina ella ikki, greiðir Rannvá brosandi frá. Men eftir at hava búð her síðani í mars mánaði í fjør, eru bæði hon og maðurin sera væl nøgd við alt í íbúðini. – Hetta er besta avgerðina sum vit hava tikið, siga Rannvá og Eyðálvur við ein munn. Framhald á næstu síðu UMTÓKTAR Fólk eru longu flutt inn í tær fyrstu 24 íbúðirnar. Nú verður arbeitt við næsta byggistigi, har fleiri teirra eru seldar Mynd: Jens Kristian Vang