mikudagur 22. september 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
24
Sosialurin
Hús & heim
Snorri Brend
Runavík: – Vit búðu frammanundan
í einum sethúsum, ið stóðu uttar
laga í Rituvík, greiðir Rannvá Niel
sen, sum er ættað haðani, frá.
Hesi vóru rættiliga stór og høvdu
so líðandi eisini nøkur ár á baki, og
mundu tí eisini treingja til ávísar
ábøtur.
– Vit mettu sjálvi, at tað var
tungt at halda tey viðlíka, serliga
tá ein hugsar, um at vit ikki vóru
heilt ung longur og at maðurin ikki
kundi gera tað hann ynskti, orsakað
av sjúku.
– Ja, tað bleiv faktiskt næstan
til tað, at húsini gjørdust ein marra
fyri okkum, staðfestir Rannvá.
Tey fingu tá at frætta um ætl
anirnar hjá VIST09 um at fara undir
bygging av nýggjum og snotuligum
íbúðum í Runavík. Tað vardi heldur
ikki leingi fyrrenn tey komu til ta
niðurstøðu, at ein íbúð í hesum
økinum nøktaði júst teirra tørv.
Og her var veruliga nógv at
koma eftir: Íbúðirnar vóru væl inn
rættaðar við øllum nútímans hent
leikum; tær vóru nýggjar; høvdu trý
kømur, sum júst hóskaðu til eina
familju við tveimum børnum; tær
vóru lættar at koma til; tær vóru
lættar at halda; tær lógu í einum
sera náttúruvøkrum øki, ovarlaga í
Runavík beint við hagan; og so lógu
tær við ein endaveg, har bert tey ið
búgva her, ferðast dagliga.
Tá tey settu seg í samband við
Andreas Andreasen hjá VIST09
vísti tað seg, at tey vóru ov sein.
Fólk høvdu av sonnum tikið hesa
ætlanina til sín, og tí var ein bíðilisti
fyri at ogna sær eina íbúð.
Men hvussu var og ikki: Rannvá
og Eyðálvur fingu kortini eina íbúð,
eftir at hava selt síni egnu hús í
Rituvík.
– Ja, vit eru sera glað fyri hesa
íbúðina, sláa tey bæði fast.
Úr øllum heraðshornum
Tá fólk soleiðis flyta í eitt nýtt
íbúðarøki, er altíð spenningur um,
hvørjir grannarnir eru og hvussu
ÍBÚÐ – Tú kanst ætla, hvussu ørkymlandi
støðan var: Vit komu úr einum stórum
sethúsum í Rituvík og skuldu nú flyta inn
í eina lítla íbúð í Runavík. Alt var kaos,
tí vit høvdu rættiliga nógvar møblar og
annað innbúgv, sum vit als ikki høvdu
pláss fyri longur, sigur Rannvá Nielsen,
sum hevur búð í íbúðini síðani í mars
mánaði í fjør. – Her var bara eitt at
gera hjá mær og manninum: Vit máttu
sortera, sortera og aftur sortera burtur.
Rulla oman
Íbúðin hjá Rannvá og Eyðálvi,
sum bæði eru í 50’unum, liggur
miðskeiðis í Runavík, men er
kortini burtur frá alfaravegi.
Rannvá arbeiðir sum deildarleiðari
hjá TAKS í Runavík, meðan
Eyðálvur er fyritíðarpensjónistur.
Økið, tey búgva í er sera veðurgott,
og liggur beint omanfyri Eysturoyar
Ellis- og røktarheim í Runavík.
Júst hetta hevur eisini verið
orsøkin til eina “interna joke”:
– Tað verður so lætt hjá okkum, tá
vit bæði gerast gomul. Tá kunnu vit
bara rulla oman á røktarheimið, siga
Rannvá og Eyðálvur við einum brosi.
Tað bleiv
næstan til
tað, at húsini
gjørd ust ein
marra fyri
okk um
Okkara best