Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 Sosialurin Hús & heim ta avgerð alt man fara at spæla av. Bæði Rannvá og Eyðálvur eru sannførd um, at tey kundu ikki fingið betri grannalag enn hetta. Fólkini øll koma sera væl útav tí hvørt við annað, hóast her búgva bæði familjur við børnum og fólk í eftirlønaraldri, – og koma haraftrat úr mongum ættum, m.a. eisini úr høvuðsstaðnum. – Tey úr Havn síggja helst fram til, at Skálafjarðartunnilin skal koma upp, beint niðanfyri her vit búgva, vísir Rannvá á. Tey bæði fluttu inn í mars mán­ aði í fjør, og vóru tey seinastu í hesum byggistigi, sum fevndi um 24 eindir. Men líkt er kortini til, at hetta slagið av íbúðum er sera væl umtókt, tí longu nú eru teir í ferð við at byggja aðrar íbúðir í nánd av teirra. – Jú, Andreas og teir hava helst rakt seymin á høvdið við hesi verkætlanini. Vansi ella vani Eru fyrimunir við at búgva á einum staði, kundi tann uttan fyri­ standandi rokna við, at hetta fór at hava ávísar vansar við sær. Fyri Rannvá og Eyðálv er kortini ikki talan um nakran vansa at búgva her í Æðugøtu. – Nei, talan er heldur um ein vana at skula liva so tætt saman við øðrum fólkum, greiðir Eyðálvur frá. Í økinum hava tey skipað seg í eitt felag, ið kallast “Við á”, og her hevur ein gjørt ávísar reglur um, hvussu øll skulu kunnu liva saman í økinum á allarbesta hátt. Her verður til dømis nevnt um leysgangandi húsdjór; um mark fyri hvat gerast kann við húsini uttan; og annað sum einum ikki nýtist at hugsa so nógv um, tá ein býr í sethúsum á egnum grundøki. Skipanin er somuleiðis hon, at fólk kunnu fáa vindeygu síni vaskað nakrar ferðir um árið. Og so eru útiljósini gjørd soleiðis, at tey tendrast og slókna samstundis sum gøtuljósini. Felagið hjá íbúgvunum ætlar eisini at skipa fyri ymiskum tiltøk­ um fyri at sjóða fólkið saman. Eftir ætlan skuldi ein ruddingardagur vera í summar, men hann varð avlýstur orsakað av vánaligum veðri. – Alt er so nýtt enn, men tað fer nokk at koma, siga tey bæði. snorri@sosialurin.fo 1800 krÓNUr Íbúðin í Æðugøtu 9 er 110 fermetrar stór í tveimum hæddum. Í nið aru hæddini eru m.a. durur, toilett, stova og køkur í einum og goymslu rúm. Í ovaru hæddini er eitt hjúnar­ kamar, tvey sovirúm og eitt brúsurúm, har vaski­ maskina og turkitrumla standa. Eisini er eitt stórt ovastaloft. Uttan fyri er ein skúrur, ið tey kunnu nýta sum goymslu. Skúrurin er eisini rimaður, og kann tí, um ein ynskir tað, nýtast sum hjallur, hóast ein neyvan fær turkað kjøtið nóg væl. Tað sum Rannvá kortini lýsir sum ein tann størsta fyrimunin við íbúðini, er elnýtslan. Íbúðin hevur jú bert tveir útveggir, og er haraftrat hitað upp við el­megi. Tí eru ongar útreiðslur til olju. – Ja, tað er ótrúligt, at ein kann sleppa við 1800 krónum um mánaðin, fyri bæði el og hita, sigur Rannvá Nielsen. ÍBÚÐ – Húsini í Rituvík vóru alt ov stór til okkara tørv. Tí var tað fantastiskt at kunna flyta inn í eina lítla og hugnaliga íbúð her í Runavík, siga hjúnini, Rannvá og Eyðálvur Nielsen Mynd: Jens Kristian Vang Tað verður so lætt hjá okkum, tá vit bæði gerast gomul. Tá kunnu vit bara rulla oman á røktar heimið Á Harra­ gud, hvat hava vit gjørt? Hvussu í víðu verð skulu vit kunna liva og búgva her í hesi lítlu kroysuni