Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 26 Sosialurin Hús & heim Framleiðsla og søla Lýsingartilfar BSV – snikkaravirkið sum gongur á odda BygNiNgssNikkaravirkið Bsv hevur í NæstaN 40 ár giNgið á odda við Nýggjastu og Mest fraMkoMNu tóluM til fraMleiðslu og lakkeriNg av t.d. viNdeyguM, hurðuM og trappuM, eiNs og virkið eisiNi hevur spesialiserað seg í BruNatrygd og tjóvarítrygd Magnus Gunnarsson Søgan hjá fyritøkuni byrjar tann 5. mars 1973, tá Vilhelm M. Johannesen, saman við konuni Marjun, stovnar eitt snikkaravirki undir navn inum Snikkaravirkið í Stoffalág. Virksemið vaks nógv, fyritøkan fekk al­ samt fleiri arbeiðsuppgávur. Hetta førdi við sær at í 1980 varð flutt í nýggjan virkisbygning á Smyrilsvegi, samstundis sum navnið varð broytt til P/F Bygningssnikkaravirkið BSV. BSV hevur gjørt nógvar bygnings­ og inn rættingaruppgávur til sethús, bankar, handlar, skúlar, barnagarðar og aðrar stovnar, um framt innrættingar umborð á skipum. Fyritøkan hevur gingið á odda við nýggj­ astu og mest framkomnu tólum til fram­ leiðslu og lakkering av vindeygum, hurðum og trappum v.m. Virkið nøktar ein og hvønn tørv bæði hvat viðvíkur kvalitetinum á fram­ leiðsluni og góðum tryggum arbeiðs um­ hvørvi hjá starvsfólkunum. BSV hevur spesialiserað seg í brunatrygd og tjóvarítrygd. Hetta verður gjørt við at alt sum verður framleitt lýkur øll krøv til brunatrygdina eins og hongsl og lás eru tey mest framkomnu og tryggastu, sum eru á marknaðinum. Vindeyguni lúka allar treytirnar hjá Brunaumsjón Landsins til rým ingarleið. Virkið er eisini góðkent av Dansk Standard, sum framleiðari av eldverju­ hurðum. Virkið hevur serkunnleika og góðkenning innan lásaskipanir sum t.d. SALTO, EVVA og Ruko. Somuleiðis hevur virkið avtalu um sølu, umvæling og montering av DORMA­ hurðapumpum eins og fyritøkan er sam­ starvpartnari hjá Carl F Service. Í sambandi við at BSV er limur í Forsikring & Pension, verða starvsfólkini javnan dagførd við vitan um alt tað nýggjasta, sum kemur fram innan elektroniskar lásaskipanir. Eis ini skipar fyritøkan fyri skeiðum fyri sínum kundum í Føroyum. BSV­búðin er ein handil við stórum vøruúrvali av besløgum, hongslum, handtøkum og pakningum v.m. Í 2007 var ættarliðsskifti í fyritøkuni, tá sonurin Helgi Johannesen, sum er útbúgvin byggifrøðingur, tók yvir sum stjóri eftir pápan Vilhelm M. Johannesen. Í fyritøkuni eru í dag tilsamans 11 starvsfólk. maggi@sosialurin.fo lakkering – ein tíðandi táttur liðugtgerð av hurð