mikudagur 22. september 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
28
Sosialurin
Hús & heim
Seattle ljósakrúna
frá Halo-Tech
Design
Ljósakrúnan nýtist ikki altíð at vera ein ommusligur krystall-eiturkoppur. Hesin hóskar væl til
minimalistiska stílin, sum nógv velja at innrætta húsini við í dag.
Lagt til rættis: Rigmor Dam
Tips
Hvat nýtt
tey finna
uppá ...
Havi ikki
sæð so
smart...
Bibabath er baðikar til
barnafamiljuna, sum
hevur brúsukabinu,
men kortini vil lata
børnini skvatla
viðhvørt. Tá tú ikki
brúkar baðikarið,
kanst tú leggja tað
saman og krógva tað
burtur.
Soleiðis selir
tú húsini
skjótari...
Húsameklarar eru samdir um, at tað
er nógv lættari og skjótari at selja eini
hús, sum taka seg væl út á myndum
og tá fólk koma til framsýning.
1. Lufta út
Heimið skal vera ljóst og lætt. Lufta væl út, pussa
vindeygu, vaska gólv og støva av.
2. Hugna um
Hugna um við frískum blómum, tendraðum
stearinljósum, góðum anga og kanska enntá eldi í
grúgvuni.
3. Lat innbúgvið standa
Ikki tøma húsið heilt, tí so kennist tað deytt. Lat
nakrar møblar standa eftir. Tó ikki so nógvar, at tað
sær yvirfylt út.
4. Ger neyðugar ábøtur
Um eitt vindeyga er uppetið av roti, fokuserar keyp-
arin bara uppá tað. Brúka nakað av peningi til at
umvæla ógvusligar skaðar og lýti.
5. slepp ljósinum inn
Ljós skapar lív og gleði. Lova dagsljósinum inn og
tendra ljósið í myrkum krókum. Fríska húsini upp við
ljósari máling, bæði innan og uttan.
6. pent uttanum
Nýsligið græs og ruddiligt uttanum hevur góða
ávirkan.
7. Krógva djórini
Øll eru ikki so glað fyri húsdjór. Fá onkran at ansa
hund inum og goym onnur djór av vegnum.
8. set ein skilagóðan prís
Set heldur prísin í lægra lagi, tí so koma fleiri at
hyggja hjá tær fyrst
9. Brúka netverkið
Hóast tú kanska hevur ein húsameklara, kanst tú
skunda undir søluna við at lata onnur vita, at tú selir.
Bið grannarnar reklamera eitt sindur og sig eisini frá
millum vinir og á Facebook.
10. Far út
Ikki vera til staðar, tá møguligir keyparar hyggja at
húsinum. Tey tora ikki at spyrja um alt, tá eigarin er
til staðar.
Glaðar
klemmur
Smart snið og glaðir litir. So verður
tað ikki stuttligari at heingja klæðir
út á snór. BB 10 klemmurnar halda
væl, rukka ikki klæðini, detta ikki
sundur og rusta ikki.
Crazy Mugs er hóskandi navn til hesir spildurnýggju retrokopparnir frá Stuff Design of
Scandinavia. Í røðini eru trý ymisk mynstur, í tveimum litsamansetingum. Fáast við og uttan
honk, í gávueskjum við fýra í hvørjum.
Klikkaðir retrokopper fra Stuff