mikudagur 22. september 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
Sosialurin
Hús & heim
GOTT RÁÐ Summi elska at ganga á loppumarknaðinum,
har alskyns ting og møblar eru at finna.
Ofta hava møblarnir tørv á eini hjálpandi hond, men
hvussu ger ein tað, um ein hvørki er handverkari
ella ætlar at tað skal kosta ov nógv?
SPURNINGURIN er, hvussu ein gevur teimum
gomlu og lakeraðu møblunum nýtt lív?
SVARIÐ uppá spurningin er sera einfalt,
sambært boligmagasinet.dk:
Hesir antikku møblarnir eru allir gjørdir av góðum tilfari. Við
at knubba og polera møblarnar, sum hava mist lakkið, við
hvítari vaselinu, fæst eitt sera vakurt og yvirraskandi úrslit.
Møblarnir koma nærum av sær sjálvum at
síggja út sum vóru teir ný-lakeraðir.
Tak mynd av
minnis seðlinum
GOTT RÁÐ Ert tú vorðin troyttur
av keði ligum uppslagstalvum,
er møguleiki at fáa sær
eina aðra úr akryl.
Eitt gott hugskot er síðani at deila hana upp í øki við litføgrum
klistribandi. Haraftrat ber til at festa nakrar knagar niðast, at
brúka til lyklar og aðrar smálutir, sum annars hava lyndi til at
blíva burtur.
Tá ein so fer til handils kann ein bara taka mynd av innkeyps
seðlinum frammanundan við fartelefonini, soleiðis at ein altíð
hevur listan beint við hondina.
Tá ein so kemur aftur til hús, kann ein bara viska tað út á
talvuni sum varð keypt, og síðani lata restina standa soleiðis til
næstu handilsferðina.
LISTI
Ein snøgg uppslagstalva, sum eisini gevur góð
hugskot til skipan av innkeypunum
Mynd: boligmagasinet.dk
ANTIKK
Tað er lætt og bíligt at fáa eitt gamalt borð sum nýtt
Mynd: boligmagasinet.dk
Snøgga træ
møblarnar
bíliga
Lagt til rættis: Snorri Brend