mikudagur 22. september 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
30
Sosialurin
Hús & heim
Snorri Brend
Danmark: Eigur tú eini lítið hugna
lig hús frá sekstitalinum? Og ert
tú fullkomuliga tómur fyri góð
hugskot til tess at hugna um tað?
So kann fyrsta stigið vera at taka
við nøkrum góðum ráðum frá Trine
Andersen.
Hon búði fyrst í eini íbúð
miðskeiðis í Århus. Men fyri fáum
árum fluttu hon og maðurin,
Martin inn í eini arkitektteknaði
hús frá sekstitalinum í Brabrand
ein avgerð, sum varð gjørd við
kærleika til tey gyltu 60’ini og ikki
av neyð.
– Øll húsini vóru í orginalum
standi, og tað rakti beinanvegin við
okkum. Vit høvdu ein dreym um at
seta okkara egnu merkir á húsið,
men vit vistu samstundis, at vit
vildu varðveita nógvar av teimum
orginalu smálutunum, sigur Trine
Andersen.
Egin tørvur
Trine og maðurin, ið bæði arbeiða í
Ferm Living hava sama áhuga fyri
sniðgeving, handverki og møblum.
Tí kunnu tey, uttan at blunka, reypa
av at tað neyðuga arbeiðið við at
seta tey 192 fermetrar stóru húsini
í stand, hevur verið ein stuttlig
verkætlan.
Meðan Martin finnur møblar
nar á netuppboðssølum, nýtir
Trine tíðina at finna uppá og
skapa lutirnar frá grundini, ann að
hvørt á teknibrettinum ella seymi
maskinuni.
– Eg eri kanska eitt sindur
óskipað, og geri vanliga ting út frá
einum persónligum tørvi, og so
kann eg næstan altíð brúka hesi
tingini profesjonelt aftaná, greiðir
hon frá.
Tann heilt persónligi tørvurin
var eisini júst tað, sum var orsøkin
til stovnanina av Ferm Living.
– Fyrsta útgáva okkara av tapet
um kom fram, tí vit sjálvi høvdu
tørv á nýggjum tapeti í okkara
gamla
sovikamari.
Eg
kundi
simpelt hen ikki finna eitt einasta
vakurt sniðgivið tapet í øllum
Århus, sigur Trine.
Og hon leggur aftrat:
– Eg mátti tí fara allan vegin til
Keypmannahavnar, har ein rulla av
tapeti kostaði eina rúgvu. Tí setti
eg meg niður fyri at sniðgeva eitt
tapet sum kostaði einar 500 krónur
fyri rulluna.
Tapetini hjá Trine vóru bæði
einføld og naiv. Men so mikið meiri
hava tey gjørt sítt til at fyritøkan
er vorðin kend og haraftrat hevur
fingið góð ummæli úti í heimi.
– Eg eri ógvuliga rastleys, tá
talan er um innrætting. Tað kann
altíð gerast betri, og eg verði
troytt av at hyggja eftir míni egnu
framleiðslu, bæði heima við hús og á
arbeiðsplássinum. Eg seti tí eitt nýtt
tapet upp hvørt hálva ár, tí eg vil
allatíðina hava tað nýggjasta heima
við hús, sigur Trine Andersen.
snorri@sosialurin.fo
Púra vekk í tapeti
INNRÆTTING – Nýggj tapet og tekstil verða nógv brúkt í heimum hjá Trine Andersen, stovnara
og sniðgeva í tapetfyritøkuni Ferm Livings. – Eg seti eitt nýtt tapet upp hvørt hálva ár, tí
eg vil allatíðina hava tað nýggjasta heima við hús, sigur hon við Boligmagasinet
Vit høvdu ein dreym um
at seta okkara egnu merkir
á húsið, men vit vistu sam
stundis, at vit vildu varðveita
nógvar av teimum orginalu
smálutunum
- Eg vil altíð hava tey nýggjastu tapetini heima við hús, sigur Trine
Andersen, stovnari og sniðgevi í fyritøkuni Ferm Living (innsett í myndina)
Mynd: boligmagasinet.dk
TAÐ NÝGGJASTA
INNRÆTTING
Tapet kann broyta eitt rúm fullkomuliga,
soleiðis sum hetta kamarið er eitt gott dømi um
Mynd: boligmagasinet.dk
Eg
seti tí eitt
nýtt tapet
upp hvørt
hálva ár,
tí eg vil
allatíðina
hava tað
nýggjasta
heima við
hús