mikudagur 22. september 2010síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
40
Sosialurin
Firmakappingin á Rás2 verður skipað í fimm lokaløki. Suðurøkið (Suðuroy og Sandoy),
Vesturøkið (Kvívík, Leynar, Vestmanna og Vágar), Høvuðsstaðarøkið (Kollafjørður, Hoyvík,
Tòrshavn, Argir og Nólsoy), Eysturøkið (Sundalagið og Eysturoy) og Norðurøkið (Norðoyggjar).
Kostnaður fyri luttøku
er kr. 500,- við MVG
Tilmelding:
firmakapping@ras2.fo
20 fólk
Besta
fyritøkan
vinnur eina ferð
við Norrønu fyri
Firmakappingin
Sjúrður Skaale
Fólkaskúlalógin
javnsetir
prestar og lærarar. Hon
virðir ikki tann átrúnaðarliga
pluralitetin í samfelagnum.
Og sambært lógini er ikki
undirvísingarskylda í kristni.
Er hetta í lagi?
Spurningurin um hvørja
støðu religión skal hava í
skúlunum, hevur í mong ár
elvt til stórt kjak um allan
heimin.
Úr einum filosofiskum
sjónarhorni verður tosað
um markið millum vitan og
trúgv. Við støði í pedagogikki
og mannarættindum verður
bæði tosað um at verja
børn móti indoktrinering,
og at tryggja rættin hjá
minnilutum.
Úr
einum
mentanarligum sjónarhorni
verður tosað um siðvenju.
Og úr einum sosiologiskum
sjónarhorni verður tosað
um vandan fyri, at samfeløg
detta sundur, um øll ikki fáa
somu undirvísing.
Í fleiri londum londum
– serliga í USA – eru sterkir
bólkar, sum seta menningar
læruna undir trýst, og vilja
hava teoriiina um “Intelligent
Design” (ID) heilt ella lutvíst
setta í staðin í skúlunum.
Hetta stríð hevur í USA
havt við sær rættarmál, har
dómarar hava gjørt greitt, at
undirvísingin í almennum
skúlum skal byggja á vitan;
ikki á trúgv. Men kjakið er
ikki tagnað av teirri orsøk,
m.a. tí tað er sera trupult
fyri ikki at siga ómøguligt
at siga, hvar markið millum
vitan og trúgv skal setast.
Í Europa endaði kjakið
um religión í skúlunum
tann 3. november í fjør í
Mannarættindadómstóli
num í Strasbourg, tá ein
dómur varð sagdur, sum
síðani er vorðin snúnings
depil kjakinum: Dómurin
gjørdi greitt, at smáir krossar
– crucifix – ikki skulu hanga í
skúlastovum í Italia.
Sambært
dóminum
er krossurin eitt katólskt
súmbol. Slík súmbol hoyra
ikki
heima
í
almennum
fólkaskúlum,
tí
almenna
skúlaverkið
skal
tryggja
næmingunum neutrala og
objektiva frálæru, sum byggir
á vitan. Skúlaverkið skal ikki
evangelisera; skúlaverkið ikki
boða nakra trúgv.
Kristindómurin
er karmurin
Dómurin í Strasbourg var alt,
alt ov kategoriskur.
Skúlin
skal
sjálvandi
stremba eftir at geva børn
unum eina læru, sum er
neutral, objektiv og grundað
á vitan. Hinvegin er tað bæði
náttúrligt og neyðugt, at
skúlaskipanin byggir á og
endurspeglar ta siðvenju og ta
mentan, sum hon virkar í. Og
mentanin í vesturheiminum
byggir í sera stóran mun á
kristindóm. Bara í verkunum
hjá Shakespeare eru til dømis
1300 tilsipingar til bíbilskar
tekstir. Tað má síggjast aftur
í skúlanum.
Føroyska fólkaskúlalógin
sigur, at skúlin skal geva
næmingunum eina ”kristna
og siðalagsliga uppaling”.
Harumframt
er
siður
í
føroyska fólkaskúlanum, at
hava morgunsang áðrenn
undirvísingin byrjar. Tá vit
hava í huga føroyska siðsøgu,
munnu tey flestu halda, at
hetta fellur hetta røttu megin
tað, sum er rætt og rímiligt.
At "kristnikunnleiki" er
ein lærugrein í skúlanum,
er eisini náttúrligt. Kristin
dómurin hevur í øldir verið
tann
avgerandi
fatanar
kringurin. Tað sæst eisini
aftur í okkara dagligu talu.
Hvønn dag, í øllum viður
skiftum, brúka vit myndir
úr Bíbliuni í okkara dagligu
talu. Vit taka til at "Tað er
sum Dávid móti Goliath",
"hann hevur eitt Jobs tol",
"tað er sum at kasta perlur
fyri svín" o.m.a.
Nógvir av okkara siðum
stava frá kristindóminum,
okkara álmanakki byggir
á kristindómin, og bæði til
vitað og ótilvitað eru okkara
hugsanir grundaðar á somu
læru.
Tí eigur kristni sjálv
andi at vera ein partur av
undirvísingini fólkaskúlan
um, sum skal geva okkara
børnum "alment dannilsi".
Skulu vit skilja hvørji vit sjálv
eru, er vitan um kristindóm
líka
týdningarmikil
sum
vitan um søgu.
Á sama hátt sum tað
krevur vitan um islam at
skilja Miðeystur, krevst vitan
um kristindóm fyri at skilja
vesturheimin.
Ein javnvág skal finnast
Spurningurin er so, hvussu
hetta skal gerast í skúlanum.
Og her hava vit ikki
altíð verið so heppin í
Føroyum. Í staðin fyri at gera
"kristnikunnleika" til eina
inkluderandi lærugrein, er
hon gjørd ekskluderandi.
Ein ávís fatan av kristin
dóminum varð í farnu øld
politiskt vald út sum tann
"rætta". Hetta hevði m.a.
við sær, at fólk, sum hoyrdu
til Brøðrasamkomuna, ikki
sluppu at undirvísa. Tey
ráðandi
viðurkendu
ikki
tann pluralitet, sum við
Brøðrasamkomuni var komin
í samfelagnum.
"Berufsverboot" er eitt
ógvusligt orð men sann
leikin er tíverri, at politikkur
in bar á tað borðið: Fólk, sum
høvdu eina ávísa religiøsa
sannføring, sluppu ikki at
útinna eitt ávíst borgarligt,
alment starv.
Inntil fyri einum 25 áru
síðani var eisini vanligt, at
børn, hvørs foreldur hoyrdu
til Brøðra ella Hvítusunnu
samkomuna fóru út, tá undir
víst varð í kristnikunnleika.
Kósin
var
altso
eks
kluderandi.
Framvegis eksklusión
Hóast mangt er broytt, er
kósin framvegis ekskluder
andi, juridiskt sæð.
Í fyrsta lagi krevur fólka
skúlalógin, at undirvísingin
í kristni skal samsvara við
fólkakirkjunnar evangelisk
luthersku læru.
Í
øðrum
lagi
kunnu
foreldur, sum hoyra til fólka
kirkjuna, lata ein prest átaka
sær skúlans uppgávu í hesum
faki.
Í triðja lagi kunnu foreldur,
sum hoyra til eina fríkirkju,
lata
sítt
trúarsamfelag
átaka sær skúlans uppgávu
í kristni.
Í fjórða lagi kunnu for
eldur, sum ikki hoyra til
fólkakirkjuna, heilt sleppa
sínum børnum undan at læra
um kristindómin.
Lagt verður sostatt upp
til, at kristnikunnleiki ikki
bara snýr seg um frálæru
um kristindómin, men at
tað eisini verður prædikað
í samsvari við læruna hjá
fólkakirkjuni. Vissuliga er
markið millum frálæru og
prædiku trupult at seta
men her verður tað tikið
heilt burtur. Lógin ásetir, at
undirvísingin skal samsvara
við læruna hjá eini ávísari
kirkju, og hon javnsetir
prestar og prædikumenn við
lærarar í skúlanum.
Vit hava trúarfrælsi í
landinum, og við hesum
ásetingum ber ikki til at
krevja, at øll foreldur lata
síni børn ganga til kristni í
skúlanum. Tað er sjálvsagt
orsøkin til, at kristni sum
tann einasta lærugreinin
kann veljast frá. Líka
so lítið sum nakar kann
tvingast at senda síni børn í
sunnudagsskúla, kann nakar
tvingast at senda síni børn til
kristni í skúlanum, um henda
undirvísing kann javnsetast
við ein sunnudagsskúla.
Ymisk signal
Onkur vil siga, at at hetta er
ógvuliga akademiskt, og at
tað als ikki er nakar trupul
leiki í veruleikanum.
Fyrrverandi
formaður
Lærarafelagsins,
Magnus
Tausen, hevur í útvarps
sending sagt, at í lærugreinini
kristni skal skúlin geva
børnunum kunnleika um
kristindómin – men skúlin
skal ikki prædika.
Landsstýriskvinnan
í
mentamálum, Helena Dam
á Neystabø, hevur ført somu
sjónarmið fram.
Tað er gott, at politiski
myndugleikin og Lærara
felagið hava henda hugburð.
Og tað er eingin ivi um, at tað
eisini er hetta, sum í flestu
førum verður gjørt.
Men allir lærarar gera ikki
tað sama og allir politikarar
meina heldur ikki tað sama.
T.d. dylur Miðflokkurin ikki
fyri, at í skúlanum skal trúgv
koma fyrst og vitan aftaná.
Tí eiga vit í lóggávuni at
senda eitt greitt signal um,
hvat vit vilja. Lærarar eiga
ikki at fáa ymisk boð um, hvat
myndugleikarnir halda at
teir eiga at gera, og hvat lógin
sigur, at teir kunnu gera.
Vit hava flutt okkum
langt rætta vegin síðani fólk
úr Brøðrasamkomuni ikki
sluppu at undirvísa.
Nú eiga vit í fyrsta lagi
formliga at viðurkenna tann
pluralitet, sum á hesum øki
er í samfelagnum: Tey flestu
hoyra til fólkakirkjuna, men
nøkur eru eisini ateistar,
nøkur hoyra til Brøðra
samkomuna og onnur til
Hvítusunnusamkomuna.
Skúlin skal læra øll hesi um
kristindómin. Skúlin eigur
prinsipielt at vera inkluder
andi og savnandi, heldur enn
ekskluderandi og spjaðandi.
Vit
eiga
í
lógini
at
finna eina javnvág, har vit
øðrumegin virða mentan og
siðaarv og hinumegin lata
objektivitet og vitan verða
teir varðar, vit ganga eftir.
Eg eri greiður um, at eitt
kjak sum hetta skjótt kann
verða misbrúkt av ávísum
kreftum í eini roynd at
stigmatisera fólk og flokkar.
Men hetta eru spurningar,
sum verða viðgjørdir um
allan heimin, og vit eiga eisini
opið at kunna kjakast um,
hvørja kós vit vilja halda. Tí
havi eg tikið spurningin upp
til orðaskiftis á tingi.
Kristindómur skal vera fyri øll