Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 39 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 T eir tríggir brøðurnir í Uppistovu á Trøllanesi, haðani Símun Jóhan var ættaður, høvdu ein sátt­ mála við nøkur hús í Mikladali. Teir vóru har um veturin og róðu út fyri ein sáttmála, sum var hálvan part til húsið fyri uppihald, og hálvan áttu teir sjálvir. Heimadagar vóru teir í torvi og tóku lut í øllum fyrifallandi arbeiði. Pápi helt til í Norðnastovu, tá ið hann róði út í Mikladali. Báturin kallaðist »Dúvan«, sum var eitt seks­ mannafar. Líggjas úti í Húsinum var formaður. Eg minnist bara pápa umtala hesa tíðina sum ta bestu í lívinum. Einaferð høvdu teir verið heima í Keldum, sum er einasti dalur vestanfyri á Kalsoynni. Her høvdu teir stungið fliður. Sum unglingum líkt, høvdu teir stiklað grót á veg norðaftur. Ov illa var ansað. Ein steinur fór á frágarðin á Liðarætt. Morgunin eftir gevur gamli Líggjas fjallboð. Tað var lítið um teir, men tað spældi væl av. Tá ið Líggjas sá, hvussu vorðið var, helt hann fyri, at HANN var góður sum verjir. Hevði alt hetta grótið komið á okkum og gonguna, so kundi lættliga havt verið skaði. Líggjas Henda frásøgn er eftir pápa, Óla á (Trølla)Nesi og Magnus í Hússtovu í Mikladali. Magnus gjørdist annars 99 ára gamal. Teir høvdu báðir róð út sum ungir við Líggjasi Úti í Húsinum í Mikladali. Hann var ein tiltikin útróðrarmaður, men heldur treiskur av lyndi. Teir søgdu, at siður var, at á lágætt var ikki farið, um 6­mannafarið ikki kundi føra fult segl út á oyggjar. Men teir plagdu at siga, at Líggjas hevði segl av 4­mannafari á »Stjørnuni«, sum var eitt 6­mannafar. So eingin skuldi siga, at teir ikki kundu føra fult segl út á Oyggjar, sum teir kallaðu tað. Líggjas hevði eisini eini kálvakík við so víðum tøppi, at hann kundi stoyta sjógv í hann til at kjølfesta bátin, um tað var ov nógvur vindur, so skilamaður hevur verið. Tað, sum her skal sigast frá, er ein útróðrarferð um summarið. Tað var tískil ikki ring árstíð til veður, men vindur á lágætt kann eisini vera frískur, sjálvt á sumri. Róðu í andróðri fleiri samdøgur Hendan dagin, her skal sigast frá, fóru Ólavur á Brúgv og aðrir Mikla­ dalsmenn til Oyndarfjarðar at av­ reiða, og Ólavur sigur við Líggjas: »Fert tú til útróðrar, far ikki langt. Eg vænti hann kemur lágt við vindi«. Ólavur og teir so til Oyndar­ fjarðar, og tann ferðin gekk væl. Verri var við Líggjasi. Hann fór til útróðrar, lítið mannaður til at fara so langt. Manningin var Líggjas og Jóannes, pápi hansara, sum var gamal, Jóan Pauli á Brúgv, sum var tilkomin, og Olivur bróður Jóan Paula, sum var 12 ára gamal. Hann fór so líka út í Oyðuna meira enn 8 fjórðingar úr landi. Báturin var eitt lítið fýramannafar, men nóg stórur til manningina. Hetta var fríggjadag, teir fóru. Túrurin gjørdist drúgvur, tað bleiv av mesta vindi. Eg veit ikki, hvat klokkan var, tá teir eru setstir til árar. Hugsandi er, at tað hevur verið seinnapartin fríggjadag. Teir róðu so allan tann dagin, alla leygarnáttina, leygar­ dagin og sunnunáttina. Og tá ið Mikladalsfólk komu úr kirkju sunnu­ dagin, sóu tey bát koma siglandi um fjørðin. Tá høvdu teir seglið á undan Havnatanganum á Kunoynni, sum er áraka Mikladal. Tað var so lítil vón um at síggja teir aftur, at menn hveptu seg við at fara oman. Men tá teir kendu bátin og seglið, tóku teir mót til sín og fóru oman at taka ímóti hesum útlúgvaðu monnum. Og rætt var, at tað var lítlibátur við Líggjasi og hansara monnum. Tað mundi onkuntíð hava gingið smátt, tí teir søgdu frá Jóan Paula, at hvørja ferð teir megnaðu at halda bátinum uppí, segði Líggjas: »Nú gongur so væl. Tað gongur ikki frá fyri vestan«. Til endan vóru teir komnir so mikið inn vestur, at teir høvdu seglið á. Onkur av teimum yngru spurdi Líggjas: »Hvar væntar tú vit koma?« skuldi hann svara: »Bara vit koma á Føroyar, so gerst okkurt«. Sum áður er sagt, komu teir inn í Nakkin og stríddu seg suður fyri Havnina ­ tað er eitt stórt loft fyri sunnan Dal á Kunoynni. Hetta man óivað vera ein tann longsti andróður, sum menn har norðuri vita um. Men aftur komu teir, og allir hildu á at rógva út. Vildi ikki hava fisk úr Klaksvík í Mikladali! Til skemtunar kann vera sagt frá einaferð Jóan Pauli kom norður til Mikladals at ferðast. Hann búði síni gomlu ár inni í Klaksvík, og henda dagin fekk hann knettir til døgurða í Mikladali. Fróður spurdi hann, hvør hevði verið á floti. Sagt varð, at fiskurin var úr Klaksvík. Tá legði hann frá sær og helt fyri: »Fisk førdan úr Klaksvík, tað eti eg ikki í Mikladali, har ein kann kasta kíkin fyri støðina«. Fingu rættiliga venjing á smáplássum Alt hevur sína tíð á jørðini, nú verður bátur sjáldan flotaður á flestu brimplássum, tó tey eina­ ferð vóru roknað sum góð útróðr­ arpláss. Eg minnist vit høvdu verið á floti norðuri á Nesi. Tá var rennistrongurin komin úr neystinum og oman í Støðu. Tá helt pápin fyri: »Nú er gaman at búgva á Nesi. Ganga hendur aftanfyri bak niðan aftur, bátur og fiskur fóru í Strongin«. Nú verður bátur ikki flotaður har longur. Nei tað er lættari at tosa um bygdamenning enn at liva har. Men tíbetur er liviligt á Trøllanesi nú, og har eru ungar familjur við fleiri børnum, og tey áttu at fingið rætt til skúla í bygdini. Tá eg var 5 ára gamal fingu vit, Rosenmeyer bróðir og eg, eitt lítið morreytt veðurlamb frá Líggjasi úr Djúpadali, sum vit føddu upp aftur. Eg minnist, hvussu ofta vit vóru heima í Djúpadali og hugdu eftir tí. Tað høvdu vist mong hildið skilaleyst, sum ikki eru von við brattlendi, at lata smádreingir ganga Skorina (millum Trøllanes og Mikladal ), men tað hoyrdi við til menning okkara sum Nesmenn. Útróður í Mikladali Símun Jóhan hevði fleiri frásagnir um útróður. Her er ein teirra: Tað var stríggið at rógva út av Skarði. Hetta er bátadrátturin. Ofta var tyngsta takið, tá ið slabbið við árunum var av Hendan myndin lýsir væl, hvussu tað var at ferðast hjá teimum á Trøllanesi Trøllanesmenn hildu tað vera lættari at rógva út úr Mikladali enn Trøllanesi. Men hetta var nú heldur ikki so heilt lætt, sum henda myndin av bátadráttinum í Mikladali vísir Komandi partur Á Trøllanesi upplivdu tey eisini, at tað var meira millum himmal og jørð enn