mikudagur 22. september 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
38
Miðvikan
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
2. partur
H
etta var um summarið í 1887,
sum Jóhannus fylti 6 ár í
august, at mamman fór við teimum
fýra systkjunum norð til Skarðs at
ferðast. Eitt er vert at hava í huga,
sum eingin hugsar um nú á døgum.
Tað var ein tarvur í hvørji bygd, og
ikki allir vóru spakir heldur. Tað
var ikki óvanligt, at teir høvdu hug
at ganga eftir fólki, og var tað ein
stórur trupulleiki á sumri at ferðast
gjøgnum haga. Tá var heldur einki
ferðasamband sum nú. Jóhannus
plagdi at siga í skemti, at hann
hevði gingið av Eiði og norð á Skarð,
áðrenn hann hevði fylt 6 ár. »Men
satt skal sigast, mamma bar meg
nógv av vegnum«.
Ikki sum við bygdaleiðir
Jóhannus segði frá:
Vit fóru til gongu av Eiði út á Oyrar
og fingu so skjúts av Oyri til Sela
traðar, tí áirnar vóru so stórar at
fara um á Veðranesi. So til gongu
aftur av Selatrað út á Strendur.
Har á Høvdanum á Strondum,
átti mamma ein beiggja, Símun á
Høvdanum. Har gistu vit so nakrar
dagar. So ein góðveðursdag róði
mammubeiggi okkum inn undir
Gøtueið. Hann helt, at tað var
so gott veður, at hugsandi var at
kunoyingar vóru úti í Vík í torvi.
Og rætt var, vit sluppu við einum
torvbáti til Kunoyar. Har gistu vit
so nakrar dagar. Mamma var ættað
úr Uppistovu í Kunoy og átti eina
systir gifta á Skarði.
Svímaði tá hon
hoyrdi grindaboð!
Nú vóru báðar systrarnar einkjur.
Pápi var burturgingin við átta
mannafarinum
Nesbátinum
á
Eiði. Hesin gekk burtur í 1883 við
8 monnum. Eftir sótu 4 einkjur
og 17 faðirleys børn. Hendan van
lukkan førdi til fyrsta vanlukku
tryggingarfelag í landinum. Árliga
limagjaldið var 2 kr., sum gjørdi tað
møguligt hjá eini einkju at fáa 66 kr.
árliga í 5 ár.
Maður mammusystir á Skarði
umkomst fyri støðni á Skarði við
grindabátinum, sum í 1872 kom við
grindaparti hjá skarðsmonnum, tá
teir skutu at og ein hamarstjølur,
sum lá aftur av bátinum, bar so
mikið við land, at báturin drakk,
og millum teirra, sum sjólótust, var
maður mammusystir. Tað sjólótust
tríggir av teimum fimm, sum vóru
við bátinum. Tað var mammusystir,
sum tey søgdu um eftir hesa
ræðuligu løtu, at hon skuldi svíma,
hvørj ferð hon hoyrdi tey rópa
grindaboð.
Tað var hon, sum varð tikin upp
úr songini, og borin oman í bátin, tá
tey fóru av Skarði med alla í 1919.
Dina Wolles, kona Berint Wolles
pápabeiggja Símun Jóhan, sum var
ættað av Skarði, hevur sagt honum,
at tað var tað einasta sum hon
mintist til, tá teir tóku hesa gomlu,
sum hon bara mintist seingjar
liggjandi. Hon var sett í ein grótleyp
og varð borin oman í bátin.
Jú, mammusystir hevði ikki
bara átt góðar dagar heldur enn
mamma.
Máttu liggja nátt í
Haraldssundi á veg úr
Kunoy til Skarðs
Nú vildi so illa til, at so stórt lop
hevði verið í Skarðsgjónni, at ikki
var gangandi har eina tíð, so vit fóru
til gongu eftir bakkanum úr Kunoy
til Skarðs. Her kann verða nevnt, at
bygdin á Skarði lá beint hinumegin
einasta skarðið á Kunoynni, sum
sær út sum ein kona, sum stendur
á høvdinum. Tað sigst at “konan”
hevur givið navn til oynna. Tað at
farast mátti eftir bakkanum, merkti
at hetta var drúgvasti teinurin av
øllum túrinum. Vit gistu so eina
nátt í Haraldssundi og so aftur til
gongu. Eg minnist, at vit vóru sett
til borðs í Haraldssundi í eini stovu,
sum stóð fyri seg sjálva. Tað var
rættiliga hábærsligt tá á døgum at
vera settur til borðs í hesi stovu.
So væl dugdi Jóhannus
at siga frá
Símun Jóhan tók til, hvussu góður
frásøgumaður Jóhannus var:
Einaferð fóru Óli bróður og eg
norð á Skarð við báti úr Klaksvík.
Eg kann siga, at eg kendi alt aftur,
sum Jóhannus hevði sagt frá, eisini
jarnrekkverkið, sum var til at stiðja
seg við upp ella niður gjøgnum
bakkan, mintist hann.
Jóhannus segði eisini, at so nógv
var av turrari hýsu í einum gróthúsi
niðri á bakkanum, at tað var lagað
í flógv, og mostir hansara segði,
»at vit kundu fáa okkum, tá ið vit
vildu. Tað var vorðið sum góðgæti
hjá okkum smádreingjum.«
Til minnis um túrin hevði
Jóhannus fingið ein lítlan kleyv
hamara frá Símun á Høvdanum og
av Skarði eitt spónalag, sum hann
hevði latið Andrias á Selatrað til
Forngripasavnið í Havn til varð
veitslu. Ein lutur til hetta góða
spónalag er í húsinum í Miklagaði
hjá Jóhannesi. Tað er ein tong til
at taka spónin uppúr tí kókandi
vatninum.
Eg
kann
skoyta
uppí,
at
Johannus segði fyri mær, at fyri at
hornsmakkur ikki skuldi ganga at,
tá ið sopið var heitt, vóru ráðini at
brenna eik at pussa spónin við, tá ið
hann kom úr spónalagnum. Vit áttu
hornskeiðir norðuri á Trøllanesi, tá
eg var barn. Eg minnist, at tær vóru
ymist littar eftir sum hornið hevði
verið. Men tær flestu vóru av ljós
um horni. Tær eru ikki til longur.
Mamma hevði latið tær til børn at
spæla við. Nú tá forngripafelag er
á Eiði áttu slíkir lutir í spónalagi at
verið í varðveitslu her í bygdini.
Hetta var so søgan um ferðina av
Eiði norð á Skarð. Aftur var komið
sama vegin.
Lagnudagurin hjá
bygdini á Skarði
Her skal verða skoytt uppí søgan
um lagnudagin hjá bygdini á Skarði.
Tollaksmessudag, 23. desember 1913
var størsti skaðadagur við árabátum
síðan uml. 1595, og sjólótust 19
útróðrarmenn
hendan
dagin.
Dagurin byrjaði við besta veðri, og
nógvir bátar fóru tíðliga til útróðrar.
Men hann brendi á við kavaroki
av landnyrðingi, og 3 bátar rukku
ikki til lands. Ein bátur úr Kunoy,
»Samløgan«, fórst við 6 monnum,
ein bátur úr Norðdepli fórst við 6
monnum, og Skarðsbáturin fórst
við 7 monnum, og hetta vóru allir
arbeiðsførir menn í bygdini. So
tær, sum høvdu mist menninar við
grindabátinum, mistu synirnar nú.
Hetta gav bygdini deyðamein, og
flutti alt fólkið hagani í 1919. Eftir
hendan skaðadagin sótu 13 einkjur
við 43 børnum undir 15 ár.
Símun Jóhan Wolles:
Ein vika av Eiði til Skarðs
Vit fara í tveimum Miðvikum afturat at endurgeva nakað av tí siðsøguliga tilfari, sum Símun Jóhan Wolles legði
eftir seg. Fyrst er ein frásøgn eftir fosturpápan, Jóhannus í Miklagarði á Eiði, sum Símun Jóhan skrivaði niður
Oluffa og Jóhannes í Miklagarði, sum Símun Jóhan vaks upp hjá. Jóhannes
dugdi væl at greiða frá, og væl dugdi Símun Jóhan at sita undir
Ferðin av Eiði til Skarðs mundi taka eina viku