Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hóast tú bæði var friðarligur og fá­ orðaður, hevði tú eitt óvanliga gott tak á børnum. Børn elskaðu teg, eins og tú elskaði tey. Tú sá tað sum eina stóra æra at verða biðin til gubba, og gekk tú upp í hendan leiklut við lív og við sál. Tú hálovaði øllum tí ið gubbabørnini gjørdu ella søgdu – og hervið gav tú teimum ta dýra­ baru kenslu av at verða einastandandi. Eisini gav tú teimum eina av størstu gávum kærleikans ­ tína tíð. Tú var gubbi at fýra børnum, Djóna, Súna, Ragnhild og Andras, men hóast tú ikki var skrivaður gubbi hjá øllum børnunum í nærumhvørvinum, so virk­ aði tú eisini sum gubbi hjá teimum. Mismun gjørdi tú ikki. Sjálv eri eg mamma at guddóttrini Ragnhild, og dugi eg tí best at siga frá, hvat ið tú var fyri hana. Tú var sera høgt í metum hjá Ragnhild – Jákup var millum fyrstu nøvnini ið hon dugdi at siga, og slapp tú eisini uppí part, tá ið hon skuldi hanga myndir av sínum kærastu upp í barnagarðinum, ella hon fekk hug at sussa í telefon okkurt kvøldi. Í hugaheiminum hjá Ragnhild var tú sterkastur av øllum – hetta komst óivað av øllum lufttúrunum tú gav henni gjøgnum tíðina. Eisini legði tú ofta armar til tá ið Ragnhild, áðrenn hon dugdi at ganga, best dámdi at síggja heimin frá vaksnamanna hædd. Aftur og fram gjøgnum húsini gekk leiðin, og hevði tú hug at støðga á, fekk hon við einum lítlum grenji, beinanvegin sett ferð á teg aftur. Jú, tryggir vóru hesir armar ið altíð loftaðu henni, og sum so ofta ruraðu hana í svøvn. Vanlukkudagin var tú, sum so ofta, hjá okkum og hugdi eftir fótbólti. Tá ið dysturin var av, gjørdi tú av at fara yvir á Toftavatn við hundinum Floru. Veðrið var av tí besta. »Gubbi kemur oman aftur at spæla við Ragnhild, tá ið gubbi hevur verið túr við Floru«, var tað seinasta tú segði, áðrenn tú fór út fyri dyrnar á seinasta sinni. Hetta kvøldið fekst Ragnhild ikki til at sovna, tí gubbi hevði jú sagt at hann skuldi koma. Lítla menniskja grunaði ilt, tí tú var vanur at halda orð. Tað verða ikki einans gubbabørnini ið fara at sakna teg ómetaliga nógv. Vit bæði, tú og eg, eru vaksin upp lið um lið, og havi eg enn ilt við at ímynda mær eina framtíð uttan teg. Sum við børnunum, gavst tú eisini okkum vaksnu tína tíð. Havi til dømis ikki tal á hvussu nógvar útvarps­ ella sjónvarpssendingar, ið tú legði oyrur ella eygur til, tá ið tú visti at evni í sendingini nam eitthvørt áhuga­ mál hjá onkrum av tínum nærmastu. Lættisoppaprát var ikki títt borð, tú elskaði at fáa gongd á kjak við tyngd í. Góða Nina, Herborg og Jóhan Petur, lívið kennist svárt. Tit, ið fyri fáum árum síðani mistu mann og pápa, hava nú eisini mist son og beiggja. Troystin er, at ein dag savnast vit øll aftur heima hjá Harranum. Eg vil hervið, vegna gubbabørnini, lýsa frið yvir minnini um okkara elskaða Jákup gubba, og takka tær Gud, fyri lán av tí deiliga menniskjanum Jákupi Olsen. Kirstin Til minnis um okkara elskaða gubba Jákup Olsen føddur 31.07.1984 - deyður 04.04.2010 85 ára føðingardagur Hósdagin 23. sept. fyllur Diana Klein, Fuglafjørður, 85 ár. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum Tabor leygardagin frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Sunnudagin 12. sept. fylti Petur Danielsen, Hósvík, 80 ár. Dagurin verður hildin 23. sept. á Giljavegi 40 frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur Sunnudagin 26. sept. fyllur Fríborg Danielsen, Tvøroyri, 80 ár. Dagurin verður hildin á Suðuroyar Ellis­ og Røktarheimið. Tey ið ynskja at heilsa uppá Fríborg á føðingardegnum, eru hjartaliga vælkomin á Ellisheimið eftir kl. 14 sunnudagin. 80 ára føðingardagur 14. okt. verður Jonna á Posthúsbrekkuni, 80 ár. Dagurin verður hildin fríggjakvøldið 15. okt. kl. 19 á Seglhúsloftinum. Tey ið vilja heilsa uppá hana verða biðin um at siga frá innan 7. okt. á tel. 572239 ella 372201. 70 ára føðingardagur Sunnudagin 26. sept. verður Alma Joensen í Haraldsundi 70 ár. Dagurin verður hildin hjá Magnus Paula og Onnu Glerfoss, Undir Klakki 32, leygardagin 25. sept. frá kl. 18. 60 ára føðingardagur Leygardagin 25. sept. verður Sigrun Smidt Joensen av Toftum 60 ár. Dagurin verður hildin í Sjócafeini í Runavík við kaffiborði frá kl. 20. Øll eru vælkomin. 60 ára føðingardagur 8. oktober verður Jógvan Martin Mørk 60 ár. Dagurin verður hildin í dansihøllini hjá Dansifrøi sama dag millum kl. 14 og kl. 20. Tey, ið hava hug at gleða Jógvan Martin við at koma, verða vinaliga biðin um at siga frá á tlf. 316125/214753 ella senda til jm0810v5@skulin.fo í seinast lagi fríggjadagin 1. okt.