Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 36 Sosialurin Hús & heim Snorri Brend Danmark: – Hitapumpurnar standa snøgt sagt ikki mát. Tað staðfestir Michael Reuss, verkætlanarleiðari á Center for Energibesparelser (fyrr Elspare­ fonden). Hann er heldur ikki fegin um støðuna á marknaðinum: – Reint anarki valdar á markn­ að inum fyri smáu luft/luft­hita­ pumpurnar, ið verða seldar bíliga í handilsdeplum og byggibúðum. Hesar hitapumpurnar lúka eftir øllum at døma ikki tað, ið seljar­ arnir siga, at tær gera, sigur hann sambært Ingeniøren, haðani sev.fo hevur fingið tíðindini. Michael Reuss heldur ikki, at tað hjálpir brúkarunum serliga nógv, at tað á nýggjárinum verður lóg, at luft/luft­hitapumpur skulu vera A­merktar sum trygd fyri, hvussu nógv tær spara á elrokningini. Fupp Í dag er støðan hon, at allir fram­ leiðarar lýsa við, at pumpur teirra hava tað nógv eftirspurda A­merkið. Men eitt stakroyndareftirlit, sum Center For Energibesparelser hevur gjørt vísir, at tað ikki veitir trygd fyri nøkrum sum helst. – Vit hava tikið tríggjar til­ vildarligar bíligar hitapumpur burturúr rúgvuni. Ongin av teimum hevði uppiborið A­merkið, sum tær bóru. Í øllum førum var talan um fupp. – Mest lemjandi dømið var ein A­merkt hitapumpa, sum í roynd og veru bert leyk krøvini fyri eini D­vøru, sigur Michael Reuss. Lars Abel heldur tí lítið um støðuna á marknaðinum í dag. Hann kallar støðuna kaotiska, tí nógvar vánaligar, bíligar pumpur koma á marknaðin. – Mongu klagurnar, sum vit hoyra frá bæði privatum og fyritøkum bera í sær, at øll vinnan fær ilt orð á seg, og tað ber als ikki til. Bæði Lars Abel og Michael Reuss finnast tí harðliga at lyftunum hjá seljarunum um at hitapumpur teirra kunnu hita ávís tal á fer­ metrum upp, ofta upp til 150. Slíkar útrokningar geva bert meining, um tú veitst fortreyt ir­ nar. – Púra misvísandi og villleiðandi, sigur Michael Reuss. Og Lars Abel leggur aftrat: – Vit hava fleiri dømi um, at sama hitapumpa hevur heilt ymiskar eginleikar, alt eftir hvør seljarin er! Stuðul frá veitarum Teir báðir fáa undirtøku frá Jørg­ en K. Nielsen, stjóra í Dansk Energis Brancheforening, sum er áhugafelag hjá veitarum av upp­ hitingarútgerð. – Tað er óveruligt at kunna hita eina íbúð uppá 150 fermetrar upp við eini luft/luft­hitapumpu, sigur hann. Sjálvt um hitapumpurnar lúka formligu krøvini fyri at fáa A­merkið, so avspeglar tað ikki, hvussu effektivar tær eru undir donskum viðurskiftum. Merkið verður latið við grund­ arlagi í orkueffektivitetinum við einum hita uppá sjey stig úti og 20 stigum innandura. Hetta er langt frá miðalhitanum í donsku kyndingartíðini. – Kundarnir skulu fyrireika seg til nakað, ið líkist eini helvt av effek tivitetinum undir donskum viðurskiftum, staðfestir Jørgen K. Nielsen. Sambært Energistyrelsen eru umleið 75.000 luft/luft­hitapumpur seldar í Danmark. Snýttir upp um bæði oyru HITI HITAPUMPUR - Danir, sum keypa bíligar hitapumpur í vøruhúsum ella byggibúðum, verða snýttir uppum bæði oyru. Tað heldur í øllum førum Lars Abel, sum er stjóri í áhugafelagnum Varmepumpefabrikanterne i Danmark. Hann kallar støðuna á marknaðinum “kaotiska”, tí nógvar vánaligar og bíligar pumpur koma á marknaðin Tað er serliga luft-til-luft-hitapumpurnar ið eru væl umtóktar millum manna. Í alt eru 75.000 slíkar í Danmark Vit hava fleiri dømi um, at sama hitapumpa hevur heilt ymiskar egin­ leikar, alt eftir hvør seljarin er LUFT-TIL-LUFT Í nógum donskum heimum finnast hitapumpurnar. Serfrøðingar meta tó, at ikki allar standa mát við tað sum verður lovað keyparanum