mikudagur 22. september 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
Sosialurin
Hús & heim
t á okkum
Skjótt og væl gjørt
Millum ár og dag hava teir hjá Buison gjørt
mong ymisk arbeiði. Eitt teirra var neystið hjá
Árnafjarðar Kappróðrarfelagi í 2006.
Um hetta arbeiðið verður skrivað soleiðis:
“At tað hevur gingið skjótt við at byggja
kappróðrarneystið í Árnafirði, kunnu øll
vera samd um. Og onki kemur av sær
sjálvum. Vit hava havt framúr góðar
handverkarar.
Betongarbeiði gjørdi Kanjon. Kanjon
byrjaði uppá betongarbeiði um
mánaðarskifti juni/juli, og síðani fóru
teir í feriu, og komu aftur til arbeiðis 21.
august. Sjálvt um arbeiðið bleiv seinkað
ein mánað, við at betongelementini vóru
seinkað úr Íslandi, ja, so gekk arbeiðið
ómetaliga gott.
Timburarbeiðið, innilokan o.a. gjørdi Buison.
Buison kom á økið í oktober, og tað hevur verið buður
í teimum líka síðani. Teir reistu 7. november, so tit
kunna ætla at her hevur verið ein ótrúlig arbeiðsmegi,
tí tann 21 desember var klárt at hava veitslu í neystinum
við súpan og røstum kjøti.
(Kelda: arf.fo)
– Eg havi arbeitt sum timburmaður síðani 1972, og havi verið við til
at byggja eini 120 sethús hesi árini, sigur Kristoffur Joensen
Mynd: Jens Kristian Vang
ROYNDIR
UMVÆLA
Hóast teir hjá BUISON serliga hava gjørt
seg út til betongarbeiðið, taka teir eisini
onnur arbeiði á seg. Næst á skránni er
ein umvæling av kirkjuni í Árnafirði
Mynd: Jens Kristian Vang