Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-22, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. september 2010síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136 34 Sosialurin Hús & heim Snorri Brend Klaksvík: Gamalt var, at tað skal vera friðarligt á einum sambýli fyri eldri. Men soleiðis hevur ikki verið í sambýlinum í Bøgøtu hesar seinastu dagarnar. Kristoffur Joensen og hinir timburmenninir hjá Buison eru í ferð við at gera ymiskar umvælingar innanveggja. Hóast larmin, hava bæði búfólk og starvsfólk víst stór­ sinni hesa tíðina. – Beint nú er tað timbur, sum vit takast við. Men annars hava vit gjørt okkum meiri út til betong­ arbeiðið. – Hinvegin, so mugu vit taka tey arbeiðini sum vit fáa, sigur Kristoffur, sum vit hittu í einum lítlum steðgi í arbeiðinum, ein regn­ tungan dag í farnu viku. Fyritøkan hevur mong ár á baki, og líkt er til, at tað frættist skjótt manna millum at henda fyritøkan er til at stóla uppá. – Ja, tað er helst so. Vit hava altíð havt arbeiði, so hjá okkum er arbeiðið faktist ongatíð steðgað upp, vísir hann á. Kristoffur Joensen er gamal í garði sum timburmaður. Og tað er ikki frítt, at hesin áhugin gongur í arv: Synir hansara, Egil og Pól Johannes arbeiða saman við pápanum í fyritøkuni, har altso Pól Johannes er stjóri. Hann er í løtuni á bíbliuskúla í Danmark. Smátt og stórt Tær seinastu vikurnar hava teir hjá Buison sum nevnt gjørt ymiskar umvælingar í sambýlinum í Bø­ gøtu. Hetta sambýlið var upprunaliga ikki bygt til hetta endamálið, og hevur tí havt tørv á ávísum umvælingum tey seinastu árini. Arbeiðinum líður so mikið væl, at nú verður ikki leingi aftrat, til tað verður liðugt. – Hetta er eitt av okkara smærru arbeiðum, sum er mett at taka tvær til tríggjar vikur. So nú sæst ein endi á tí, sigur Kristoffur Joensen. Sum lýst aðrastaðni á síðuni kunnu teir beinanvegin aftaná fara undir næsta arbeiðið í Árnafirði. Og tað er ikki frítt, at tað júst eru umvælingar og betongarbeiði, sum fylla nógv í ordrabókini hjá fyri­ tøkuni. Av tí at fyritøkan er so mikið lítil, hava teir ikki roynt at kappast við tær stóru fyritøkurnar, men hava heldur arbeitt saman við øðrum. Hinvegin hevur hetta eisini havt ávísar fyrimunir við sær. – Tað hevur mangan verið so, at hinir taka tey størru arbeiðini, og so taka vit okkum av teimum smærru. Vit hava í øllum førum havt nokk at gera higartil, greiðir Kristoffur frá. Fá sethús Fyritøkan Buison varð stovnað í 2003, eftir at synirnir hjá Kristoffuri vóru útlærdir sum timburmenn. Teir hava síðani tá gjørt nógv arbeiðir í Klaksvík, fyrst og fremst. Men Norðoyatunnilin hevur eisini givið teimum møguleika at taka á seg arbeiðir í meginøkinum, í Havn og Vestmanna, bara fyri at nevna nakað. – Vit munnu hava bygt eini 18­ 20 hús tilsamans, har vit ofta hava arbeitt saman við øðrum, greiðir Kristoffur frá. Her kann til dømis vera talan um stoypingina, ella at teir hava innilokað hús, sum aðrir hava gjørt liðug. Hinvegin hevur Buison eisini royndir í at gera lyklaklár sethús. Gjøgnum árini hava tað sjálvandi verið upp­ og niðurgangstíðir tá talan var um tørvin á hand verk­ arum, og tað hevur eisini merkt ordrarnar hjá fyritøkuni. Í dag eru fá sethús í gerð í Klaks­ vík, men sambært Kristoffuri sær ljósari út. Hann væntar tí, at tað verða fleiri sethús bygd í næstum. – Vit fáa í øllum nógv fleiri fyri­ spurningar frá fólki. Orsøkin kann vera, at fólk hava meiri pening um hendi, ella at tað er vorðið lættari at fáa fígging. – Jú, tað er væl størri áhugi nú, enn bara fyri einum ári síðani, vísir Kristoffur á. snorri@sosialurin.fo Fólk hava álit UMVÆLING – Eg dugi ikki at siga, hví fólk ynskja at júst vit skulu byggja eini sethús ella gera onnur arbeiði fyri tey, sigur timburmaðurin, Kristoffur Joensen hjá fyritøkuni BUISON í Klaksvík. – Tja, kanska er orsøkin hin einfalda, at vit eru gamlir í fakinum, og at fólk hava álit á okkum og hava tí verið nøgd við okkara arbeiði Umvæla kirkjur Tað er tó ikki bert nýggj sethús sum teir hjá Buison hava gjørt, og vóna at kunna gera í næstum. Næsta arbeiðsstað á ordraseðli teirra er í Árnafirði, har kirkjan, ið er frá 1937, skal hava rættiliga umfatandi umvælingar gjørdar. Her skal takið skiftast út; hon skal bjálvast, eins og ætlanin er at gera aðrar neyðugar umvælingar. Kirkjan í Árnafirði er bert tann fyrsta í eini røð av kirkjum, sum fáa vitjan av ídnu handverkarunum hjá Buison í næstu. - Tað standa fleiri aðrar kirkjur í Norðoyggjum fyri at fáa umvælingar gjørdar. 120 hÚS Kristoffur Joensen hevur arbeitt sum handverkari meginpartin av lívi sínum. Hann hevur í roynd og veru arbeitt sum slíkur líka síðani 1972. Tá Kristoffur hyggur afturá lívsstarv sítt, sum higartil hevur vart í heili 38 ár, kann hann staðfesta, at hann sjálvur hevur verið við til at smíða ein hóp av húsum. - Eg haldi, at tey munnu vera eini 120 í tali. Eini eldri hús hava tørv á umvælingum av og á. Her er sonur Kristoffur, Egil Joensen í ferð við bjálvingina í sambýlinum í Bøgøtu Mynd: Jens Kristian Vang BJÁLVA Tað hevur mangan verið so, at hinir taka tey størru arbeiðini, og so taka vit okkum av teimum smærru