mikudagur 22. september 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Mikudagur 22. september 2010 · Nr. 136
Sosialurin
Hús & heim
Snorri Brend
Jarðfeingi hevur seinastu árini
gjørt royndir við jarðhitaskipanum
í Føroyum.
Harumframt hevur Jarðfeingi,
sum ein part av hesum royndum
somuleiðis kannað, hvussu onnur
lond arbeiða við tílíkum skipanum.
Endamálið við kanningunum
var at staðfesta, um møguleikar eru
í Føroyum at gagnnýta jarðarhita til
upphiting.
Og úrslitið av hesum er, at hetta
bera væl til her á landi, sambært
heimasíðuni hjá SEV.
200 metrar niður
Í juni 2008 vórðu tær innleiðandi
mát ingarnar gjørdar.
Hesar skuldu vísa, hvussu væl
teir ovastu 200 metrarnir av undir
grundini kunnu nýtast til upphiting
saman við eini hitapumpu.
Í november 2008 høvdu fimm
úrvald hús virkandi hitaskipan við
hitapumpu og einum ella fleiri 200
metra djúpum boriholum.
Mátingar frá hesum hitaskip
an um eru síðani endaðar sum
grund arlag undir einari tekniskari
frágreiðing, sum svenska fyritøkan
SWECO hevur gjørt saman við
Jarðfeingi.
Niðurstøðan er, at um ávísar
manna gongdir verða fylgdar, er
jarðarhiti úr loddrøttum boriholum
vælegnaður til upphiting av set
húsum og størri bygningum.
Minni CO2-útlát
Í dag er støðan hon, at jarð hita
skipanir taka millum 67 og 75% av
hitaorkuni úr umhvørvinum. Restin
av orkuni kemur frá elveiting.
Hetta merkir millum annað,
at eini vanlig sethús sum brúka
jarðarhita heldur enn oljufýr, lata
millum 3 og 10 tons minni av CO2 út
um árið, alt eftir, um elframleiðslan
er við olju ella við vatni/vindi.
Hetta merkir haraftrat, at meir
íløgan í eina jarðhitaskipan, við ver
andi oljuprísum og elprísum, kann
sparast inn aftur eftir umleið 10
árum.
Má tryggjast
Tíðin er nú búgvin til, at jarðhita
skipanir – sum eitt alternativ til
upp hiting við oljufýri verða gagn
nýttar í Føroyum, metir Jarðfeingi.
– Fyri at hetta skal gerast veru
leiki, er umráðandi at skipanir
verða settar í verk til tess at tryggja
brúkaran og minka um vandan fyri
dálking av umhvørvinum, verður
sagt frá SEV.
Neyðugt er eisini at fylgja ávís
um mannagongdum, tá ið ein jarð
hitaskipan skal gerast, so hon kann
virka eftir ætlan.
Í stuttum kann sigast, at skip
anin má gerast soleiðis, at orku
tørvur og orkuskipan hjá bygn
ing inum, støddin á hitapumpu og
longdin á boriholi samsvara á ein
hátt, sum gevur orkueffektivan og
burðardyggan rakstur alla ta tíð,
bygningurin verður brúktur.
snorri@sosialurin.fo
Jarðarhiti er vælegnaður
til upphiting
ORKA – Jarðarhiti er vælegnaður til upphiting av sethúsum og størri bygningum í
Føroyum. Tað er niðurstøðan av mátingum, sum Jarðfeingi hevur gjørt
Tað er um
ráð andi at
skip anir verða
settar í verk
til tess at
tryggja brúk
aran og minka
um vandan
fyri dálking av
umhvørvinum
Meiríløgan
í eina jarð hita
skipan kann
sparast inn
aftur eftir um
leið 10 árum
Jarðhitaboring uttanfyri skrivstovuna hjá Jarðfeingi í Hoyvík
Mynd: Jarðfeingi.
Bæði sethús og størri bygningar kunnu fáa hita úr jørðini
Mynd: Jens Kristian Vang
BORA
UPPHITING
2011
Vinnumálaráðið arbeiðir
í løtuni við lóggávu um
jarðarhita, sum ætlandi
kemur í gildi 2011.
Henda lóggávan fer fyrst
og fremst at tryggja
brúkaran, sum velur
jarðarhita til upphiting.
Tey, sum longu nú ætla
at fáa sær jarðarhita,
mugu sjálv tryggja sær,
at teirra installatión er
gjørd á besta hátt.