fríggjadagur 24. september 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137
4
Sosialurin
Dansa aftur
í Hósvík
Dansifelagið Fragdin í Hósvík
byrjar aftur sunnukvøldið
Av teimum 16 listafólkini,
sum eru limir í Heys t fram
sýningini, verða við í ár, og
tey umboða nógv ymisk sløg
av myndlist.
Við eru Aggi Ásgerð Ás
geirsdóttir, Andrias Andreas
sen, Hanni Bjartalíð, Hjørdis
Haack, Zacharias Heinesen,
Hansina Iversen, Bárður Ják
upsson. Anker Mortensen,
Olivur við Neyst, Marius
Olsen,
Torbjørn
Olsen,
Brand ur Patursson, Tróndur
Paturs son og Tummas Jákup
Thom sen.
Framsýningin letur upp
leygardagin klokkan 16, og
tað verður Heðin M. Klein,
sum setir framsýningina. Tá
fara eisini Carl Jóhan Jensen
og Einar Má Guðmundssen
at lesa upp egnar yrkingar.
H e y s t f ra m s ý n i n g i n
verður fram til 17. oktober,
allar dagar frá kl. 15 til 18.
Leo Poulsen
Leikbólkurin Stoppleik hóp
ur inn sýnir virðislønta leikin
BóluHjálmar, sum er um
hetta fjølgávaða almúguskald,
ið alla sína tíð mátti líða
undir fátækt, illvilja frá
grannum sínum og órættvísi
frá myndugleikunum. Hann
legði eftir seg stór fing nan
skaldskap, har mót støðu
menn hansara fáa av at vita.
Tríggir leikarar siga merk
isverdu søguna um Hjálmar
við songi, leiki og lótum.
Sýningin hevur hugtikið
báði ung og gomul og fekk
Grímuvirðisløn sum besta
barna og ungdómssýning
í Íslandi 2009. Men leikurin
talar til øll, sum eru opin fyri
hugmyndaríkari og kraft
fullari leiklist við spenningi
og skemti í hóskandi lut
falli.
Leikfelagið er professio
nelt, og hevur 15 ár á baki.
Søgan um Jørund
Tímamótaverksmiðjan sýn
ir leik um Jørund Hunda
daga kong, ið tók valdið í
Ís landi frá danskanorska
konginum og sjálvur gjørdist
einaræðisharri í landinum
bláa summarið 1809.
Søgan um Jørund er ótrú
lig. Hann var fyrsti dani,
sum sigldi kring knøttin,
og harumframt var hann á
stórhvalaveiði í Suðurhøvum,
landkannari
og
njósnari.
Men hann drakk illa og
hevði ta sjúkligu trongd at
spæla um pengar, kom sær
í óføri og varð dømdur í
útlegd í Tasmaniu. Søguna
siga tveir leikarar og tríggir
tónleikarar: Spæl, songur,
dansur og frágreiðing eru
samantvinnað.
Leikstjóri til báðum sýn
ingum er Ágústa Skúla
dótt ir, sum áður hevur sett
leikir upp í Føroyum. Hon
stjórnaði leikunum Í Geyma
eftir Dánjal Hoydal og Hav
gird, sum Royndin í Nólsoy
skrivaði og framførdi. Eisini
hevur hon undirvíst á Leik
listaskúlanum hjá Meg infelag
Áhugaleikara Før oya.
Høvundarnir
til
bæði
leik ritini eru við í tónleika
bólkinum.
Ljótu býttlingarnir
Tónleikabólkurin
Hljótu
hálf vitarnir, tað er Ljótu
býtt lingarnir, er ein hin best
um tókti
tónleikabólkurin
í Íslandi og sigst vera hin
stuttligasti,
gløggasti
og
mest
undirhaldandi
tón
leikabólkurin í landinum.
Framførslur teirra eru
verd ar at uppliva. Sjálvir
siga teir seg bert vera nakr ar
óbúnar býttlingar av Norð
ur landinum, sum royna at
hugna sær saman. Í bólk in
um eru níggju menn, sum
spæla á mong ymisk ljóðføri.
Framførslurnar eru eitt slag
av kabarett, har skemt og
spæligleði liggja fremst í
huga.
Fríggjadagin 24. sep temb
ur kl. 21 spæla Ljótu hálf
vitarnir á Reinsarínum. At
gongumerkini kosta 120 kr.
Leygardagin 25. septemb
ur kl. 15 verða leikirnir
BóluHjálmar og Jörundur
Hundadagakongur
sýnd
ir hvør eftir annan í Sjón
leikarhúsinum.
Samanlagt
vara framførslurnar 2 tímar.
Kl. 21 sama kvøld føra Ljótu
hálfvitarnir fram, eisini í
Sjónleikarhúsinum.
Atgongumerki fyri báðar
sjónleikir kosta 120 kr. fyri
vaksin – 60 kr. fyri børn.
Atgongumerki fyri fram
førsluna
hjá
Ljótu
hálf
vitunum um kvøldið kosta
120 kr.
Kostnaður
fyri
allar
tríggj ar sýningar: 200 kr.
Sunnudagin 26. septembur
kl. 17 verða báðir sjónleikirnir
og tónleikaframførslan sett
saman og sýnd í Roynd ar
húsinum í Nólsoy við hósk
andi steðgi millum sýn ing ar
nar.
Tað er ikki av tilvild, at
sjónleikarar og tonleikarar
ferðast saman á hesi ferðini.
Ein av tónleikarunum í Ljótu
Býttlingunum,
Thorgeiri
Tryggvason, er formaður fyri
Amatørsjónleikarafelagnum
í Íslandi og var tí vertur fyri
NEATAfestivalinum,
sum
var á Akureyri í august.
Og sum nevnt hava limir
í tónleikabólkinum skrivað
leikritini til teir báðar sjón
leikirnir, sum verða sýndir á
ferðini til Føroya.
leo@sosialurin.fo
Dansað hevur verið í
Hósvík í fleiri ár, og tað
eru Matilda og Tom
Niel sen, sum undirvísa.
Í fjør var undirtøkan
sera stór, bæði ung og
gomul, og fólk komu
eisini langvegis hvørt
sunnukvøld at dansa.
Best er um fólk møta
sum dansipør.
Dansirnir eru ymiskir.
Dansispøl,
pardansir,
valsur, raðdansir, kva
drilju dansir, polka og
allir
møguligir
aðrir
dans ir eru á skránni í
vetur.
Dansurin er í bygd
ar húsinum í Hósvík, og
byrjað verður aftur nú
sunnukvøldið. Dansað
verður
síðani
hvørt
sunnukvøld frá kl. 19 til
21 fram til jóla og síðani
til páskar.
Til ber at tekna seg
hjá Ann Christiansen á
telefon 422368/214820.
Heystframsýningin klár
14 listafólk eru á Heystframsýningini, sum
leygardagin letur upp á skipasmiðjuni í Havn
Íslendsk mentararinnrás
Í september fara tveir íslendskir sjónleikarabólkar og ein tónleikabólkur at vitja í Føroyum.
Tey fara at framføra bæði í Tórshavn og í Nólsoy. Bólkarnir leggja stóran dent á at hava tætt
samband við áskoðaran, og stórur dentur verður lagdur á form og undirhaldsvirði.
Íslendski hópurin kom til Føroya við Norrönu í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang