fríggjadagur 24. september 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 24. september 2010
4
VIKUSKIFTI
laksaveiða
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
– Tað ljóðar kanska løg ið, men tað at
fiska er ikki alt. Nei, hjá okkum er tað
vinalagið sum telur allarmest, siga teir
tríggir stutt leika fiskararnir.
Teir tríggir eru týsku brøðurnir við
eftirnavninum Schowerus - tann 71 ára
gamli Hilko og tann 73 ára gamli Evert
- og klaksvíkingurin, Josias Jacobsen.
Teir kunnu allir skriva undir uppá,
at teir ongar ætlanir hava at gloyma
tær gomlu gøturnar ella tað gamla
vinalagið.
– Nei, vit hava hildið sambandið
viðlíka øll hesi árini. Tað hevur givið
okkum øllum sera nógv, sigur Josias
Jacobsen.
Aftur í ár løgdu teir báðir leiðina
til Føroyar og tey kendu laksastøðini
kring oyggjarnar. Teir vóru ein morgun
í farnu viku við Leynavatn og fiskaðu,
tá Sosialurin hitti teir á máli.
Hóast úrtøkan ikki altíð er tann
stóra, tá lagt verður til brots við tráðuni
og fluguni, hevur tað minni, fyri ikki
at siga einki at siga: Vinalagið millum
teir og Josias, og allar hinar stutt-
leikafiskararnar, – TAÐ hevur alt at
siga.
– Ja, tað er so stuttligt, tí ein hittir
allatíðina nýggj fólk sum hava sama
áhuga sum vit. Og soleiðis eru vit
komnir at kenna ein hóp av øðrum
stuttleikafiskarum, siga teir báðir Hilko
og Evert við ein munn.
Her má eg fara
Vinalagið millum Josias og týsku
vinmenn hansara hevur eina langa og
Tað eru Tey mesT løgnu viðurskifTini, ið skapa eiTT vinalag. ein ódnarnátt í
SakSunardali kann føra so mangT við sær, – í hesum føri eiTT 27 ára gamalT
vinalag millum Tveir Týskar Brøður og ein føroyskan sTuTTleikafiskara.
í hesum mánaðinum vóru Teir báðir týSkararnir enn einaferð í føroyum -
fyri aT fiSka sjálvandi, og fyri aT sTyrkja vinalagið við eiTT føroyskT heim
Teir blivu
vinir eina
ódnarnátt
Við lummalyktini
kundi eg skjótt
staðfesta, at støðan var
alt annað enn góð. Alt
fleyt í tjaldinum og teir
báðir vóru í villareiði. Her
stóð illa til
Tað krevur tol, tol og uppaftur meiri tol, tá ein er stuttleikafiskari. Av og á bítur ein laksur ella eitt síl á,
og er tað nóg mikið úrslit av øllum tolinum. Her við Leynavatn er altíð ein møguleiki at fáa fong
mynd: jens kristian vang
mynd: jens kristian vang