Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137 Sosialurin Uml. 250 fólk starvast hjá Posta. Hin 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni til partafelag við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alt virksemi felagsins, er á Óðinshædd í Tórshavn. Á Posta leita vit í løtuni eftir einum dugnaligum fíggjarstjóra til at stjórna okkara fíggjardeild. Tú Títt eyðkenni er, at tú ert ágrýtin og røkkur teimum málum, tú setur tær. Tú megnar at levera mánaðar- og kvartalsroknskapir til tíðina og at stjórna okkara fíggjarstýring á proaktivan hátt. Tað er ein treyt, at tú hevur neyðuga yvirlitið, samstundis sum tú hevur skil á tíðandi smálutum, har tað er neyðugt. Soleiðis ert tú før/ur fyri at luttaka í leiðslu felagsins sum proaktivur partnari á jøvnum føti við tínar leiðslufelagar. Umframt hóskandi royndir og útbúgving hevur tú greiða fatan av møguleikunum innan KT. Á Posta nýta vit Navision til fíggjarstýring og LøttLøn til lønarbókhald. Vit Á Posta fáast vit við flutning, og seinnu árini hava vit á Posta flutt okkum nógv. Umframt kappingarføra løn bjóða vit tær eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og eitt avbjóðandi starv. Tú kanst vænta, at tín ávirkan fer at gera stóran mun á heildina. ? Spurningar um starvið kunnu setast Sofusi Clementsen, stjóra, á tel. 236131. Umsóknir Umsóknir vit avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til sofus@posta.fo í seinasta lagi 26. september 2010. Tendrar tú uppá tøl, og megnar tú at stjórna eini fíggjardeild í menning? So er starvið sum fíggjarstjóri á Posta kanska títt komandi starv... Fíggjarstjóri til Posta Tórsgøta, 100 Tórshavn, tel. 311395, hjakissa@post.olivant.fo Sosialurin 341800 STÓRT ÚRVaL aV NÝGGJUM VETRaR- oG LEðURJakkUM ER HEIMkoMIð Canson a/S Saki aB Carl Gross