Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 24. september 2010 8 VIKUSKIFTI tIl arbeIðIs lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen mynd: vilmund jacobsen Hon er ættað av Kirkju í Fugloy, er 66 ára gomul og koyrir hýruvogn í Havn. Foreldur hennara fluttu av Kirkju til Klaksvíkar, tá hon var 12 ára gomul. Tvey ár seinni flutti familjan til Havnar at búgva. Hon fór í realskúla, og tá hon varð liðug við skúlan, arbeiddi hon eitt skifti í fiski á Bacalao. Í fiskinum treivst hon ikki serliga væl, og hon kundi slett ikki hugsað sær eina tilveru á einum flakavirki alt lívið. 30 ár á TFL Lívsleiðin hjá Elisabeth Egholm gjørdist Tele­ fonverkið, sum núverandi Føroya Tele tá varð rópt. Her starvaðist hon sum telefonistur í eini 30 ár, undantikið tað hálva árið, tá hon sum umleið 20 ára gomul bað um farloyvi og fór til Danmarkar á háskúla. – Mær dámdi væl á Telefonverkinum, har uppgávurnar vóru ymiskar. Tá var skipanin ikki so sjálvvirkandi, sum hon er í dag. Eg tók telefonina, og skuldu fólk hava fatur á onkrum úti á bygd, máttu hesi stillast ígjøgnum, sum vit róptu tað. Sama var, tá fólk skuldu tosa til útlandið. Viðhvørt høvdu vit nokso nógv arbeiði av at skriva fjarrit – og so arbeiddi eg eisini á nummarkall. Elisabeth sigur, at hon hevði nógv góð ár hjá Telefonverkinum. Maðurin, sum unga fugloyargentan giftist við og fekk trý børn saman við, var Magnus Egholm, sáli, sum var ein av stovnarunum og eigarunum av bilstøðini Auto. – Tað vóru 20 ár millum okkum bæði, men hann var lættur á fótum og ungur og lættur í sinni, so aldursmunurin var eingin trupul leiki. Øll, sum hava koyrt í hýruvogni í Havn gjøgnum árini ella kenna søguna aftanfyri bil­ støðirnar í Havn, vita, hvør Magnus var. – Magnus koyrdi hýruvogn í eina hálva øld, og eg vil næstan siga, at hann var vaksin fastur í Auto, sum Elisabeth brosandi tekur til. Í bókini um Auto, sum Magnus Gunnarsson skrivaði um árini 1952­2002, verður sagt um Magnus, at hann varð føddur í Hvalvík í 1924. Áðrenn hann fór at koyra hýruvogn, sum gjørdist hansara lívsstarv, var hann sjómaður. Magnus koyrdi fyri Bilstøðina hjá Finni Hansen í Tróndargøtu, áðrenn hann fór at koyra fyri Bilstøðina í J.C.Svabosgøtu. Tá Bilstøðin hin 1. mai í 1953 varð løgd saman við Taxa, gjørdist Magnus ein av partaeigarunum í nýggja felagnum. At koyra burturav Við manninum gjørdist hýruvognskoyring og bilstøðin Auto ein stórur og týðandi partur av lívinum hjá Elisabeth. – Okkurt skifti sat eg við telefonina í Auto og seinnu árini, meðan maður mín koyrdi, plagdi eg onkuntíð at loysa hann av. Hýruvognskoyring var tí als ikki nakað ókent í mínari verð, tá maður mín gjørdist sjúkur og doyði fyri stívliga trimum árum síðan. Tað eru eini 10 ár, síðan Elisabeth soleiðis byrjaði at koyra hýruvogn. – Eg koyri í bilinum, sum vit keyptu, stutt áðrenn Magnus doyði. Hetta er ein Toyota Avensis, sum er væl egnaður til hýruvognskoyring. Bilurin er rúmligur og hevur stórt viðførisrúm. Elisabeth sigur, at henni dámar væl at koyra hýruvogn, men hon koyrir bara um dagin. – Eg byrji vanliga at koyra um 9­10­tíðina og koyri so til klokkan 17 ella 18. Sambært skipanini á bilstøðini hongur eisini náttarvakt uppi í tí at koyra hýruvogn, men hesum plagi eg at gjalda meg frá, so eg sleppi undan at koyra um náttina. Tað eru gjarna yngri hýruvognsførarar, ið taka náttarvaktirnar. Hon sigur, at fríggjakvøld og leygarkvøld plagar hon at hava avloysara at koyra fyri seg. – Mær dámar eisini best at sleppa undan longum túrum, men tað er eingin trupulleiki, tí tað er nógvir, sum vilja taka hesar túrarnar. Keðilig hending Elisabeth sigur, at fyri nøkrum árum síðan var hon seint eitt kvøldið fyri eini keðiligari hending, tá hon koyrdi fólk, sum var ávirkað av bæði einum og øðrum, sum hon tekur til. Hon hevur ikki hug at siga so nógv um hetta, men leggur dent á, at fólk sum heild eru hampilig og góð at hava við at gera. – Sum hýruvognsførarar veita vit eina tænastu. Fara vit væl við fólki, sum vit sjálvandi eiga at gera, fara tey eisini væl við okkum, og undir vanligum umstøðum gongur alt upp á stás, sum hon tekur til. Elisabeth sigur, at tá maður hennara doyði, var hon sjálv komin so mikið til árini, at hon helst ikki hevði so nógvar aðrar møguleikar enn at seta seg í bilin og burturav fara at koyra hýruvogn. – Sum hýruvognsførari ert tú tín egni harri. Tú eigur bilin og kanst í stóran mun leggja nógv til rættis sjálv. Hetta krevur tó eitt sindur av sjálvdisiplini, tí fert tú ikki út at koyra, tjenar tú heldur ongan pening, leggur hon aftrat. Elisabeth sigur, at sum hýruvognsførari kemur tú at kenna nógv fólk, og tey eru mong, sum koyra regluliga. – Hvussu leingi eg fari at koyra aftrat, veit eg ikki. Tað avgerandi er, at tú kennur teg frískan, at eyguni eru í lagi, og at koyrikortið er uppá pláss, sigur hon. Gekk millum bygdir Sum fugloyingur við ættarbondum á Kirkju, sigur Elisabeth Egholm, at hon ongantíð hevur koyrt bil í heimbygdini ella millum bygdirnar í oynni, sum nú eru samanbundnar við vegasambandi. – Tá eg vaks upp á Kirkju, var eingin vegur mill­ um bygdirnar, og lærarin noyddist at ganga ímillum Kirkju og Hattarvík at undirvísa, sigur hon. Við manninum gjørdist hýruVognskoyring og bilstøðin Auto ein stórur og týðandi partur aV líVinum hjá ElisAbEth Egholm, sum fór at koyra hýruvogn burturaV, tá maður hennara doyði Koyrir ikki á nátt Fakta Navn: Elisabeth Egholm Starv: Hýruvognsførari Besta við starvinum: At hava glað viðskiftafólk Ringasta við starvinum: Náttarkoyring Starvstíð: Umleið 10 ár Starvsfólk: Koyri egnan bil Staður: Bilstøðin Auto –Tað vóru 20 ár millum meg og mannin. Hann var lættur á fótum og ungur og lættur í sinni, so aldursmunurin var eingin trupulleiki, sigur Elisabeth Egholm, sum koyrir hýruvogn í Havn