fríggjadagur 24. september 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Málið gongur heilt aft ur til
august 2007, tá tá ver andi
skrivarin
hjá
Sam bands
flokkinum, Helgi Abra ham
sen, leitaði sær inn á Sansir
fyri at fáa lýs ing arfyritøkuna
at gera nýggj an, dagførdan
faldara til løgtingsvalið, sum
í seinasta lagi skuldi vera 20.
januar 2008.
Tað var sjálvandi gaman
í, og einar fjúrtan dagar
seinni varð tilboðið handað
flokkinum. Tað ljóðaði upp á
159.000 krónur.
Men so fóru søgur at ganga
um ein fólkatingsval í úrtíð,
og tí vildi Sambandsflokkurin
hava tveir faldarar, ein til
fólkatingsvalið og ein til
løgtingsvalið. Flokkurin fekk
so eitt nýtt tilboð fyri tveir
faldarar á tvær ferðir 20.000
stykkir.
Tað var tó ein treyt, at báð
ir faldararnir vórðu prent a ðir
í senn, og bara perm an skuldi
hava øðr vísi tekst, so tað
slapst undan tveim um upp
start um á prent smiðj uni.
Upprunaliga var roknað
við, at løgtingsvalið bleiv í
desember og fólkatingsvalið
í januar, men 24. oktober
skrivaði Anders Fogh Ras
mus sen so val út til 13. no v.
– Hetta setti okkum undir
tíðartrýst, og alt annað varð
tveitt til viks fyri at fáa
faldaran til fólkatingsvalið
lidn an til tíðina. Hetta eydn
aðist, men vit manglaðu
fram vegis tekstin til løg tings
faldaran, og Helgi Abra ham
sen fekk týðiliga at vita, at
um teksturin ikki kom fram,
fór ikki at bera til at prenta
báðar faldararnar í senn,
greiddi Erica Hayfield, ið tá
arbeiddi á Sansir, frá.
Stjórin í lýsingar fyritøk
uni, Lena Lindenskov Mohr,
segði, at í tí løtu bert tann eini
faldarin varð prentaður, fór
upprunaliga avtalan úr gildi.
Treytin fyri, at prentingin
kundi gerast so bílig var júst
hon, at báðir faldararnir
skuldu prentast í senn, so
tað slapst undan fleiri enn tí
eina upp startinum.
19. desember fundur
Eitt punkt í málinum, ið nógv
snúði seg um, var ein fundur,
hildin heima hjá Kaj Leo Jo
hannesen 19. desember. Tað
vísti seg, at hetta var ein
fundur, sum partarnir høvdu
hvør sína uppfatan av.
Lena L. Mohr greiddi í
rætt inum frá, at ósemja tókt
ist vera, serliga millum Kaj
Leo Johannesen og Jóhan
Dahl, um seinni faldarin
skuldi prentast ella ikki.
Jóhan Dahl ivaðist í, um tað
lønti seg at brúka pengar upp
á seinna faldaran, meðan Kaj
Leo Johannesen helt fast við,
at faldarin skuldi prentast.
Lena L. Mohr segði, at Kaj
Leo Johannesen bað um ein
prís fyri at prenta faldaran til
løgtingsvalið, og í høvdinum
roknaði hon leystliga prísin
út til 152.000 krónur við MVG.
Stjórin í Sansir segði eisini, at
eftir at Kaj Leo Johannesen
hevði hugsað seg eitt sindur
um, tók hann av tilboðnum.
Soleiðis
minnast
teir
trígg ir sambandsmenninir,
Kaj Leo Johannesen, Jóhan
Dahl og Helgi Abrahamsen
tó ikki »kaffifundin«, sum
Jóhan Dahl kallaði tað.
Eingin teirra minnist nak
að til nakað munnligt tilboð,
og løgmaður helt tað vera
eitt ánilsi ov nógv, at gjalda
tríggjar ferðir fyri sama ar
beiði.
Allir tríggir søgdu seg bert
kenna til uppruna tilboðið
upp á 174.000 krónur, og allir
søgdu seg halda, at ar beitt
framvegis var eftir tí til boð
num.
Eitt sindur av óskili var
í dateringini. Bæði til boð
ið á 174.000 krónur og tað
upp á 152.000 krónur, sum
sam bandsmenninir
kort
ini ongantíð søgdu seg hava
sæð, vóru daterað 30. august,
meðan tað seinna í veru leik
anum skuldi verið daterað 19.
desember.
Skilt annaðleiðis
Helgi Abrahamsen segði í
sínari vitnisfrágreiðing, at
hann hevði fatað til boð
ið soleið is, at inni hald ið og
perman til fólka tings vals
fald aran skuldi prentast í
ein um, meðan perman til
fald aran
til
løgtingsvalið
so skuldi prentast fyri seg
seinni.
Eisini Kaj Leo Johannesen
og Jóhan Dahl søgdu seg vera
til reiðar at gjalda fyri tað
eyka arbeiði, ið Sansir mátti
hava havt, eins og teir skiltu,
um prentingin gjørdist eitt
vet dýrari enn upprunaliga
ætlað.
Men báðir tóku líka strangt
frástøðu til rokningina á
tær 152.000 krónurnar, sum
Lena L. Mohr segði seg hava
avtalað við teir tríggjar.
Somuleiðis søgdu allir
tríggir seg framvegis arbeiða
eftir uppruna tilboðnum, tí
tað var einasta tilboð, teir
høvdu at halda seg til.
Spurdur, hví hann uttan
fyrilit hevði góðtikið og
goldið fyrstu rokningina upp
á faldaran til fólkatingsvalið,
svaraði Helgi Abrahamsen,
at tað ikki var hansara borð
at góðkenna og gjalda rokn
ingar.
– Men eg hevði góðkent
alt, sum var undir avtalaðu
174.000 krónurnar, segði løg
tingsmaðurin.
Sambandsflokkurin hev
ur goldið fleiri aðrar rokn
ing ar umframt tað upp
runa ligu upp á faldaran til
fólka tingsvalið,
men
teir
høvdu av ógreiðari orsøk
valt at gjalda 26.350 krónur
av einari rokning áljóðandi
43.750 krónur. Hesar 17.400
krónurnar saman við rokn
ingini upp á 152.000 krónur
vóru so grundarlagið undir
stevningini
hjá
Sansum
eftir 169.400 krónur frá Sam
bandsflokkinum.
Royni semju
Í prosedurum sínum argu
men ter aðu
sakfør ar ar nir
hjá Sansum og sam bands
flokk inum, ávikavist Mimi
Steintórsdóttir og Poul Han
sen, fyri sjónarmiðunum hjá
klientum sínum.
Mimi
Steintórsdóttir
vísti á, at sambært Ericu
Hay field var eingin ivi um,
at Helgi Abrahamsen visti
av,
at
uppruna
tilboðið
ikki longur var galdandi, tí
báðir faldararnir ikki vóru
prentaðir í senn, sum annars
var ein treyt fyri tilboðnum.
Hon legði eisini dent á,
at Lens L. Mohr heilt greitt
minnist, at Kaj Leo Jo hanne
sen á fundinum 19. desember
spurdi um prís og fekk eitt
munnligt tilboð upp á ein
faldara til løgtingsvalið –
sum hann góðtók.
Mimi
Steintórsdóttir
undr aðist annars á, at tey trý
vitnini hjá Sam bands flokk
inum mintust so illa.
Poul Hansen vísti á sínari
síðu á, at tað er saksøkjarin
sum skal prógva, at tilboðið
var tikið aftur, og tað hevði
hann ikki gjørt. Eisini vísti
hann á, at fakturin upp á
faldaran til fólkatingsvalið
var dateraður 18. desember,
dagin fyri fundin heima hjá
Kaj Leo Johannesen.
Somuleiðiðs vísti hann
á, at í fakturanum stóð, at
av tí at fólkatingsval var
skrivað út í úrtíð, bar ikki til
at prenta báðar faldararnar í
senn, og at tað var prógv fyri,
at tað framvegis varð arbeitt
eftir upprunaligu avtaluni.
Henrik Møller, dómari,
mælti teimum báðum pørtun
um til at royna semju. Hann
segði, at tað var ikki stórur ivi
um tær 17.400 krónurnar, sum
Sambandsflokkurin vantaði
at gjalda, og hann legði upp
til, at Sansir prógvaði ta
upphædd, ið fyritøkan hevði
lagt út í sambandi við seinna
faldaran – uttan MVG – og
so fekk tað afturrindað frá
Sambandsflokkinum.
Hetta hevði Lena L. Mohr
lítlan hug til. Og hon segði
tað verða respektleyst, um
flokkurin nú fór at ganga við
til eina semju, eftir at hava
avvíst hendan møguleikan
undan rættarmálinum.
Dómarin gjørdi av at út
seta málið í 14 dagar, so sem
ingsroyndin fekk ein møgu
leika.
So er bara at bíða eftir, um
partarnir sjálvir finna eina
loysn.
leo@sosialurin.fo
Dómarin mælir
til semju
Ósemja Henrik Møller, dómari, mælti Sansir og Sambandsflokkinum til at finna semju í
málinum um eina ógoldna rokning. Hann legði eisini upp til, hvussu semjan skuldi síggja
út, men líkt er til, at Sansir lítlan hug hevur at semjast á tí grundarlagnum
Løgtingsmaðurin og táverandi skrivarin hjá Sambandsflokkinum, Helgi Abrahamsen, var sentralur
persónur í sakarmálinum, sum Sansir hevur móti flokkinum. Løgmaður var eisini floksformaður,
og var innkallaður sum vitni saman við vinnumálaráðharranum Jóhan Dahl
sambandsflokkurin
Eg haldi eisini, at tað
er eitt ánilsi ov nógv at
gjalda tríggjar ferðir fyri
sama arbeiði
kaj Leo johannesen