Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 24. september 2010 10 VIKUSKIFTI Einasti munurin millum meg og ein svakan mann er, at eg eri ikki svakur Salvador Dali spanskur listamaður 10 tIng um Frederik Reinfeldt Síðani 2006 hevuR hann veRið forsætisráðharri í SvøRíki, men nú Skal frederik reinfeldt Finna nýggjan meiriluta. ReinFeldt SiguR Seg dáma húSligt aRbeiði og eR giFtuR einum politikara lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein Reinfeldt varð føddur í Østerhaninge 4. august 1965. Sum smádrongur búði hann eitt skifti í London, tí pápi hanara starvaðist har – sum ráðgevi hjá Shell. Mamma hansara var ráðgevi í leiðslu, og hon kann hava givið Frederik íblástur. Hann er giftur við Filippa, sum eisini er ein virkin politikari í Moderatarna. Tey eiga trý børn - Ebba, Gustaf og Erik. Longu sum 11 ára gamal varð Reinfeldt politiskt virkin. Tá gjørdist hann formaður fyri næmingaráðið á skúlanum hjá sær. Pápi hansara var eisini virkin í politikki, men gavst í fjør, eftir at hann var tikin fyri at koyra við kenning. Hann hevur útbúgving innan búskap frá lærda háskúlanum í Stockholm. Hann er íðin viðhaldsmaður hjá fótbóltsfelagnum Djurgården. Reinfeldt sigur seg dáma væl húsligt arbeiði. 1 2 3 4 5 7 6 8 9 10 dámar húsligt arbeiði 1 Borgarliga svenska stjørnin misti sín meiri- luta á valinum sunnudagin. Hvussu eitur svenski forsætisráðharrin? 2 Hvussu eitur umstríddi flokkurin, sum hevur vunnið sær pláss í svenska Ríkisdegnum? 3 Føroya Banki hevur í vikuni sett nýggjan leiðara á Corporate Finance deildini. Hvussu eitur nýggi leiðarin? 4 Dimmalætting hevur fingið nýggjan eigara. Hvør hevur keypt Dimmu? 5 Stjórin í Kringvarpinum sigur, at KvF hevur ikki ráð at keypa rættindi til útidystir hjá føroyska fótbóltslandsliðnum. Hvussu eitur stjórin? 6 Fólkaskúladeildin og Vinnu- og miðnáms- skúla deildin í Mentamálaráðnum eru lagdar saman. Hvussu eitur leiðarin fyri nýggju deildina? 7 Farna vikuskiftið vunnu KÍ kvinnurnar aftur føroya meistaraheitið í fótbólti. Hvussu nógv FM hava KÍ kvinnurnar nú vunnið á rað? 8 Landsstýriskvinnan í almannamálum er støðugt í andgletti. Hvussu eitur hon? 9 Hvør liggur á odda í 1. deild hjá monnum í løtuni? 10 Maður í Havn hevur í vikuni boðið sær til at keypa húkin hjá klaksvíkingum. Hvør er maðurin? 1-4 ikki nóg gott 5-7 tú fylgir hampuliga væl við 8-9 tú fært tað mesta við 10 Veist tú alt? 1. Frederik Reinfeldt, 2. Svøríkisdemokratarnir, 3. Joel undir Leitinum, 4. Eyðfinn Reyðberg, 5. Annika Mittún Jacobsen, 6. Olaus Jespersen, 7. 11 FM, 8. Rósa Samuelsen, 9. 07 Vestur, 10. Jógvan Weihe Svar