Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tá hugt verður eftir sølunum á Fiskamarknaði Føroya yvir eina longri tíð, sæst, at nógvur smáur toskur verð ur veiddur og seldur á markn­ aðinum. Soleiðis vórðu eis­ ini 20 tons av toski 5 seld á marknaðinum mikudagin fyri góðar 11 krónur í miðal fyri kilo. Tað nýtist ikki at vera nakað klókt høvd fyri at skilja, at hevði smái toskurin, sum verður veiddur í stórum tali í dag, sloppið at vaksið í eini 2­3 ár aftrat, hevði sama tal av fiski, sum nú verður veitt í ólukkumát, kunnað fleirfaldað samlaðu vektina. Ein 5’ari er umleið tvey ára gamal fiskur. Í vekt liggur hesin millum 300 gram og eitt kilo. Taka vit soleiðis tey 20 tonsini av 5’arum, sum vórðu seld á marknaðinum miku­ dagin og siga, at hvør fiskur í miðal vigar 500 gram, er talan um tilsamans 40.000 fiskar. Vektin tíggjufaldast Tá náttúruviðurskiftini í havinum eru góð, soleiðis sum tey hava verið seinastu árini, veksur fiskurin eisini skjótt. Fiskifrøðin sigur, at í eitt ár veksur ein toskur soleiðis einar 8­12 sentimetrar ­ og vektin veksur sjálvandi har­ eftir. Eftir lutfalsliga fáum árum hevði ein 5’ari, sum ligg ur millum 300 gram og eitt kilo í dag, verið til ein 2’ara, sum vigar millum 4 og 7 kilo. Siga vit, at miðalvektin á 2’ara er 5,5 kilo, høvdu hesir 40.000 smáfiskarnir, sum vigaðu 20 tons mikudagin, viga heili 220 tons um bara nøk ur heilt fá ár. Hetta merkir, at fiska­ nøgd in – við sama tali av fiski – í minsta lagi kundi 10 fald­ ast, um fiskurin í staðin varð veiddur nøkur ár seinni. Eisini fiskadeyði Men so einfalt er roknistykkið kortini ikki. Tað er ikki bara á land­ jørðini, at onkur fellur frá, gamal ella ungur, tó at eingin beinleiðis verður etin av øðrum! Í havinum doyr eisini náttúr liga burtur av einum stovni, og hetta má takast við, tá roknað verður út, hvussu nógv 40.000 smáfiskar, sum í dag viga 20 tons, kundu vigað sum stórur toskur um nøkur ár. Í sínum útrokningum hev­ ur fiskifrøðin tøl at halda seg til, tá ræður um fiskadeyða. Hetta er tó ikki nakað, sum granskað hevur verið nakað serligt í innan før­ oyska fiski frøði, men hetta eru tøl, sum fiskifrøðin brúkar í eitt nú Norðsjónum og í Barent shavinum. Lesið eisini prát við Petur Steingrund, fiskifrøðing og doktara í føroyskum toski niðast á síðuni. Vilmund Jacobsen – At veiða tosk sum smáfisk, nú útlitini á landgrunninum annars eru góð, er so elend­ ugt og burturvið, sum tað yvirhøvur kann vera. Petur Steingrund, fiski­ frøð ingur og doktari í toski, harmast sum so mangur ann ar um, at so nógvur smá­ fiskur verður veiddur. – Toskur 5, sum í dag er ein stórur partur av tí, sum kemur upp á land, er 2­ára gamal fiskur. Hetta er fiskur, sum er gýttur í 2008, og sum annars er úr einum góðum árgangi. Fiskifrøðingurin vísir á, at árgangurin 2008 er mettur til at vera einir 22 miljónir fiskar, og hetta tal er kanska lágt sett. – Tað kann eisini vera, at talið er 25 miljónir – ella kanska 30 miljónir fiskar. Tað vita vit ikki við vissu. Petur Steingrund vísir á, at ein miðal árgangur av toski liggur um einar 15 miljónir fiskar, men árini, áðr enn tilgongdin gjørdist betri, vóru heilt niðri á 5­10 milj ón um fiskum. Tað er ússaligt – Nú náttúruviðurskiftini í havinum eru góð, og útlit eru til, at 2009­árgangurin av toski kanska er enn størri enn 2008­árgangurin, er tað sera harmiligt, at so nógvur fiskur verður tikin sum smá­ fiskur. Fiskifrøðingurin heldur, at hetta er so ússaligt, sum tað yvirhøvur kann vera. Tað fær illa verið verri. – At veiða fiskin nú sum smáfisk, er tápuligur løtuvinningur, nú vit annars hóma framgongd. So svong eigur vinnan heldur ikki at vera, og tað vist, at hetta er ikki tað, sum tænir toska ­ stovninum, ei heldur vinn­ uni, best. Hevði tað verið so, at stovnurin var í minking, hevði tú kanska skilt, at veiðimaðurin vildi havt sum frægast burtur úr, meðan nakað enn var at fáa, sigur hann. Deyðiligheitin Petur Steingrund vísir á, at deyðiligheitin hjá eitt nú toski liggur um eini 18% um árið. Hetta er tað, sum sagt verður um tosk, ið er 50 sentimetrar og størri. Er fiskurin smærri, er deyðiligheitin munandi hægri. – Vit hava ikki granskað tað heilt stóra í deyðiligheit í okkara sjógvi sum so, men hetta eru tøl, sum verða brúk í fiskifrøðini í eitt nú Norðsjónum og í Barentshavinum og er galdandi fyri fisk sum veksur skjótt. Fiskur, sum veksur seinni, hevur eina lægri deyðiligheit. Fiskifrøðingurin sigur, at samanumtikið merkir hetta, at út við helmingurin er einum stovni, sum er 80 senti metrar og størri, er deyður náttúrliga, áðrenn hann er komin so langt. – Fiskur doyr av sjúku, verður etin av øðrum fiski ella kópi – ella, hvørjar or søk irnar nú einaferð kunnu vera, leggur hann aftr at. Mistar inntøkur Petur Steingrund heldur tað vera ógvuliga harmiligt, tá toskur hevur fingið ta stødd, sum eitt nú 5’arar hava, at hann ikki skal sleppa at veksa seg størri og soleiðis geva meiri av sær til bæði vinnu og samfelagsbúskap. – Tá fiskurin liggur um 45­50 sentimetrar, minkar eisini vandin fyri, at hann doyr, og soleiðis er tað stórt spell, at smáfiskurin, sum nú verður veiddur í stórum tali, ikki sleppur at brúka sínar vakstrarmøguleikar, nú náttúruviðurskiftini í havinum seinnu árini eisini hava verið betri enn miðal, sigur fiskifrøðingurin og doktarin í toski. Tað er tápuligt at veiða smáfisk Missa nógv við at veiða smáan tosk VEIÐA 20 tons av smátoski, sum viga 500 gram hvør, svara til 40.000 fiskar. Eftir bert fáum árum høvdu hesir fiskarnir vigað 5,5 kilo hvør, og tá hevði vektin verið meiri enn tíggju ferðir so stór. So einfalt er roknistykkið kortini ikki, men hetta vísir, at tað loysir seg at ansa væl eftir, at fiskur sleppur at veksa, áðrenn hann verður veiddur Fiskifrøðin sigur, at tá náttúruviðurskiftini í havinum eru góð, veksur toskur einar 8-12 sentimetrar - og vektin veksur sjálvandi hareftir. Veiða av smáfiski er tí ikki skilagóð Mynd: Vilmund Jacobsen ... teir 40.000 smá­ fisk arnir, sum vigaðu 20 tons mikudagin, høvdu vigað heili 220 tons um nøkur fá ár.. ... hevði tað verið so, at toskastovnurin var í minking, hevði tú kanska skilt, at veiði­ maðurin vildi havt sum frægast burtur úr... PETUR STEINGRUND