Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 24. september 2010 11 VIKUSKIFTI Flogvanlukka Leo Poulsen leo@sosialurikn.fo Tað høvdu verið vánalig floglíkindi í fleiri dagar, tá boð endiliga komu til flog skiparan, Bjarna Jensson, um, at nú var væntandi lendandi í Vágum. Fokker F27 flogfarið hjá Icelandair stóð tá í Bergen og bíðaði eftir flog­ lík ind u m í Vágum, og har var savnað sam an fólk úr ymsum ættum, ið skuldu heim til Føroya. Onkur var komin úr Danmark, onk ur úr Íslandi og onkur var í Noregi, men øll skuldu tey til Føroya. Tey 30 ferðafólkini búðu á Hotel Orion í Bergen, og styttu sær um stund­ ir við at spáka runt í býnum. Um kvøld­ ar nar spældi onkur kort, meðan onkur annar fór í biograf. Árla á morgni 26. september 1970 fóru so ferðafólk og manning út í flog­ far ið, og kósin varð sett móti Føroyum. Veðrið skifti alla tíðina. Stundum var so klárt, at lendandi var, stundum greyta tjúkt. Flogfarið sveimaði yvir oyggj unum og gjørdi so eina roynd at lenda. Hendan var kortini avbrotin, og fólk sluppu aftur at roykja, tó at »fasten seat belt«­skiltið framvegis lýsti. Hvat síðani hendi ber ikki til at fáa greiði á, men avleiðingarnar vóru álvar samar. Eingin endalig frágreiðing er nakr­ an tíð gjørd um vanlukkuna, og flog­ far ið hevði fingið undantaksloyvi at flúgva við ongum svørtum kassa. Flogskiparin misti lívið í vanlukkuni, og stýrimaðurin fekk heilaskjálvta og minn ist einki frá tí teir fóru úr Bergen til hann var komin úr flogfarinum. Prógvini vísa tó, at flogfarið rendi á, og at flogskiparin beint áðrenn stoytin varn aðist, at teir vóru alt ov lágt. Hann royn di at seta ferð á flogfarið og at venda nøsina upp eftir, so teir sluppu leys ir av vøllinum, men hetta hendi ov seint til at fáa flogfarið upp frá. Meðan flogfarið fer skoytandi eftir vølli num rakar tað onkran stóran stein á vegnum og fer í trý. Øll, sum sita har, ið flogfarið brotnar, detta úr og tey flestu doyggja. Tilsamans átta av teim­ um í alt 34 fólkunum umborð mis sa lívið, meðan heili 26 sleppa und an. Óvist var, hvar flogfarið var dottið niður, og upprunaliga bað sýslumaðurin í Vágum, Hjalgrim Magnussen, fólk fara at leita á Vágoynni og í Mykinesi, eins og hann heitti á bátar um at fara á leita á sjónum. Tá tveir av monnunum úr flog fari num funnu vegin fram til bygdina í Myki nesi kundu teir greiða staðkendum mon­ um frá, hvar flogfarið lá, og teir kendu staðið aftur. Stór bjargingarlið fóru úr Sørvági, eins og Hvidbjørnen kom á staðið. Tað eydnaðist at fáa øll tey 26 yvir livandi ferðafólkini og manning oman í bygdina í øllum góðum. Eingin doyði út yvir tey átta, sum doyðu á staðnum. Tað má sigast at vera eitt stórt bragd, at fáa øll tey 26 til høldar, summi teirra ógvuliga illa skadd. Veðrið var vána ligt við kavaslettingi og vindi og mjørka. Bert fáar børur vóru og fleiri av teim um illa skaddu vórðu borin oman í bygd ina í netum. Gangið var vánaligt, og ofta duttu menn við teimum skaddu, men alt spældi kortini so væl av, sum tað nú einaferð kundi vónast. Og sunnudagin kunnu tey øll saman við avvarðandi og Føroya fólki í síni heild markera 40 ára dagin fyri flog­ van lukku ni í Mykinesi Kelda: SOS Knúkur. Tey vóru við lagnutúrin: Tey, ið mistu lívið Bjarni Jensson, flogskipari, 44 ár, Reykjavík Gunleif Durhuus, skipari, 35 ár, Klaksvík Brynleif Hansen, trúbðari, 33 ár, Vatnsoyrar Martin Holm, rektari, 60 ár, Tórshavn Sofus Jacobsen, rørleggjari, 52 ár, Klaksvík Hans Jacob Joensen, pylsumakari, 50 ár, Klaksvík Ernst Petersen, umboðsmaður, 52 ár, Froðba Davilda Petersen, handilskvinna, 56 ár, Vestmanna Tey, ið komu undan við lívinum Hans Petur Petersen, Vestmanna Oluffa Durhuus, Klaksvík Torbjørn Hjelm, Klaksvík Gundor Andreassen, Skála Regin Nesstein, Haldórsvík Poul Grunnveit, Haldórsvík Niels Holm, Sæby Vera holm, Sæby Bergljót Mørk, Danmark Astrid Forsberg-Madsen, Keypmannahavn Jákup Martin Jacobsen, Syrðugøtu Ólavur Jacobsen, Norðragøtu Torjørn Mikkelsen, Tórshavn Eyðbjørg Mikkelsen, Tórshavn Frynhild Johannesen, Tórshavn Dánjal J. Bærentsen, Tórshavn Knút Olsen, Tórshavn Erhard Næs, Tórshavn Eyðfinn Poulsen, Tórshavn Jógvan Asbjørn Skaale, Tórshavn Torleif Simonsen, Sandavági Agnar Samuelsson, íslendingur, Danmark Oddgeir Jensson, Ísland Páll Stefansson, stýrimaður, Ísland Hrafnhildur Ólafsdóttir, flogterna, Ísland Valgerður Jónsdóttir, flogterna, Ísland Lagnudagurin undir Knúki Sunnudagin eru liðin 40 ár, Síðani flogvanlukkuna í MykineSi , ið kravdi átta mannalív. Øll, ið Sluppu undan vanlukkuni við lívinuM, vóru fraMvegiS á lívi 30 ár eftir vanlukkuna, tá grækariS MagnuSSen gav út bókina »SOS knúkur«, og fleStu liva enn í dag, hóaSt onkur er farin