Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137 vikuskiftisblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Er tað nakað, sum fólk, ið hava sína dagligu gongd í miðbý­num í Havn sakna, so eru tað parkeringspláss. Herfyri skrivaðu vit um, at kommunan hevur beint burtur sjey parkeringsbásar á Kongabrúnni. Umberingin var, at drotningin skuldi spáka framvið, og tí at nakr­ ir arbeiðsmenn ikki fingu ar­ beitt fyri bilum. Drotningin gekk ikki fram við Kongabrúnni, og eingir ar­ beiðsmenn hava arbeitt har heldur. Borgarstjórin lovaði, at parkeringsbásirnir skuldu koma aftur, men enn eru eing­ ir básar. Á hesum sjey básum kunnu fólk parkera í minsta lagi 126 ferðir um dagin. Ella 126 fólk, sum havi ørindi í grannalagnum, kundu park­ era har í hálvan tíma. Nú er túrurin komin til Tórsgøtu. Har hevur bý­ráðið hesa vikuna beint burtur fimm básar, har bilar kundu standa í ein tíma. Har kundu 45 fólk parkera í í mesta lagi ein tíma um dagin, og soleið­ is kundu hesi í minsta lagi 45 fólkini avgreitt síni ørindi. Fyrr hevur kommunan eisini beint burtur einar 20 básar undir Bryggjubakka, har sum í minsta lagi 180 fólk kundu parkerað í ein tíma um dagin. Vit skilja ikki hendan politikk­ in hjá Tórshavnar kommunu. Eitt bý­­arstý­­ri, sum ikki vil, at almenning­urin kann park­ era í mið­bý­­num skilir ikki sína uppg­ávu. Og­ tá tey sam­ stundis merkja upp básar á almennum veg­ til bilar hjá kommununi, so skilja vit tað­ slett ikki. Hví skulu bara starvsfólk hjá bý­­ráð­num parkera í mið­bý­­num? Vit vætna okkum eina frá­ g­reið­ing­ frá Marin Katrinu Frý­­dal, sum er forkvinna í teknisku nevnd og­ soleið­is varð­ar av hesum marg­hátt­ lig­a parkering­spolitikki... Tað var altíð væntandi, at kuril fór at koma á tráðin í málinum um stjórnarskipanina. Soleiðis er før­ oyskur politikkur. Seinastu fleiri enn 100 árini hava vit togast um hesi viðurskifti ­ og viðhvørt tyk­ ist, at summir politikarar halda, at soleiðis eigur tað bara at vera. Løgtingið fór í gjár undir við­ gerðina av hesum góða uppskoti, sum hevur verið ávegis seinastu 12 árini. Tað boðaði frá góðum, tá umboð úr øllum flokkum løgdu fram álitið um stjórnarskipanaruppskotið. Men tað vísti seg skjótt, at full semja ikki var í øllum flokkum, og tað gav at bíta, tá løgmaður á ríkis­ fundi í Skagen boðaði frá, at upp­ skotið var burturdottið, og at tað fór ikki at verða lagt framaftur. Løgtingsumsitingin og løgfrøð­ ingar hava víst á, at løgtingið ikki eigur at viðgera uppskotið, tí tað er í stríð bæði við grundlóg, heimastý­r­ islóg og stý­risskipanarlóg. Hóast tingfólk eru viknað í kong­ unum, so er kortini at vóna, at tey finna eina skilagóða semju í hes­ um máli. Tað ber ikki til, at vit fella aftur í gomlu grøvina hjá Tjóðveldi og Sambandi, har als eingin dialog­ ur er. Tað er ov bý­tt, um komandi ættar­ lið skulu verða vitni til eins tápuligt kjak, sum vit seinastu mansaldrar­ nar hava havt um eina ósera greiða og fløkta fólkaatkvøðu í 1946. Eitt er vist. Føroyingar vilja ikki hava loysing, og føroyingar vilja heldur ikki aftur í amtstíðina. Tí er loysnin harímillum. Tað er utopiskt at ímynda sær, at Føroyar koma aft­ ur í eina amtslíknandi støðu ella verða ein fult integreraður partur av Danmark. Tá fullveldi samstundis er so fjart, so er tað bara skyldan hjá okkara fólkavaldu at gera eina skipan, sum er harímillum. Her er stjórnarskipanaruppskotið ein gylt­ ur møguleiki. Men Hans Pauli Strøm hevur grein í sínum máli, at um ikki allir flokkar samtykkja ný­ggju skipan­ ina, so kann tað gera tað sama. Í so máta hava vit ikki góðar royndir av føroyskum politikarum. Kjakið um ríkisrættarligu støðuna hevur ikki verið sakligt seinastu øldina ­ kanska heldur beinleiðis fordummandi. Síðstu árini eru tó munandi framstig hend, har bæði Sambandsflokkurin og Tjóðveldis­ flokkurin hava flutt seg. Tað er tað, sum er politikkur ­ at flyta seg. Tað ber til at gera eina stjórnar­ skipan, sum hóskar øllum flokkum. Ein stjórnarskipan skal ikki verða ein avgerð um fullveldi ­ ella um at binda føroysku tjóðina í danska rík­ inum. Tað er avbjóðingin hjá løgtingi­ num at finna hesa tjóðarsemjuna, sum verður grundarlagið undir førohyska fólkaræðinum. Eitt fordummandi kjak Mánadagin verður eitt ný­tt ókeypis blað borið í hvørt hús í landinum. Tað er Sosialurin, sum gevur hetta ný­ggja blaðið út ­ nevnt Mánaðarblaðið. Endamálið er sjálvandi at røkka út til hvørt húski landinum í minsta lagi eina ferð um mánaðin. Talan er um eitt blað, sum umframt lý­singar­ og kunningartilfar eisini hevur heimlig og útlendsk smátíðindi. Tosað verður við kendar føroyingar, har eru tips um ný­ggjar bøkur, fløgur og filmar, leiðbeining­ ar um vín til matin og høvið, har tilfar um móta, um bilar og um fyritøkur. Við mánaðarblaðnum hevur Miðlahúsið í Vágs­ botni enn ein miðlapall til sítt virksemi. Nú hevur Miðl­ ahúsið dagblaðið Sosialin, Rás2, tíðindini á Portalinum og eitt ókeypis blað í hvørt hús. ­ Hetta er fyri at kunna nøkta allan tørv hjá lý­sarum og lesarum, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum. Ný­tt ókeypis blað Skomm um SEmjan Støkkur Bý­arstý­rið sum hatar bilar Eitt vet av sannføri gagnar Høgni Hoydal kjak á síðu 26 Fólka­ pensjóns­ ránið asbjørn lómaklett kjak á síðu 27 Her hvørvur møguleikin hjá í minsta lagi 45 fólkum at parkera Mynd: Jens Kristian Vang September 2010 Eg njóti lívið FAROE ANNA Spæl ger barnið klókt Vit velja vín Tilboðið er galdandi til 30. november