fríggjadagur 24. september 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 24. september 2010
2
VIKUSKIFTI
Forvitnisligir
filmar í heyst
Smíl,
smíl!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Eyðbjørg Mikkelsen / Álvur Haraldsen
2 KluMMa: Smíl! Smíl!
4 SaMrøða: Vinir í lakSaFiSkiSkapi
6 TiPS: Hula Hula ringurin
8 Til arbEiðiS: EliSabEtH EgHolm
10 10 Ting uM FrEdErik rEinFEldt
11 90 SEKund: EyðFinn rEyðbErg
12 40 Ár Síðani FlogVanlukkuna í mykinESi
15 uMafTurafTuruM: Høgni djurHuuS
16 PoliTiSKT KJafTaSliT upp undir EVStamark
18 ÚTiSETin: kriStina S. HanSEn
19 MiðlaMJarr: tað Siga tEy á FacEbook og í miðlunum
23 Tað HEndir: konSErtir, tiltøk, bøkur og annað
24 ViKuMyndin: HEyStið Er komið
Mín áskoðan er, at flestu menniskju um allan
heim eru fyrikomandi og hampafólk. Hini
eru undantøkini.
Men ymist er frá landi til land, hvussu
blídlig fólk eru, og hvussu løtt tey eru at
koma í samband við. Tað er ymiskt, hvussu
hug burðurin er til onnur menniskju.
Fyri stuttum kom eg heim aftur úr
Kroatia, úr vakra og hugnaliga býnum
Dubrovik, og eg má ásanna, at ikki í nøkrum
landi havi eg møtt so blídligum fólki. Í tíggju
dagar høvdu vit ikki eina einastu neiliga
upp living.
Landið er heimskent fyri blíðskap. Á upp
sløgum stendur, at smíl kostar einki, og tað
er jú satt.
Skuldu vit inn í ein buss, góvu tey pláss
fyri okkum sum útlendingum. Inni í buss
unum stóðu uppsløg við áheitan um at reisa
seg fyri foreldrum við smábørnum, barna
konum og gomlum fólkum. Hetta livdu tey
eisini upp til. Kom eitt eldri ella rørslu tarnað
menniskja inn í yvirfylta bussin, var beinan
vegin ein stólur tøkur. Einki við at skumpa
og troðka.
Í øllum handlum vóru fólk blíð og einki
við at ilskast, tá ið fólk komu inn uttan at
keypa nakað.
Landið marknaðarførir seg við at vera
eitt blítt land, og við endurbyggingini eftir
kríggið, tá ið Jugoslavia datt sundur, er stórur
dentur lagdur á at hava góðar umstøður til
rørslu tarnað. Eitt kríggj í einum landi førir jú
til nógvar invalidar.
Tann, sum upplivir slíkt, verður upp á
sama máta. Tí kendist tað ikki sørt løgið í
flogfarinum, har heldur trongt var, tá ið vit
skuldu í land, at ein donsk kvinna goyði, tí
hon ikki slapp vegin fram fyri fólki, tí hon
hevði ikki tol til at bíða.
Kanska hevði tað verið eitt hugskot at
sent onkrar føroyingar, sum sita í móttøkum,
ein túr til Dubrovnik at lært seg hetta slagið
av fólka skikki. Størri blíðskapur í einum
landi skaðar ikki. Haraftrat áminningin
um, at rúm skal vera fyri øllum, ungum og
gomlum, høltum og blindum.
INNIHALD
FilmaR
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
30. september er Michael Douglas
aftur sum Gordon Gekko í filminum
»Wall Street: Money never sleeps«. Tað
eru 23 ár síðani »Wall Street« filmurin
kom, og hesa tíðina skal Gordon so
hava sitið fongslaður. Nú er hann úti
aftur og roynir at fáa samband við
dóttrina, sum hann ikki hevur tosað við
í nógv ár. Blívandi maðurin hjá henni
og Gordon gerast vinir, og teir báðir
saman gera aftur Wall Street eitt óvist
stað at vera.
14. oktober hevur »The American«
við George Clooney frumsýning. Film
urin er um leigudrápsmannin Jack, ið
ferðast um allan heimin í sínum arbeiði.
Ein uppgáva í Svøríki endaði illa, og
Jack fer til Italia at goyma seg. Har
kemur hann í samband við vøkru Claru
og prestin Father Benedetto, meðan
hann er í Italia verður hann biðin at
gera eitt vápn til mystisku Mathilde.
11. november hevur »Spis, Bed,
Elsk« frumsýning við Juliu Roberts
í høvuðs leiklutinum. Tað er ein sonn
søga um Liz Gilbert, ið rýmur frá einum
óintressantum gerandisdagi og fer út á
eina áralanga ferð til Italia, India og
Bali har hon etur, biður og elskar. Liz
Gilbert skrivaði eina bók um sína ferð,
og tað er metseljandi bókin, ið nú er
gjørd um til film.
Julia Roberts segði í einari samrøðu
fyri stuttum, at hon tók fimm kilo uppá,
meðan fimurin var gjørdur í Italia.
»Spis, Bed, Elsk« er ein filmur um at
uppliva lívið, og at lata eyguni upp fyri
tí, sum er rundan um okkum.
Tá sTormurIN leikar í uTTanfyri, er Tað HugNALIgT
aT fara ein Túr í bIogrAf. Bommposin skal
sjáLvANDI vera við hondina, og ein góður vinur
undir LIðuNI. her eru Tríggir fILmAr, sum hava
frumsýNINg í sepTemBer, okToBer og novemBer
klumman
Randi
Jacobsen
tilvildarlig mynd