fríggjadagur 24. september 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137
Sosialurin
LÍV søkir eftir
Kopargøta 1
P.O. Box 206
FO-110 Tórshavn
Faroe Islands
Tlf. +298 31 11 11
Fax +298 35 11 10
www.liv.fo
avloysara til
bókhaldsarbeiði
at byrja skjótast gjørligt.
LÍV er størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum til fakfeløg og virkir.
Starvsøkið
Sum avloysari á fíggjar- og roknskapar-
deildini verður tú partur av bókhalds-
toyminum og kemur at arbeiða í tøttum
samstarvi við onnur á deildini. Starvið er
tíðaravmarkað til 31. mai 2011.
Um teg
Vit vænta, at tú hevur eitt sjálvstøðugt
arbeiðslag, ert íðin, hevur góð sam-
starvsevni og dugir væl at samstarva og
at arbeiða í bólki. Vit vænta, at tú hevur
viðkomandi útbúgving ella royndir.
Umsóknir og umsóknarfreist
Umsóknir við avritum av prógvum, CV
og øðrum skjølum kunnu sendast við
teldubrævi til atli@liv.fo ella við vanligum
brævi til:
LÍV
Starvsfólkadeildin
Kopargøta 1
Postsmoga 206
110 Tórshavn
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 27. september.
Meira at vita?
Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi
við starvið, ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Eyðnu Justinussen,
fíggjarleiðara, á telefon 21 95 75 ella á
eydna@liv.fo.
Dagrøktarleiðari
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík l Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I www.klaksvik.fo
Klaksvíkar Kommuna søkir eftir dagrøktarleiðara til kommunalu dag-
røktarskipanina. Í løtuni sær skipanin soleiðis út: 60 børn í aldrinum
0-3 ár, 17 dagrøktarar, 1 hjálparfólk í spælistovuni og 1 námsfrøð-
ingur 30 t/viku. Leiðarin hevur starvsstað í Spælistovuni, á Brekku 36.
Barnatalið skiftir eftir ansingartørvinum í kommununi.
Vit kunnu bjóða:
n Eina skipan við góðum karmum
n Starvsfólk við royndum og sum brenna fyri sínum arbeiði
n Tætt samstarv við kommunalu umsitingina
n Góðar starvsfelagar í leiðarabólkinum
Arbeiðsuppgávur:
n Hevur dagligu leiðsluna og ábyrgdina av skipanini innanfyri
ásettu karmar
n Skal góðkenna dagrøktaran og heimið og hava yvirskipað eftirlit við,
at børnini trívast og mennast
n Veitir ráðgeving og vegleiðing til dagrøktarar og foreldur í námsfrøði-
ligum og uppalingarligum spurningum
n Skipar fyri starvsfólkafundum, foreldrafundum og øðrum felagsvirksemi
n Hevur tað umsitingarliga um hendi, so sum fíggjarætlan, lønir, inngjal
ingar, innliman av børnum o.a.
n Keypir inn og útflýggjar tað, ið neyðugt er
n Fylgir við og skipar so fyri, at fyriskrivaðar reglur verða fylgdar
Fakligir førleikar:
n Tú hevur útbúgving sum námsfrøðingur
n Tú ert hugað/-ur at arbeiða við leiðslu sum arbeiði
n Tú hevur hegni til tann umsitingarliga partin og telduførleika
n Tú dugir væl at orða teg í skrift og talu á føroyskum
Persónligir eginleikar:
n Tú ert før/-ur fyri at ganga á odda
n Tú hevur gott yvirlit
n Tú leggur dent á góðan kvalitet og á høgt fakligt støði
n Tú ert kveikjandi og før/-ur fyri at geva íblástur til starvsfólkið
n Tú hugsar um heildina og samstundis gevur pláss fyri ymiskleikum
n Tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevnir
Setanarviðurskifti:
Starvið er at seta frá 1. november 2010. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Pedagogfelag.
Starvið er flokkað frá lønarstigi 26 til 32.
Skrivlig umsókn saman við prógvi og viðmælum skal sendast til
Klaksvíkar Kommuna, Nólsoyar Pálsgøta 32, 700 Klaksvík.
Umsóknarfreistin er mánadagin 11. oktober kl. 12.00.
Meira fæst at vita við at venda sær til Vivian Bjartalíð, virkandi leiðara,
á tel. 456385 ella Sigrun Vágstún, samskipara á tel. 41 00 24.
Klaksvíkar Kommuna I Dagrøktarskipanin