fríggjadagur 24. september 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 24. september 2010
21
VIKUSKIFTI
Stór, góð og
væl bygd hús
á Argjum
Sí fleiri hús á inni.fo
PF inni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 364
FO-110 Tórshavn
Telefon 35 42 00
inni@inni.fo
– trygt og ómakaleyst til hús
Úti í nýggja býlinginum á Hamaranum á
Argjum standa hesi rúmligu, liviligu og
arkitektteknaðu húsini við frálíkum útsýni
yvir Havnina, fjørðin og fjøllini norðanfyri.
Fyrsta fatanin
Tú koyrir út á Argir niðan í nýggja
og hugnaliga býlingin á Hamaranum
og ert í bygdum øki, men náttúran
liggur vøkur og friðarlig beint uttan
fyri dyrnar við vegin út á Glyvursnes.
Útsýnið úr stovuni yvir Havnina,
fjørðin og fjøllini norðanfyri er heilt
einastandandi. Tú koyrir inn í snøgga
túnið við stórari garagu og kanst
ganga so gott sum turrskøddur inn
í húsini. Dámligu húsini eru opin og
innbjóðandi at koma til, men giringin
ger, at tú kanst vera fullkomuliga í
friði inni hjá tær sjálvum.
Uttanfyri og uttanum
Húsini standa væl fyri í mun til
sólargang, ljós og luft. Sera snøggur
garður er uttanum. Aftanfyri húsini
er sera snøgt útigólv / terassu, ið
vendir ímóti sólini, so tú kanst njóta
góðu løturnar allan dagin, og fáa sól
og ljós samstundis sum tú kanst fáa
lívd og le fyri lotinum. Alt er gjørt heilt
liðugt við betonkantum og giring,
asfalti og flísum, og dentur er lagdur
á, at alt skal vera so viðlíkahaldsfrítt
sum
gjørligt.
Húsini
standa
í
góðum grannalagi í friðarligum og
barnavinarligum umhvørvi við blindan
veg. Dagstovnur, nýggi skúlin og
busssamband er nær við.
Stílur og snið
Inni er stílurin lættur og ljósur, men
ber eisini brá av tyngd og dygd við
tað, at gólv, loft og hurðar eru úr træ.
Alt er sera snotiligt og sera væl hildið.
Húsini eru gjørd úr góðum tilfari við
sera góðum handverki. Stílurin er
ljósur og opin, og stóra stovan er
opin upp í tróðrið og sýnist rúmsátt
og glæsilig, men eisini hugnalig
og fjálg við vakra og væl virkandi
brenniovninum. Húsini eru so væl
bygd og hildin, at tey at kalla eru so
góð sum nýggj.
Ljós og luft – inni og úti
Stóru vindeyguni geva nógv ljós inn
í rúmini og frálíkt útsýni út, men tey
eru býtt upp við tvørsprossum, so
tey undirstrika arkitekturin og prýða
húsini, og sjálvt um tú sært væl út
og hevur samband við umhvørvið
uttanfyri, kanst tú væl og virðiliga
vera ósædd/ur og í friði inni hjá tær
sjálvum. Hurð er úr stovuni út á
terassuna norðureftir, so tú kanst
fáa ljós og luft, tá ið tú vilt og njóta
einastandandi útsýnið, og hurð er úr
gongini og út á terassuna suðureftir,
sum gevur tær eitt gott samband
millum úti og inni.
Innrætting
Í miðhæddini er felagsøki til alla
familjuna. Har er inngongd durur, wc,
trappugongd / gongd / hall / garderoba,
køkur, borðsstova / stova við útgongd
til altan / terassu, hjúnarrúm, 2 kømur
og baðirúmi við bæði brúsu og
baðikari. Í gongini er opin trappa upp
til ovastu hædd, har ein stór huga-,
ítrivs- og sjónvarpsstova er, ið kann
býtast upp í fleiri rúm, um tørvur er á
tí. Í niðastu hædd er inngongd, durur,
trappugongd, stórt kamar, vaskirúm /
bryggers, ítrivsrúm, goymslurúm, og
stórt fýrrúm / kjallararúm við egnari
inngongd, ið væl kann innrættast, so
niðara hædd verður ein sjálvstøðug
íbúð, um tørvur er til tess. Her kunnu
húsfólk í øllum aldrum og við mongum
ymiskum áhugamálum liva og trívast.
Fakta
Adressa: .............Viðargøta 58, Argir
Byggiár: ..............1993
Hæddir: ...............3
Gólvvídd: .............310 m2
Grundøki: ............500 m2
Hjallur: ................Ja
Bilhús: .................28 m2
Prísuppskot: ......kr. 2.500.000