fríggjadagur 24. september 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137
22
Sosialurin
LærLingur søkist!
i tiL smá-eLtóL & hvítvørudeiLd í miðLon
Vit søkja eftir lærlingi til smá-eltól & hvítvørudeild í Miðlon.
Viðkomandi má hava onkra miðnámsútbúgving, sum t.d. FHS,
HF ella studentaraútbúgving.
Fleiri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Levi E.
Winther á fartlf. 219697, ella at senda ein
teldupost til levi@elding.fo.
Starvið verður sett skjótast gjørligt
Umsókn saman við avritum av prógvi og møguligum viðmælum
verður at senda í telduposti til levi@elding.fo ella til:
ELDING Miðlon, Postboks 1289, 110 Tórshavn
www.provita.fo
KREA . tel 60 80 80
Røðari verður Bernardette Goulding, ið starvast hjá felagsskapinum Rachel´s
Vineyard í Írlandi. Hon fekk sjálv fosturtøku framda og kennir pínuna, skommina,
skuldarkensluna og sjálvfordømingina, ið henda gerð gevur.
· Við fosturtøku gevst eitt hjarta at sláa,
og eitt annað brestur, sigur
Bernardette Goulding.
· Tað er trupult hjá kvinnum, sum hava
fingið fosturtøku framda, at syrgja sítt
mista barn. Tá er einki lík, eingin
jarðarferð, eingin grøv, eingir vinir og
eingin familja at hjálpa tær at syrgja.
· Ein kvinna segði mær: “Hvussu kann
eg syrgja eitt barn, hvørs lív eg havi
endað? Tá eg valdi at fáa fosturtøku,
gav eg tá ikki rættin til at syrgja frá
mær?”
· Hesar kvinnur, sum hava valt fostur-
tøku, eru okkara døtur, konur, skyldfólk
og vinir. Ov ofta bera tær eitt fjalt sár í
hjartanum, sum opnast aftur, hvørja
ferð tær hoyra eitt pinkubarn gráta,
síggja eina kvinnu við barn ella hoyra
fosturtøku nevnda.
· Ein og hvør fosturtøka er eitt andlát í
familjuni. Aftan á andlát tørvar tær at
syrgja. Við fosturtøku hevur tú ikki loyvi
at syrgja.
TANN
FJALDA
SORGIN
ÚTSETTI
EVNISDAGURIN:
VERÐUR
LEYGARDAGIN
2. OKTOBER 2010
FRÁ KL. 13 TIL 16
Á PANORAMA
Á HOTEL HAFNIA
Øll áhugað eru vælkomin!
Fá meira at vita á www.rachelsvineyard.org
og www.provita.fo
/XFDV'HEHVDUJqWD_7RUVKDYQ_7OI_ZZZEDLOLQHGN
1LGDUL9HJXU_6qOGDIMqUGXU_7OI
EDLOLQHHUIRUNYLQGHU
Carsten Vagn-Hansen í Føroyum
Meldið tykkum til hjá bailine tlf. 310554 ella 510554
Skeiðið kostar 3.000 krónur fyri hvønn við mati og drekka.
Danski læknin og heilsuráðgevin Carsten Vagn-Hansen
og bailine Føroyar skipa fyri tveimum fyrilestrum á
Hotel Føroyum um lívsstíl og lívsvirði.
Mánakvøldið 27. september eru evnini:
Magin, tín besti vinur. Kostur, sodning, tarmfunktión.
Typa 2 diabetes og natúrlig viðgerð.
Mikukvøldið 29. september eru evnini:
Sangur, heilsa og lívsgleði.
Krabbameinsfyribyrging og natúrlig viðgerð.
Avmarkað tal á atgongumerkjum, ið eru at fáa hjá Siri,
FK um alt landið, bailine Tórshavn og bailine Søldarfirði
fyri 150 krónur hvørt kvøldið.
Tryggingarfeløgini Lív og Trygd stuðla tiltakinum.Um-
framt fyrilestarnar er skeið fyri kvinnur og menn við
Carsten Vagn-Hansen í hølunum hjá Bailine í Lucas Debesargøtu 9 í Havn týsdagin 28. septem-
ber frá klokkan 9:00 til 18:00.
Evnini á skeiðnum eru heilsugóður kostur, mjólk, hvíttmjøl og sukur við atliti at vekttrupulleikum,
gikt, sclerose, diabetes, fybromyalgi, sýru/basu, teimum við stoffskiftissjúku og teirra trupul-
leikum at lætna, og hví tað er so torført hjá summum at lætna.
www.sosialurin.fo