Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137 Sosialurin Ítróttur Uni Holm Johannesen Tað kom óvart á fleiri, at HB valdi brádliga at siga íslendska Kristjan Guðmundsson úr venjarastarvinum í farnu viku. Grundgevingin var, at úrslitini vóru ikki nøktandi. Liðið strembar eftir føroyameistaraheitinum, og liðið var trý stig frá ovasta sess­ inum. Tað varð ikki góðtikið. Nú er HB fremst. Julian Hansen loysti íslendska venjaran av, og við tveimum sigrum upp í slag hava verandi føroyameistararnir beina kós móti gullinum. Í gjár vóru grannarnir av Argjum sendir heim úr Gundadali við einum 3­0 tapi í viðførinum. Fýra dystir eru eftir at spæla. 12 stig at spæla um. Vunnu greitt Sigurin hjá HB í Gundadali var fult uppiborin. AB royndi at stríðast, men heima liðið hevði tamarhald á dyst­ inum. Fróði Benjaminsen legði heima­ liðið á odda, og Rógvi Poulsen stað­ festi sigurin við tveimum málum í seinna hálvleiki. Merkisvert var, at Rógvi Holm og Thordur Hreidarsson royndu ikki stórvegis at luttaka í fram­ rættaða spælinum. Tað sást serliga í kroystum støðum, tá miðverjarnir bara valdu at sparka bóltin burtur, heldur enn at spæla seg úr trupul­ leikunum. Tað vísti seg at rigga væl. NSÍ snávaði Runavíkingar eru í trupulleikum í løtuni. NSÍ hevur ikki vunnið í seinastu seks landskappingardystunum. Í gjár snávaði liðið á heimavølli móti Víkingi, sum ger eina seinastu roynd at bjóða av í gullstríðnum. Erland Berg Danielsen stýrdi bóltinum í egi mál, tá seinni hálv­ leikur var hálvrunnin. B71 fer frá B71 hevur økt um fjarðstøðuna niður til FC Suðuroy, sum stríðist fyri at sleppa upp um niður flyt­ ingar strikuna. Sandoyingar spældu málleysan javnleik á heimavølli móti B36 miku kvøldið. Nú er tað fýra stig sum skilja liðini. FC Suðuroy tapti 2­5 á útivølli móti EB/Streymi. Sundalagsmenn vóru skelkaðir fyrstu løtuna, tí Jón Krosslá Poulsen legði gestirnar á odda. Men heimaliðið vendi dyst­ inum og vann greitt. Á Toftum spældu B68 og ÍF. Úrslitið var 3­3. Komandi dystirnir Sunnudagin spæla B71 og FC Suðuroy á Sandi. Um sandoyingar fáa fult, er so at siga staðfest, at teir spæla í bestu deildini í komandi kapp ingarári. B36 og ÍF spæla í Gundadali. Fugl firðingar stríðast framvegis fyri sínum møguleika at vinna sær lut tøku í evropiskari kapping. B68 og Víkingur spæla á Svanga­ skarði. Mánakvøldið spæla EB/ Streymur og HB við Margáir. Tað er aft ur ein sera torførur útidystur hjá føroya meistarunum. Tá fáa teir reyðu og svørtu seg væntandi royndar av álvara. NSÍ fær vitjan av botnliðnum AB. uni@sosialurin.fo Nú er HB fremst Vodafonedeildin Tað er einki, sum kemur óvart á við Havnar Bóltfelag. Besta mansliðið hjá felagnum reisir seg altíð, og nú eru teir reyðu og svørtu fremstir í Vodafonedeildini B71 - B36 0-0 (0-0) B68 - ÍF 3-3 (2-1) 1-0: Pól Jóhannus Justinussen, 24. 2-0: Ahmed Keita, 30. 2-1: Bartal Eliasen, 32. 2-2: Dánjal á Lakjuni, 46. 3-2: Pól Jóhannus Justinussen, 55. 3-3: Andy Olsen, 73. NSÍ - Vík. 0-1 (0-0) 0-1: Erland Berg Danielsen, sjálvmál, 67. EB/Str. - FCS 5-2 (5-1) 0-1: Jón Krosslá Poulsen, 12. 1-1: Daniel Udsen, 19. 2-1: Daniel Udsen, 31. 3-1: Suni úr Hørg, sjálvmál, 32. 4-1: Hans Pauli Samuelsen, 40. 5-1: Arnbjørn Hansen, 43. 5-2: Jón Krosslá Poulsen, 60. HB - AB 3-0 (1-0) 1-0: Fróði Benjaminsen, 9. 2-0: Rógvi Poulsen, 71. 3-0: Rógvi Poulsen, 90. nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 23 13 5 5 41 27 +14 44 2 NSÍ 23 12 6 5 46 26 +20 42 3 EB/Streymur 23 11 8 4 54 28 +26 41 4 Víkingur 23 11 7 5 41 27 +14 40 5 ÍF 23 10 7 6 43 37 +6 37 6 B36 23 8 7 8 35 33 +2 31 7 B68 23 6 7 10 35 42 -7 25 8 B71 23 5 7 11 21 47 -26 22 9 FC Suðuroy 23 4 6 13 29 48 -19 18 10 AB 23 1 8 14 25 55 -30 11 Føroyska Vodafonedeildin liðskiparar Liðskipararnir báðir í hvør sínum enda. Evrard Blé hjá botnproppinum AB, og Fróði Benjaminsen hjá nýggja oddaliðnum HB Mynd: Álvur Haraldsen