Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137 26 Sosialurin Høgni Hoydal Kjak Í einum máli, sum tók seg upp við útsøgnunum hjá einum tingmanni til Vágaportalin, og beinanvegin fóru víðari til Íslands og aðrastaðni út í heim við, valdi undirritaði at geva eitt skjótt og greitt aftursvar. Tað málið snýr seg eftir mínum tykki als ikki um, hvørt fólk hava loyvi at siga sína meining ella at velja hvørjar veitslur, tey fara til. Tann rættin eiga øll. Málið snýr seg hinvegin um, hvørt fólk – og ikki minst gestir í almennum umboði fyri heila tjóð – verða alment hartað, sett í bás og vald frá fyri, hvussu tey eru fødd inn í henda heim, sína persónligu lívsførslu, virðir og kærleikslív. Sum er ein mannarættur, so leingi tú ikki gert teg inn á onnur. At slíkt verður gjørt – og ikki minst tá politikarar í almennum størvum gera tað – vil eg beinanvegin mót­ mæla og taka frástøðu frá til eina og hvørja tíð. Vit mugu halda okkum til sakina. Tað er einfaldi grund­ setningurin til fólkaræði og fólkaræðisligt orðaskifti. Men beinanvegin verður roynt at venda málinum á høvdið. Knappliga verða heil og hálv ósannindi slongd út, ið kunnu flyta fokus. M.a. verður undirritaði alment lagdur undir at vera “súrur” og hava sent avboð til almennan døgurða við danska uttanríkisráðharran, Lene Espersen, tí hon er dani og ikki íslendingur (!). Og soleiðis spjaða skeivir upplýsingar og persónsálop seg í kjaki millum fólk. Til hetta er bert at siga: 1. Havi ikki sent avboð til nakran almennan døgurða við Lene Espersen. 2. Havi fleiri ferðir verið til almennar døgurðar og onnur almenn tiltøk saman við Lene Espersen. 3. Var á fundi við Lene Espersen, tá hon vitjaði í Føroyum. 4. Var ikki til ein morgun­ mat, ið Ríkisumboðsmaðurin bjóðaði til, meðan Lene Espersen vitjaði, av givnum orsøkum. 5. Havi ikki funnist at persónligu lívstreytunum og lísvalunum, hvørki hjá Lene Espersen ella nøkrum øðrum, og kundi ikki droymt um at blanda tað uppí politikk. Karsten Hansen og Norðlýsið Fyrrverandi floksfelagi mín, Karsten Hansen, er á Norðlýsinum endurgivin fyri at siga, at Tjóðveldi og undirritaði skulu hava góð­ tikið sjónarmið Miðfloksins, tá CHE­samgongan varð skipað, og tí undrar hann seg yvir mína støðu nú. Nú er Karsten Hansen endurgivin og tískil er helst ein misskiljing komin í. Norðlýsið kundi sjálvsagt gjørt tað einfalda, at kannað keldurnar, tá onnur leggja øðrum orð og gerðir í munnin. Tað er fremsta treytin í journalistikki. Og tá hevði skjótt kunnað verðið staðfest (og hetta kunnu øll, sum vóru við til samgongusamráðingar úr Tjóðveldi og Javnaðar­ flokkinum vátta): At hvørki Tjóðveldi ella Javnaðarflokkurin tóku undir við sjónarmiðum Miðfloksins um persónligt frælsi og mannarættindi undir sam­ gongusamráðingunum. At Miðflokkurin fór í samgongu við Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, merkir sjálvandi heldur ikki, at teir harvið tóku undir við okkara sjónarmiðum á hesum økjum (tað kundu vit jú sjálvsagt tað sama slongt út). Ongin avtala varð tí sjálvandi gjørd um hesi mál, hóast Miðflokkurin eitt nú vildi hava herðingar í fosturtøkulógini í sam­ gonguavtaluna. At CHE­samgongan tí ikki kundi leggja fram lóg­ ir á hesum øki sum sam­ gongumál, varð ásannað – og tað er onki øðrvísi enn í ABC­samgonguni ella nakrari aðrari samgongu­ samanseting, sum tingið er samansett í løtuni. At tingfólk og flokkar standa frælsir í slíkum málum. So kunnu fólk finnast at tí. Men eitt vet av sannføri, hevði gjørt alstóran mun í orðaskiftinum. Tá høvdu vit kunnað viðgjørt tær veruligu ósemjurnar og avleiðingarnar. Kanska eitt vet av sannføri hevði gagnað? Harmiligt, at heil og hálv ósannindi sleppa at viðvenda málum í føroysku fjølmiðlunum uttan at verða lýst og eftirkannað. Hetta ger almenna orðaskiftið til ein vavgreyt, har hvør sýpur sítt og kann blaka eitthvørt grugg eftir øðrum Takk til Edvu Jacobsen fyri svar hennara, har hon varð spurd, hvat yvirtøkur hennara fara at kosta skattgjaldarunum, og hvussu nógv blokkurin væntandi verður skorin. Hon sigur, at yvirtøkuætlanir hennara fara at kosta skattgjaldarunum 9­10 mió. kr., og tann fyrsta ætlanin liggur longu á borðinum. Í samgongskjalinum hevur Edva Jacobsen saman við restini av Sambands­ flokkinum ásannað, at tað er umráðandi fyri samfelag okkara at vaksa seg til ein sjálvberandi búskap, og at neyðugt tí er at lækka ríkisveitingina. Tíverri vil hon ikki siga okkum, hvat ætlanir hennara við hesi lækkingini av blokkinum koma at kosta skattgjaldarunum ella nær í løgmanssetuni hjá sambands­ flokkinum, hon verður sett í verk. Í miðlunum hevur Edva Jacobsen skuldsett okkum onnur fyri at hava lækkað ríkisveitingina í óðum verkum. Roknast kann tí við, at tá Edva Jacobsen hevur yvirtikið fyri 9 ­ 10 mió.kr. meira enn vit gjørdu, og lækka blokkin enn meira, enn vit gjørdu, at skatgjaldarar hennara fara at halda hana gera hetta í rættiliga óðum verkum. Serliga teir skattgjaldararnir, sum ongan skattalætta fingu frá Edvu og teimum øll tey árini, tá øll tey ríkastu sluppu hundraðtals milliónir bíligari í skatti á hvørjum ári. Hergeir Nielsen Edva Jacobsen, blokkurin og yvirtøkurnar Í opnum brævi til Rósu Samuelsen, lands­ stýriskvinnu í almannamálum, krevja starvsfólkini á Suðuroyar Ellis­ og røktar­ heimi at fáa greitt at vita, um ætlaðu sparingarnar verða framdar. Almanna­ og heilsurøktarafelagið vil hervið gera vart við, at vit stuðla starvs­ fólkunum í kravinum um at fáa greið boð viðvíkjandi sparingunum. Suðuroyar Ellis­ og Røktarheim er ein væl rikin stovnur, ið bert hevur faklærd fólk í røktini. At rópa upp um sparingar í fjølmiðlunum í juli mánaði, fyri síðan einki stig at hava tikið, er óvanliga óprofession­ elt, Rósa. Tá ið tú fremur sparingar og ætlar at siga fólki upp, eigur tú at fylgja heilt serligum ásetingum. Hesar ásetingar standa í fyrisitingarlógini, starvsmannalógini og starvsfólkapolitikki landsins. Avleiðingin av at handfara álvarsmál sum sparingar og uppsagnir so ópro­ fessionelt er, at tú skapar ótryggleika á stovninum. Ótryggleikin ger starvfólkini strongd, og harvið fáa tey minni burtur úr arbeiðsdegnum. Summi gerast enntá sjúk at tí. Tá ið sparingar skulu fremjast á almenna økinum, vísir tað seg tíverri ofta, at tað eru tey, ið eru lægst lønt og hava tyngstu arbeiðsbyrðu, ið fyrst verða rakt. Við tyngstu arbeiðsbyrðu meini eg: • at arbeiða í skiftivaktum, sum sam­ bært prógvum eru heilsskaðiligar • at røkta sera tungar brúkarar, ið kann geva varandi mein • at røkta sjúk og doyggjandi fólk og vera um teirra avvarðandi, ið er ógvuliga hart sálarliga • og so ikki at sleppa á førleikamennandi skeið og eftirútbúgvingar, ið ger tað lættari at bera byrðuna. Nevndin í Almanna­ og heilsurøktara­ felagnum mælir til, at Rósa Samuelsen letur stovnsleiðarar og onnur fakfólk í Suðuroy gera av, hvussu tey komandi árið tillaga og skipa eldraøkið og virksemið í oynni, nú ið nýggja ellis­ og røktarheimið í Vági skjótt verður liðugt. So fær Rósa uttan iva nøgd og ágrýtin starvsfólk, og kann vísa á ein rakstur í Suðuroynni í 2012, ið svarar seg. Majbritt Mohr forkvinna Rósa, lat fakfólkini skipa eldraøkið í Suðuroy!