fríggjadagur 24. september 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 24. september 2010
13
VIKUSKIFTI
flogvanlukka
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fólk eru sera ósamd um tíð inda flutn
ing in hjá Útvarpinum leygardagin 26.
sep tem ber 1970.
Útvarpsmaðurin var júst liðugur at
lesa tíðindini, tá hann treiv aftur í aftur:
»Vit hava júst frætt, at íslands
flogfarið er dottið niður í Mykinesi.
Øll eru sloppin frá vanlukkuni við
lívi n um«.
Hetta skuldi vísa seg at vera ein
sann leiki »við modifikatiónum«. Tí
sjálvt um tað var rætt, at flogfarið
var dottið niður, so sluppu ikki øll frá
vanlukkuni við lívinum. Átta av teim
um 34 fólkunum umborð, mistu lívið.
Kortini má hetta sigast at vera væl
slop p ið av einari flogvanlukku at vera,
tí heili 26 fólk sluppu við lívinum, eftir
at Fokker Friendship F27 flogfarið hjá
Icelandair rendi á undir Knúki í Myki
nesi.
Ein av teimum, sum slapp við lívi
num, er Eyðbjørg Mikkelsen. Hon var
gift kenda ítróttarmanninum Torbjørn
Mikkelsen, sum gjørdist Kyndilsmaður
um ein háls. Var sjálvur við til at stovna
felag ið, og hóast hann helt fram í Neist
a num eitt ár eftir, at Kyndil varð stovn
að, gjørdist hann at kalla ímyndin av
Kyndli.
Tað var tí ikki heilt tilvildarligt, at
Er hard Næs heitti á Torbjørn um at
koma við sær til aðalfund hjá Altjóða
Hond bólts sambandinum, sum í 1970
varð hildin í Madrid. Boðini vóru, at
konur nar kundu koma við, tó treytað
av, at tær sjálvar rindaðu fyri ferðina.
Soleiðis var eg við á ferðini. Vit
hitt ust í Keypmannahavn við norska,
danska og svenska ferðalagið, og síða
ni varð kósin sett móti Mallorca, har
vit vóru eina viku. So fóru Erhard og
Torbjørn á aðalfund, meðan vit konur
nar vórðu verandi á Mallorca, sigur
Eyð bjørg Mikkelsen.
Ring floglíkindi
Afturkomin til Keypmannahavnar,
vóru floglíkindini vánalig í Føroyum,
og ferðalagið varð so flutt til Bergens
at bíða, inntil lendandi var í Vágum.
Har vóru fleiri onnur ferðafólk, ið
eisini bíðaðu eftir líkindum at sleppa
til Føroya, og øll vóru tey innkvarterað
á Hotel Orion. Tíðin gekk við spáka í
býn um, og um kvøldarnar styttu fleiri
sær stundir við at spæla kort.
Eg minnist, at eg tók eina mynd,
með an spælt varð kort, og tað var
huga ligt fyri meg, seinni at kunna
geva Oluffu og einkjuni eftir Ernst
Peter sen avrit av hesi myndini, sum
báð ir menninir vóru á, sigur Eyðbjørg
Mikkel sen.
Hon og Oluffa Durhuus fingu
stór ar skaðar í beinini, og tær komu
at liggja leingi á sjúkrahúsinum. Tær
lógu á somu stovu, og hóast tær als
ikki kendust, fyrr enn flogvanlukkan
leid di tær saman, gjørdust tær bestu
vin konur.
Sjálv minnist Eyðbjørg Mikkelsen
ikki so nógv frá hendingini, tí hon lá í
óviti ein stóran part av tíðini.
Vit hoyrdu alla tíðina um, at flog
lík ind ini í Føroyum vóru vánalig, men
so tíðliga leygarmorgunin 26. sep tem
ber komu boð um, at nú vóru líkindini
í Vágum so fræg, at vit helst fingu lent,
sig ur Eyðbjørg Mikkelsen.
Fegin vóru tey um útlitini at sleppa
heim aftur til børnini, og Eyðbjørg
minn ist eisini, tá tey fóru frá Bergen
og løgdu Noregi aftan fyri seg.
Annars minnist eg ikki so ógvuliga
nógv frá sjálvum flúgvitúrinum, men
tað stendur rimmar fast í minninum, at
beint áðrenn vit brustu í vøllin, hoyrdi
eg onkran siga: »Fara vit uppeftir ella
niður eftir«. Síðani minnist eg einki
uttan brot, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Torbjørn heilaskjálvta
Eitt av brotunum, hon minnist, er,
með an hon liggur á vøllinum uttan
fyri flogfarið.
Eg kendi sjáldan til mín, so onkur
hev ur borið meg út úr flúgvaranum.
Men eg haldi meg kortini minnast,
með an eg lá á vøllinum uttan fyri,
at eg helt um stumparnar í lærinum.
Eg hevði fingið opið lærbrot, og bein
stump ar stungu út gjøgnum brotið, sig
ur Eyðbjørg Mikkelsen.
Maður hennara, Torbjørn Mikkelsen,
hevði fingið heilaskjálvta og gekk púra
í ørviti og mól. Sambært øðrum ferða
fólk um bað hann fleiri ferðir Eyðbjørg
koma inn í flogfarið at seta seg, tí har
var nógv heitari.
Hann hevði ikki fatað, at Eyðbjørg
var so mikið illa til skaða komin, at ikki
var hugsingur um hjá henni at flyta
seg.
Tíbetur eru vit menniskju soleiðis
inn rættað, at vit falla í óvit, og harvið
verða vit spard fyri nógva pínu. Tað
hendi fyri meg, so eg minnist einki
til pínu og kulda, so sum mong onnur
upp livdu hendan dagin, sigur Eyðbjørg
Mikkelsen.
Eitt, sum tey allarflestu umborð á
flogfarinum kendu, var pínu í ryggi
num. Bert heilt fá sluppu undan tí
snudd i num, og umframt heilaskjálvta
fekk eisini Torbjørn Mikkelsen snudd í
rygg in. Hann lá á Landssjúkrahúsinum
í einari 14 dagar, men tað var einki
aftur ímóti tíðini, ið Eyðbjørg skuldi
verða seingjarliggjandi eftir skaðarnar,
hon fekk, tá flogfarið datt niður.
Í øðrum brotum minnist Eyðbjørg,
tá hon varð borin oman av Knúki í ein
um sildagarni.
Eg minnist, tá vit koma oman í
bygd ina í Mykinesi, at eg síggi Maju,
sum eg kendi eitt sindur, við einum bar
ni á arminum. Eg spyrji, hvussu gamal
drong urin er, og hon svarar níggju
mán að ir. So eri eg burtur aftur, sigur
Eyð bjørg Mikkelsen.
Hon hómar eisini okkurt brot, tá
hon varð flutt umborð á Hvidbjørnen
og aftur, tá tey koma til Havnar.
Drúgv sjúkralega
Lærbrotið skuldi vísa seg at vera ógvu
liga álvarsamt. Hon varð eftir einari tíð
send niður á Ríkissjúkrahúsið í Keyp
man na havn, og har tóku teir burt ur úr
mjødn ini at seta í millum í lær broti
num.
Men hetta skuldi vísa seg ikki at
ganga eftir vild. Tað fekst ikki at grógva
saman, og stórur partur av musklunum
í vinstra læri vóru burtur.
Eitt annað av ferðafólkunum, Oluffa
Dur huus úr Klaksvík, hevði eisini fing
ið stóran skaða í beinini, og tær báðar
skuldu liggja saman á sjúkrahúsi í
langa tíð. Tær gjørdust eisini bestu
vin konur, og familjurnar runnu meira
ella minni saman í eitt. Tá onkur kom at
vitja Eyðbjørg, vitjaðu tey samstundis
eisini Oluffu og umvent.
Oluffa hevði brotið bæði armar og
bein, og so illa var vinstra bein farið,
at læknarnir valdu at amputera tað
beint undir knænum, sigur Eyðbjørg
Mikkel sen.
Tær hjálptust at við at binda og gera
annað hondarbeiði, og tað stytti væl
um stundir hjá teimum báðum.
Men so hendi tað, at læknarnir
stað festu staffylokokkar hjá Eyðbjørg,
og hetta hevði við sær, at sjúkralegan
gjørd ist so ógvuliga drúgv.
Eg bleiv gipsað frá miðjuni og
niður, og soleiðis lá og sat eg í 14 mán
að ir , sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Hon slapp heim av og á, til dømis á
pásk um, men var sum nevnt inngipsað,
og tí var tað ógvuliga avmarkað, hvat
hon fekk flutt seg. Tilsamans lá hon á
sjúkra húsi í tvey og eitt hálvt ár.
Hevði tað ikki verið so heppið, at
mam ma Torbjørn kundi tikið sær av
børn unum, høvdu vit verið noydd at
sent tey av húsunum, sigur Eyðbjørg
Mikkel sen.
Losjan helt teimum uppi
Ein frágreiðing upp á, at Eyðbjørg einki
minn ist er helst tann, at hon hevur
verið í sjokk.
Eg havi seinni tosað við myki nes
mann, sum var við til at bera meg oman
í bygdina, og hann segði, at eg tosaði
bæði nógv og leingi, og at teir hildu,
at eg var við fult vit, sigur Eyðbjørg
Mikkel sen.
Eftir hálvttriðja ára sjúkralegu, kun
di Eyð bjørg Mikkelsen endiliga standa
uppi, men tað var við fleiri fyrivarnum.
Eg fekk eitt stativ um beinið, tí tað
mátti ikki koma niðurá. Haraftrat varð
lagt undir høgra bein, so vinstra lættari
kundi hanga frítt. Soleiðis gekk eg á
høkjum í eitt gott ár, áðrenn eg aftur
kundi stíga vinstra bein til, sigur Eyð
bjørg Mikkelsen.
Hetta vóru tungar tíðir at koma
ígjøg num, serliga tá hugsað verður um,
at hon hevði tvey børn, tá vanlukkan
hendi, gentan seks og eitt hálvt, drong
ur in bert 23 mánaðir.
Eitt, sum hjálpti okkum ógvuliga
væl eftir at vit bæði vóru komin fyri
okkum, var Losjan. Vit høvdu ung
dóms arbeiði í Losjuni, og tað hjálpti
okkum gjøgnum truplu tíðina eftir
van lukk una, sigur Eyðbjørg Mikkelsen.
Tað var ikki tá sum nú, at sálar frøð
ingar verða settir at hjálpa fólki burt ur
úr sálarligum trega. Tey mátti gjøgn
um ar beiða alt sjálvi.
Vit vóru ógvuliga nógv saman,
Oluffa og eg. Vit gjørdust vinkonur
fyri lívið og hava alla tíðina stuðlað og
hjálpt hvørj ari aðrari, og vit hava javn
an sam band enn í dag, sigur Eyðbjørg
Mikkel sen.
Sunnudagin eru so liðin 40 ár síðani
lagnu dagin undir Knúki, og børn hjá
teim um, ið doyðu hendan syndarliga
dag, skipa fyri hátíðarhaldi í Mykinesi,
har millum annað ein minnispláta
verð ur reist yvir tey, ið fórust við flog
farinum.
Maður Eyðbjørg, Torbjørn Mikkel
sen, fór herfrá fyri tveimum ár um
síðani, men tey, ið fyriskipa há tí ð ar
haldi, hava spurt Eyðbjørg, um hon
hev u r hug at verða við til staðar í Myki
nesi sunnudagin. Og tað ætlar hon sær.
Tað var jú har, at vit fingu okkara
nýggja føðingardag, leygardagin 26.
september 1970, sigur Eyðbjørg Mikkel
sen.
- Vit burdu ikki Verið her. Vit burdu øll Verið faRin. Í staðin gjørdist 26.
september 1970 okkara nýggi føðingaRDaguR, sigur eyðbjørg mikkelsen, ið
Var ein aV teimum 26, sum sluppu frá fLogvanLukkuni Í mykinesi Við lÍVinum
gjan føðingardag