fríggjadagur 24. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137
14
Sosialurin
Formula | Stiðjagøta 11 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel 344 000 | www.formula.fo
Formula søkir
eftir bókhaldara
Søkt verður eftir einum bók-
haldara til roknskapardeild
okkara, sum er mannað av
trimum starvsfólkum.
Starvsøkið umfatar alt bókhald, tó
fyrst og fremst kreditorbókhald.
Vit vænta, at tú hevur hollar royndir
innan bókhald og Navision. Royndir
við Invoice Workflow er ein fyrimunur.
Tú skalt vera røkin, sjálvstøðug/ur,
jalig/ur og skalt kunna trívast í einum
- til tíðir - hektiskum umhvørvi.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og
lønin verður ásett eftir royndum og
førleikum.
Umsókn við møguligum prógvum skal
sendast til Árna Arge, fíggjarstjóra,
á teldupostadressu aa@formula.fo.
Eru spurningar til starvið, ert tú
vælkomin at ringja til Formula á
344 000 ella senda ein teldupost til
áðurnevndu teldupostadressu.
Umsóknarfreistin er:
Mánadag 27. september 2010.
©2010 | 1xpetur.com
29. august fingu Tordis og Eyðstein
Lyngvej, Froðba, eina dóttur. Hon var 56
cm long og vigaði 3900 gr.
4. september fingu Poula Dulavík Berg og
Arnhold Berg, Keypmannahavn, ein son.
Hann var 53 cm langur og vigaði 3844 gr.
14. september fingu Rannvá Káradóttir og
Rúnar Reistrup, London, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigaði 4060 gr.
14. september fingu Anna og Johan Berg,
Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 4050 gr.
21. september fingu Elsa Maria og Georg
Nolsøe Rasmussen, Tórshavn, eina dóttur.
Hon var 55 cm long og vigaði 4320 gr.
12. september fingu Annika Petersen og
Karl Aage Hansen, Tórshavn, ein son.
Hann var 51 cm langur og vigaði 3845 gr.
16. september fingu Lív Haraldsen og
Høgni Viderø, Hoyvík, ein son. Hann var
56 cm langur og vigaði 4230 gr.
16. september fingu Mari og Janus í
Løðuni, Tórs havn, eina dóttur. Hon var 57
cm long og vigaði 4300 gr.
16. september fingu Saroya Dalsgarð og
Hallur E. Thomsen, Hoyvík, eina dóttur.
Hon var 54 cm long og vigaði 4100 gr.
18. september fingu Karis Hansen, Hósvík,
og Jón Danielsen, Kollafirði, eina dóttur.
Hon var 51 cm long og vigaði 3025 gr.
20. september fingu Joan Danielsen og
Erik Biskopstø, Klaksvík, ein son. Hann
var 49 cm langur og vigaði 2670 gr.
23. september fingu Hanna og Sigurd
Højgaard, Norðragøtu, ein son. Hann var
51 cm langur og vigaði 3200 gr.
Føðingar
21. juli bleiv Óðin
stóribeiggi. Bjørk er
fødd 27.05.09 í Burkina
Faso. Foreldur teirra
eru Sólbjørg Sivertsen
& Jákup Dahl Olesen,
Hoyvík.
19 ára gamal
doyði í
vanlukkuni
Trý fólk vóru í fremra bilinum á myndini – og førarin einsamallur í hinum aftara
Mynd: Vilmund Jacobsen
VANLUKKA
FERÐSLUVANLUKKA Støðleiðarin á
politistøðini í Runavík, Hallgrím Hansen,
váttar í morgun, at ein 19 ára gamal drongur
úr Skálafirði læt lív í ferðsluvanlukkuni
innan fyri bygdina á Skála í gjárkvøldið
Vilmund Jacobsen
Tíðliga í gjákvøldið hendi ein
ferðsluvanlukka innan fyri
bygdina á Skála, sum kostaði
einum ungum manni úr
Skála firði lívið.
Vanlukkan hendi, tá tveir
bilar – annar á veg úteftir og
hin á veg inneftir – stoyttu
frontalt saman.
Støðleiðarin á politistøðini
í Runavík, Hallgrím Hansen,
sigur, at tað var bilurin, ið
koyrdi úteftir landsvegnum,
sum av eini ella aðrari orsøk
kom út í vinstru síðu á veg
num, tá bilarnir møttust.
Trý fólk vóru í bilinum,
sum koyrdi úteftir Skála
fjørð inum, meðan førarin var
einsamallur í bilinum, sum
koyrdi inn eftir, og tað var
hesin, sum læt lív í ferðslu
vanlukkuni.
Øll fýra, sum gjørdust
partur av hesi syndarligu
van lukku, endaðu á Lands
sjúkrahúsinum, og Hallgrím
Hansen, støðleiðari, veit í
morgun at siga, at tann eini
persónurin nú er útskrivaður,
meðan hinir báðir framvegis
eru innlagdir.
– Onkur hevur verið
und ir skurði, men eingin
er í lívs vanda, leggur hann
aftrat.
Bilarnir kannaðir
Hallgrím Hansen sigur, at
greiða er ikki fingin á, hví
van lukkan hendi.
– Bilarnir verða nú kann
aðir hjá Akstovuni, og her
verður eitt nú hugt eftir, um
onkur orsøk kann vera til, at
annar bilurin kom út í skeiva
síðu á vegnum. Bremsur, hjól,
stýriamboð,
upphang
og
annað verður kannað, sigur
støðleiðarin á politistøðini í
Runavík.
vilmund@sosialurin.fo