fríggjadagur 24. september 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 24. september 2010
14
VIKUSKIFTI
Hvussu vilt tú lýsa tína
tíð í bankaverðini?
Hon hevur verið spennandi og áhugaverd,
tí tey 25 árini, eg havi starvast í bankaverðini,
eru nógvar broytingar farnar fram. Fyrr
avgreiddu vit tað mesta við hond, nú avgreiða
kundarnir jú alt sítt sjálvir. Eg byrjaði sum
næmingur í Norðoya Sparikassa, og tey síðstu
10 árini var eg so stjóri. Tað, sum helt meg
í fakinum, var, at eg allatíðina fekk nýggjar
avbjóðingar. Tá so avbjóðingarnar koma
umaftur, er tíð at hyggja seg um eftir øðrum.
Hvat heldur tú er góð leiðsla?
Góð leiðsla er fyrst og fremst, at leiðarin
tekur støði í sær sjálvum og er tann, hann
er. Umráðandi er at vera trúgvur ímóti
sær sjálvum. Haraftrat skal ein leiðari
vera álítandi og vísa øðrum álit, tí leiðarin
skapar ikki einsamallur úrslit. Hann skal
duga at skapa úrslit gjøgnum onnur. Eisini
skal hann duga at geva starvsfólkunum
íblástur. Dugir tú ikki tað, ert tú ikki leiðari.
Hvat hevur tú lært um
menniskju í tíni stjóratíð?
Eg havi lært, at tað er ikki rætt, at pengar
broyta fólk. Heldur fáa pengarnir bara
maskurnar hjá fólki at falla. Tá pengar
koma upp í leikin, vísa vit, hvørji vit veruliga
eru. Haraftrat havi eg lært, at meira
enn níggju av tíggju fólkum eru reiðilig
og ærlig og vilja svara hvørjum sítt.
Hvussu upplivdi tú fjølmiðlarnar,
tá tú vart í Norðoya Sparikassa?
Eg havi ikki nakra negativa uppliving av
fjølmiðlunum. Teir eru ein natúrligur og
og avgerandi partur av samfelagnum,
sum skal fylgja við í tí, ið hendir, og sum
skal seta viðkomandi spurningar, ið kunnu
vera harðir at svara uppá. Eg kann ikki
siga, at eg havi verið órættvíst viðfarin.
Hvat heldur tú um støðið á
føroyskum journalistikki?
Tey 10 árini, eg havi verið stjóri í Norðoya
Sparikassa, er støðið hækkað munandi.
Eg haldi, at fjølmiðlarnir eru vorðnir
meira beinleiðis, og teir eru minni
bangnir fyri at taka eym mál upp. Mær
dámar, at fjølmiðlar stremba eftir at
vera óheftir av øllum áhugamálum, eisini
handilsligum. Hetta kostar heilt avgjørt
í byrjanini, men vinnur í longdini.
Hvat saknar tú í føroyskum fjølmiðlum?
Samanborið við fólkatalið eru vit á hægri støði,
enn vit kundu væntað, men skal eg nevna
nakað, eg sakni, so er tað, at fjølmiðlarnir,
tá teir vísa á trupulleikar, eisini umrøða,
hvussu trupulleikarnir kunnu loysast. Teir
skulu sjálvandi ikki loysa trupulleikarnar
sjálvir, men teir kunnu leggja størri orku í at
finna fólk, sum hava svar upp á loysnir.
Hvussu ber tað til, at tú
keypti Dimmalætting?
Tí hon var til sølu, og tí hon hevur
menningar møguleikar, ið enn eru
ótroyttir. Við Føroya elsta, størsta og
besta blað eigur tað at fara at ganga.
Hvat er so spennandi við
fjølmiðlaheiminum?
Allar vinnur eru áhugaverdar og hava síni
spennandi sereyðkenni. Tað mest spennandi
við stóru fjølmiðlunum er, at teir røkka um
alt landið og á tann hátt kunnu gera mun.
Verður útboðið hjá Dimmalætting
broytt við tær sum eigara?
Ja, sjálvandi. Ein og hvør miðil í menning
ger allatíðina broytingar, og tíðin fer at
vísa, at Dimmalætting eisini framhaldandi
fer at liva upp til hesa meginreglu.
Hvat siga fólk
við teg, síðan tú
keypti blaðið?
Tey siga, at tað
er kul, spennandi
og áhugavert,
og so spyrja tey
eisini, hví eg
keypti. Summi
skilja als ikki,
at eg havi gjørt
tað. Øll hava
tey helst rætt á
hvør sín hátt.
eyðfinn reyðberg
Fjølmiðlar áttu eisini at dyrkað loysnir
lagt tIl rættIs: Uni Arge
myND: JENSk kriSTiAN VANG
Hann var stjóri í Norðoya SparikaSSa í 10 ár, og tíðin í sessinum lærdi Hann, at pengar
broyta ikki fólk, teir fáa bara fólk at vísa, Hvørji tey Veruliga eru. kanska kundu
føroyskir fjølmiðlar, tá teir vísa á trupulleikar, eisini umrøtt, Hvussu trupulleikarNir
kunnu loysast, sigur eyðfinn reyðberg, ið júst Hevur keypt DimmalættiNg
– Eg havi lært, at tað er ikki rætt, at pengar broyta fólk. Heldur fáa pengarnir bara maskurnar hjá fólki at falla, sigur Eyðfinn Reyðberg, nýggjur blaðeigari