Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 24. september 2010 15 VIKUSKIFTI Rokast í makreli Makrelfiskiskapurin hevur verið góður undir Føroyum í summar. Stórir verksmiðjutrolarar eru komnir hendan vegin at fiska saman við øllum hinum skipunum, sum hava ligið fram við. Eisini hesir báðir dreingirnir hava verið á floti eftir makreli, og tað gekk heilt væl hjá teimum Hon er blíð, beinasom, sera beina som, brosandi leitar hon av full um huga í telduni, so teldu heilin illa klárar at vera við. Pína doyð, um hon ikki eisini er fryntlig. Jú, jú, hetta man fara at bera til. Latið okkum nú síggja her, sigur hon, og fingrarnir dansa á knappaborðinum. Ágrýtnið glampar um kapp við knapparnar í tænastu­ búnanum. Hon er sørvismeindað. Hon er bara til fyri okkum hinu megin diskin. Vil gera alt fyri okkum. Vit eru á flogvøllinum í Kastrup. Ikki í veruleikanum, men í einari sjónvarpssending, sum skal eitast at vera um veru­ leikan á flogvøllinum í Kastrup. Tað er hon ikki. Hon er um ein fiktivan veruleika. Ein veruleika, sum gerst veruleikin so skjótt sum myndatólið er sløkt. Eg havi verið á flogvøllinum í Kastrup nógvar ferðir. Eg kenni ikki rættiliga aftur tann fram úr vinaliga starvsfólkaskara, sum vit síggja í sjónvarpsrøðini. Í henni síggja vit bara ótolin, ófólkalig, full, óforskammað ferðafólk, sum eru so órímilig at krevja greið boð. Og starvsfólk, sum hava tol sum sjey jobar. Tey, sum spæla seg sjálvi og eru høvuðsleikarar í øllum slík um sjónvarpsrøðum, vita, at upp tøkutólið er á on, og so leingi klára tey at halda sær. Veit ikki hvat fína, lærda heitið á hesum slagi av doku­ ment ar ismu er. Pseudodok kanska. Ein tann fyrsta av slagnum var um Heathrow flogvøllin í London. Hon er í lagi, tí bretar eru blíðir og fólkaligir. Teimum nýtist ikki at spæla tað. Tað eru tey, sum eru beina som og fitt uttan at hava eitt upp­ tøku tól rundan um seg í einum radiusi, sum er hálvur metur. Tey eru bara so, altíð. Eg skuldi úr Róm til Keyp­ manna havnar. Á flogvøllinum spurdi eg, um til bar at skriva meg inn alla leiðina til Føroya, tí eg skuldi úr Kastrup til Vágar sama dagin. Kvinnan innan fyri diskin visti einki um Føroyar og enn minni um Atlantic Airways. Eg segði so, at tað var í lagi, um tað ikki bar til, tí eg hevði stundir at fara út at venda og skriva meg innaftur í Kastrup. Fólk stóðu aftan fyri meg í halanum, og sjálvur standi eg og banni og blóti innantanna – tá ringast er statt, eisini hart – tá fólk framman fyri meg brúka so ófatiliga nógva tíð um at skriva seg inn, kekka inn ókekkað. For helviti, hava tey ikki ferða seðil? Vita tey ikki, hvagar tey skulu og nær? Vita tey, hvar tey eru nú? Hví fari eg altíð í júst ta bíðirøðina, har sum øll hesi ókekkaðu kekka inn? Nei, nei, segði hon í Róm og fór í holt við at leita eftir Atlantic Airways og Vagar og FAE. Fekk mannin við grannadiskin við sær at leita, og eg tordi ikki at venda mær við fyri at kanna, hvussu nógv stóðu og bannaðu á ymsum málum aftan fyri meg. Fingrarnir dansaðu á knappa­ borðinum. Hon var vøkur. Og eg bíðaði eftir fyrsta glepsinum aftanífrá. Framman fyri meg innan fyri diskin avgreiddi hon mína ferð allan vegin til Vágar. Fyri hana var hetta ein avbjóð ing í starvinum, sum er í tænastu­ vinnuni. Í Róm var svarið ikki: nei, tað ber ikki til, tí ferðaseðlarnir eru ikki keyptir frá sama seljara. Tað er klassiska svarið í Kastrup og Arlanda til dømis. Eg slapp frá at fara út at venda í Kastrup og eina ferð afturat gjøgnum hatta idiotiska trygdar eftirlitið, sum er líka trygt sum niður slitnir píkar í einum píkadekki uttan mynstur. Ella flogternurnar hjá Atlantic Airways. Altíð blíðar og vinar­ ligar, beinasamar og hava gott tol. Uttan at nakað upptøkutól er umborð. Soleiðis eru tær bara. Slíkt er eingin sjálvfylgja. Tað veit eg, eg havi flogið við nógvum flogfeløgum. Vónandi fáa tær góða løn og ta virðing, tær hava uppiborna frá sínum arbeiðsgevara. Smíl,tú ert on! UmaftUrafturum høgni djurhuuS Hví afturum? Nýggjur dagstovnur er bygdur á Kambsdali. Vit hava tosað við arkitektin aftan fyri bygningin. Góðan Morgun Føroyar Tað er einki nýtt! Falskur alarmur í løgtinginum Portal.fo Illa sperdir 100 føroyingar sleppa ikki framat, tá teir ætla Útvarpið Tað var snilt Tingið vendir samkyndum bakið Dimma Kanska tí tað eitur roykalarmur Roykur fekk alarmin í gongd Portal.fo Tann sami báðu ferðirnar? Tvær ferðir seinasta árið hevur ein móttakari frá Televarpinum verið orsøkin til, at eldur er komin í sethús Sosialurin Øðrvísi gudstænasta Gudstænasta við skrúvum í Hoyvík Portal.fo Ansið eftir Máling er í luftini Dimma Ja, teir fara neyvan gjøgnum bógportið So leingi sum bógportið á Reginu Balticu ikki kann latasta upp og aftur, fara bilarnir umborð og í land gjøgnum hekkuportið. Sosialurin Er tað tíðindi? KÍ er føroyameistari hjá kvinnum Sosialurin Er tað tíðindi? Hepnið við HB Sosialurin ranga í strúpan Hvat hendir her? Í farnu viku keyptu Eyðfinn reyðberg dimmalætting, og sølan var ikki meira enn kunngjørd, so var Árni gregersen, ábygrdarblaðstjóri á dimmu, í Miðlahúsinum. har drakk hann kaffi saman við Eiriki Lindenskov, ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum. Vit royndu at fregnast um, hvat var áfatt, men teir skyldu upp á eitt skeið um nýggja blaðskipan. Tað sær meira út sum, at samstarvið er við blíva tættari, og spurningurin er, hvør lurtar við á telefonini hjá Eiriki. Man tað verða Eyðfinn reyðberg? Linlig finala Skoðsmálini av Løgmans­ finaluni, sum varð spæld í Klaksvík, vóru heilt góð. Dysturin var sambært teimum flestu tøtt og spenn andi, og lívið millum áskoð ararnar var sera góð. tað var tó onkur, sum keddi seg eitt sindur. rógvi Jacobsen, sum ikki kundi spæla við Íf vegna skaða, tóktist ikki verða so spentur, sum fleiri onnur vóru. mynDir: ÁLVur haraLdSEn