Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137 16 Sosialurin Jan Müller Síðani seinast í juli mánað hevur serstaka supplyskipið Viking Lady verið partur av býar­ myndini í Runavík. Skipið flytur alt tað góðs, sum verður brúkt umborð á boripallium West Phoenix, millum Runavíkina og pall in. Norski skiparin, Geir Ytreland, sum hevur verið í hesi vinnuni í góð 30 ár, er sera fegin um ar beiðsumstøðurnar í Runa vík, har Atlantic Supply Base stendur fyri arbeiðinum at veita vørur og tænastur til pallin, sum í løtuni borar á landgrunninum. – Eg skal viðganga, at eg varð sera skeptiskur, tá eg frætti, at vit skuldu til Føroya við okkara góða skipi, tí eg helt her bara vórðu steinbryggjur. Men nú vit hava brúkt havnina í Runavík og arbeitt saman við fólkinum her kann eg bara siga, at her eru sera góðar umstøður at arbeiða og fólkini her eru ófør. Uppá fyrispurning hvussu hann heldur um ­ støðu rnar eru á Skála ­ fjørð inum eisini at hýsa eini framtíðar útgerðar­ støð, sum kann veita vørur og tænastur til eina útbygging av møguligum oljufundum sigur norð­ maðurin, at tá eru krøvini til eina slíka havn nógv størri. Tá verður neyðugt at finna eitt stað burtur frá bygdum øki, og har tað er stórt pláss til tangar og alla ta útgerð, sum ein útbygging krevur. Hann heldur tað vera eina góða kombinatión at hava ein oljubasa í nánd av eini skipasmiðju. Hoyrið norska skiparan í endursendingini á Rás2 leygarmorgun millum klokkan 10 og 12. jan@sosialurin.fo Jan Müller Tað er neyvan ov nógv sagt, at Skálafjørðurin við sín­ um nógva og fjølbroytta vinnu virksemi í dag er eitt kraftsentur í Føroyum. Men gongur tað sum teir tríggir, borgarstjórin í Runavík, Magn us Rasmussen, nýggi havna stjórin, Tórbjørn Jacob sen og stjórin á Føroya ein astu olju útgerðar havn, Eli Lassen vilja tað, so fer allur Skála fjørðurin í fram­ tíðini at vera landsins størsta kraftsentur. Hetta kom fram í eini temasending í Rás2 hósmorgunin millum klokkan 10 og 12, tá Jan Müller hitti teir tríggjar á havnaskrivstovuni í Runavík umframt at vitja umborð á útgerðarskipinunum Viking Lady, sum flytur góðs millum Runavík og boripallin West Phoenix á landgrunninum. Tosað varð um at leggja allar kommunurnar saman í eina stóra kraftmikla komm unu við eitt nú fiski­ v innu, alivinnu, olju vinnu og skipasmíð. Olju út gerðar­ støðin er komin fyri at verða halda teir tríggir, sum síggja, at Skálafjørðurin sum tann náttúrhavn hann er eisini fer at vera tann rætti til at hýsa okkara oljuútgerðarhavn, tá olja møguliga er funnin og fund skulu útbyggjast til framleiðslu. Eisini komandi undirsjóvartunnilin fer at vera eitt týðandi lið í fram­ tíðar menningini halda teir og leggja dent á, at tað einasta, sum kann forða fyri hesi náttúrligu menning er sundurlyndi og vantandi samstarvsvilji. Hoyrið í end­ ur sendingini millum 10 og 12 leygardagin teir tríggjar geva síni bestu boð uppá ta skila bestu framtíðina fyri Skálafjørðin. jan@sosialurin.fo Borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, Tórbjørn Jacobsen, havnastjóri og Eli Lassen, oljustjóri bjóða oljuvinnuni at vera vælkomna á Skálafjørðinum, eisini tá olja verður funnin. Her eru teir í oljuútgerðarhavnini, har Viking Lady, útgerðarskipið liggur og bíðar eftir farmi. Mynd Jan Müller Vilja menna Skálafjørðin til landsins størsta kraftsentur Kraftsentur Allur Skálafjørðurin skal vera ein kommuna, sum við samstarvi og samanhaldi skal gera økið til landsins størsta kraftsentur við bæði fiskivinnu og oljuvinnu. Norskur frálanda skipari: Góðar umstøður í Runavík Útgerðarhavn Norðmenn eru sera væl nøgdir við umstøðurnar og tænasturnar í Runavík. Geir Ytreland, skipari á Viking Lady, sum er megin­ æðrin millum Runavík og boripallin West Phoenix Mynd Jan Müller