fríggjadagur 24. september 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 137 · 24. september 2010
16
VIKUSKIFTI
Politikkur
Uni Arge
ua@sosialurin.fo
Politiskir eygleiðarar hava leingi verið
samdir um, at ilt er at fáa eyga á nakra
kós tíansheldur nakra semju millum
flokkarnar í samgongu. Gamaní eru
flokkarnir samdir um at sita, har teir
sita, men hvat felags málið hjá teimum
er, er trupult at síggja. Ósemjurnar
goysa hinvegin upp úr ymsum opum
við jøvn um millumbilum, serliga tá
einstak lingar fáa markeringshungur
og kunn gera sínar hugsanir um allar
geilar.
Soleiðis var eisini hesa vikuna, men
hendan vikan var øðrvísi á tann hátt,
at hon var ikki sørt undirhaldandi.
Tað byrjaði við, at Bjarni Djurholm,
tingmaður hjá Fólkaflokkinum, skrivaði
í kronikk, at partar av samgonguni
longu tykjast at hava slept endanum
og við markeringum fyrireika seg til
samgonguslit heldur enn at taka av
gerðir, ið eru neyðugar, nú stór tøk skulu
takast. Bjarni Djurholm skrivaði:
»Løgmaður, sum skuldi verið odd
vitin, minnir mest um flugu í fløsku, ið
stjórnar flokki, sum er farin av um tvøran,
har loyaliteturin hjá partamonnum
móti formanni og samgonguleiðara
er syndarligur. Harumframt lefrar
minsti samgonguflokkurin púra opin
skárað og illoyalt til andstøðuna. Tað
var væntandi, at við áhaldandi vána
ligum veljarakanningum fór Javnaðar
flokkurin at skinkla í límingini og heldur
ynskja sær eina tilveru í andstøðu.«
Eftir hesa breiðsíðuna og uppáhald
frá Bjarna Durholm um, at samfelagið
er á veg ímóti stagnatión heldur enn
einum sjálvberandi búskapi, tók Kaj
Leo Johannesen, løgmaður, orðið í al
mennum lesarabrævi. Fiskivinnan og
alivinnan hava ongantíð vunnið so
nógvan pening sum nú, segði hann,
men útgreinaði ikki, um fiskivinna
merkti botnfiskaveiða, flakavinna og
ella kanska uppsjóarfiskiskapur. Hann
skrivaði:
»Góði Bjarni, landið er ikki á egg
ini til hóttafall. Men vit hava brúk
fyri øllum góðum samstarvskreftum í
sam gong uni, um vit skulu náa okkara
mál um. Í tí høpinum vænti eg ikki, at
tín lutur fer at liggja eftir. Tí eitt skalt
tú eiga, Bjarni, tú ert av teimum mest
loyalu mótvegis samgonguni í ting
inum, og tað er tað, vit hava brúk fyri í
komandi tíðum. Við vón um fram hald
andi gott samstarv.«
Sjáldsamt hjartasuff
Hesi orð løgmans til samstarvsfelagan,
ið segði, at løgmaður mól sum fluga
í fløsku, vóru nærum rørandi, men
leingi var ikki friður millum manna,
tí úr Fíggjar málaráðnum hoyrdist nú
eitt suff av teimum ikki sørt sjáldsomu.
Jóannes Eidesgaard, ið skal hava lagt
fíggjarlógina fyri tingið áðrenn 30.
september, segði orðið, sum nærum
ongan tíð verður brúkt í politikki.
Hann bað hinar báðar halda kjaft. M.a.
skrivaði hann:
»Fíggjarlógartilgongdin er trupul
og altíð sera viðbrekin. Nógvir kamelar
skulu svølgjast serliga í tíðum, har út
gjar ingar eru avloystar av sparingum
og tiltøkum, sum tey flestu hava til
enda máls at tálma einum alt ov stórum
halli. Tí er als ongin orsøk til, at vit í
sam gonguni nú fara út í fjølmiðlarnar
at skjóta hvønn annan niður um tiltøk
í ein um ikki lidnum uppskoti.«
Jóannes Eidesgaard vildi altso ikki
hoyra meira alment kegl frá sínum
sam gongu feløgum, og júst sum á ein
um innan hýsis fundi, tá bylgjurnar
ganga hægst, vísti hann bersøgið á
víða gitnu orðini hjá Statsråd Michelsen
í tele grammi til Bjørnstjerne Bjørnson,
tá Noreg í 1905 var um at tryggja sær
full veldi, at nú galt ikki um at blanda
seg, men um at halda kjaft.
Hetta er helst fyrstu ferð, at ein løg
maður so opinlýst hevur fingið boð um
at halda gák, men skuldi nakar siga so
vorðið, skuldi tað ivaleyst vera ein fyrr
ver andi løgmaður. Og skuldi so nakar
leggja upp í orrustuna aftrat, ja, so mátti
tann leikarin á pallinum ikki vera minni
enn ein annar fyrrverandi løgmaður, og
tað var hann eisini. Edmund Joensen
setti seg við tangentarnar og sang hesa
vísuna:
»Jóannes Eidesgaard eigur at skriva
SAmgongUpolitikArAr hava farnu vikuna dansað ein SjáldSAmAn dans,
nú løgtingið skal viðgera fíggjArlóginA. BjArni djUrholm heldur
kAj leo johAnneSen vera sum flugu í fløsku, løgmAðUr sigur seg ikki
mala í ring, jóAnneS eideSgAArd biður allar SAmgongUlimir halda
kjaft, og edmUnd joenSen ætlar sær ikki at tiga og vil hava ávirkAn.
AnnitA á fríðrikSmørk hevur so biðið teir AllAr farið til arbeiðis
Politiskt
kjaftaslit
upp undir
evstamark
Løgmaður, sum skuldi verið oddvitin, minnir
mest um flugu í fløsku, ið stjórnar flokki,
sum er farin av um tvøran
Bjarni Djurholm