Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137 Sosialurin Avvarðandi ynskja at minn­ ast dagin við at seta upp eina minnisplátu á staðnum, har flogfarið datt niður, sjálvan fjøruti­ára­dagin. Sunnudagin 26. september eru 40 ár liðin síðani flog­ van lukkuna í Mykinesi, sum hendi leygarmorgunin 26. sep tember i 1970. Hetta var eitt Fokker Friendship flogfar hjá Íslenska flog­ felagnum Icelandair, og hevði rutunummarið F701. Pláss var fyri gott 40 ferðafólkum umborð, og hendan dagin vóru 30 ferðafólk við flog­ farinum, umframt mann ing­ ina, sum taldi 4. Tað var ruskveður hendan dagin, og tað var veðrið, sum eyðkendi samskiftið mill um flogskiparan í F701 og flogtornið í Vágunum. Sam skiftið fór fram millum klokkan 10.00 og klokkan 11.00. Klokkan 10.22 hevur flog skiparin byrjað sjálva innflúgvingina til Vágar, og tá er eitt uppkall til F701 har flogtornið spyr flogskiparan um hann sær oynna. Teir næstu 35. minuttirnar er nógv samskiftið um vind­ styrki, ætt og sýnið, og eisi­ ni verður upplýst um lend­ ingarlíkindini í Íslandi og í Shetlandi. Flogskiparin hevur umhugsað møguleikan, eis ­ ini hesaferð, at avlýsa inn­ flúgvingina í Vágar. Seinastu boðini 64 ferðirnar hoyrast hesi sermerktu stuttu og kon­ tantu samskiftisbrotini mill um flogskiparan og flog­ tornið, men klokkan 10.57 kem ur seinasta brotið, tá tornið í Vágunum hevur eini veðurboð til flogskiparan á F701 –einki svar! Sambandið við flogfarið var burtur, og tað varð við tað sama farið at leita, bæði á sjógvi og landi. Klokkan 12.15 ringir sýslu­ maðurn í Vágunum til løg­ reglu mannin, Reðin Leons­ son, við boðunum um, at boð vóru komin úr Mykinesi, at flogfarið var dottið niður har á oynni. Reðin Leonsson var løgreglumaður í Vágum um hetta mundi og sera væl kendur í landslagnum úti í Mykinesi. Undir Knúki Flogfarið var dottið niður und ir Knúki í Mykinesi. Slíkt var ikki hent áður í Før oysku flogsøguni, sum ikki hevði nógvar royndir innan flúgving. Tilburðurin skelkaði lítla Føroyska samfelagið, og skelkurin setti síni djúpu spor í familjunum hjá teimum avvarandi, og børn og hjúnarfelagar stóðu spyrjandi við stóra sakninum og sorgini. 8 menniskjur lótu lív, 7 føroyingar og ein íslendingur. Minningarhald Nú eru 40 ár liðin ­ nógv vatn er runnið í ánni. Børnini, sum tá vóru smá, eru í dag vaksin og eiga sjálvi børn og barnabørn, og nógvir hjúnafelagar, sum sótu eftir, eru komnir væl til árs, og onkur er ikki millum okkum meira. Hesi hava ynskt, at dagurin skal ikki fara aftur við borðinum ómerktur, men skal markerast á onkran hátt. Ein nevnd varð sett at arbeiða við málinum. Ein minnispláta er gjørd við nøvnunum á teimum, sum lótu lív. Minnisplátan skal setast upp Undir Knúki, á sjálvum ársdegnum, 26. september, og á sjálvum staðnum har flogfarið datt niður. Í samband við hetta verð ur minningarhald á stað num, sunnu dagin 26. sep tember, mill um klokkan 10 og 11, har Jógvan Fríð­ rik sson, Biskupur, kemur at røða, og klokkan 10.57, tá tornið á flogvøllinum í Vágunum misti sambandið við flogfarið, verður ein still løta, har fólkið fær høvið at minnist tey átta, sum lótu lív. Seinnapartin verður borð hald á Hotel Vágum fyri teim um avvarðandi. Um veðrið ikki verður til vildar, verður ikki farið út í Mykines, men so verð­ ur alt minningarhaldið hildið á Hotel Vágum, har navnaplátan verður avdúkað, sum so seinni verður sett upp Undir Knúki. Poul Jóhan Djurhuus gjaranes@olivant.fo Flogvanlukkan Undir Knúki – 40 ára minningar hald Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo 345 m2 av ovaru hæddini hjá Pf. Valdemar Lützen kunnu nú fáast til leigu. Skrivstovuhølið er í sera góðum standi, og liggur mitt í Havnini. 220 parkeringspláss. Møgulig áhugaði kunnu venda sær til Høgna Lützen á tel. 213536 Kóntórleigumál á Skálatrøð við panorama útsýni Sera góð parkerings viðurskifti Pf. Valdemar Lützen TIL LEIGU: Sosialurin 341800