Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 24. september 2010 17 VIKUSKIFTI sær aftan fyri oyrað, at hann fær bert undirtøku fyri uppskotum, um tey eru viðgjørd og síðani góðtikin av øllum tinglimum. Er okkurt, ið tingfólk vilja hava broytt ella flutt, so skal tað vera møguligt. Hetta er tað, tey kalla politiskt handverk. Skal ryggdekningur fáast frá baklandinum, og skal undirtøka fáast frá ting limum, so skal ávirkan latast aftur fyri.« Annita upp í leikin Í hesi innanhýsis orrustuni millum sam­ gongulimir skuldi ikki verið neyðugt, at nøkur andstøða legði upp í leikin, men tað gjørdi Annita á Fríðriksmørk, ið var farin at troyttast av knarrinum hjá sambandsfólki um blokkniðurskurðin í 2001. Sambandsfólk skriva onki um fiskivinnupolitikk, segði hon. Onki um tær hundraðtals milliónir, ið kundu komið í landskassan. Onki um komm­ unu reform. Onki um skúlareform. Onki um miðfyrisiting. »At fáa nakað boð frá landsins leið ara um broytingar og betringar og gongdar leiðir hevur ongin nakrar vónir um, hvørki í samgonguni ella í and støð uni. Hetta finna sambandsfólk seg eisini í. Bara tey sleppa at skriva um blokkniðurskurðin í 2001. Tey trútta niður í fólk, at rótin til alt ilt í Før­ oyum er blokkniðurskurðurin í 2001. Hetta siga tey, hóast inntøkurnar til lands kassan frá skatti og avgjøldum eru øktar við eini milliard síðan 2001," skriv aði hon. So við politisku skrivingini í vik uni sluppu lesararnir allan ringin runt. Samgongupolitikarar hildu hartingar­ fund fyri opnum leiktjøldum, og gamli spurn ingurin um Danmark sum bjarg­ ing í Føroyum ella ikki, kom eisini á breddan. Hvat lesararnir fingu burturúr annað enn endurtøkur av gomlum sjónar miðum og ósemjum, er ilt at vita, men okkurt áhugavert kundi kortini lesast úr útmeldingunum, m.a. grund­ leggjandi hugsjónarligar ósemjur. Vinnugjøld og blokkur Jóannes Eidesgaard boðaði í sínum lesarabrævi frá sparingum og tiltøkum, sum skulu tálma hallinum. Haraftrat arbeiðir hann sambært útvarpinum við, at eykagjøld skulu leggjast á alivinnuna, uppsjóarflotan og fjarfiskiflotan, so fleiri milliónir kunnu fáast í kassan. At júst hetta uppskotið hevur verið á veg, var kanska orsøkin til, at Bjarni Djurholm setti ferð á innanhýsis sam­ gongu kjakið við síni kronikk. Hann vísti nevniliga á, at ongin politiskur vilji er til at laga almennu útreiðslurnar til fíggjar støðuna. Í staðin verður bara tosað um at leggja gjøld á vinnuna. »Hvør torir at reformera sjúkra hús­ økið, niðurleggja skúlar, skerja lestrar­ studningar, tálma almannaøkið, fremja lønarafturhald, leggja stovnar saman o.s.fr.? Nei, tá er ólíka lættari at vilja økja inn tøkurnar hjá landskassanum, at tosa um at breiðka skattagrundarlagið, hækka avgjøld, fremja ognarskatt, leggja fleiri gjøld á vinnuna, ja, bara fantasi urin setir mørkini. Búskapurin sleppur ikki at tillaga seg. Úrslitið verður, at vit flyta okkum frá málinum um liv andi og sjálvberandi búskap inn í stagna tión ina og afturgongdina,« skriv aði hann. Og meðan spenningurin undan fíggj ar lógarviðgerðini økist, eru ikki bara samgongulimir vorðnir penna­ óvinir, men eisini Annita á Fríðriksmørk og Helgi Abrahamsen, fremsti fram­ søgumaður hjá Sam bands flokk­ inum í blokk stuðuls málum. Annita á Fríðsriksmørk skrivaði, at blokkurin av saml aðu bruttotjóðarúrtøkuni er sum ein pirra, einans 5 prosent. Ja, so rímiligt, svaraði Helgi Abrahamsen, hví skuldi full veldislandsstýrið so brúka 15 ár um at fáa hesa pirruna burtur. Soleiðis trætast tey, áðrenn fíggjar­ lógarviðgerðin er byrjað. Nýggir tónar eru ongir at hoyra, bara gamlir, og tvinn ir eru kostirnir hjá teimum, ið lesa, annað hvørt at taka alt í álv­ ara ella lata seg undirhalda av, at politiski reto rikkurin melur í ring við somu ósemjum og uppáhaldum sum áður. Ið hvussu er tykist vist, at ringt verður hjá fíggjarmálaráðharranum at geva sínum politisku starvsfeløgum kjaftband. Jóannes Eidesgaard eigur at skriva sær aftan fyri oyrað, at hann fær bert undirtøku fyri uppskotum, um tey eru viðgjørd og síðani góðtikin Edmund Joensen Nógvur goragangur hevur verið undan fíggjarlógarviðgerðini, og markeringarnar fingu eitt nú Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharrra, at biðja samgongulimir halda gák