fríggjadagur 24. september 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. september 2010 · Nr. 137
18
Sosialurin
Køling og hitaendurvinning
Lýsingartilfar
Eingin uppgáva er
ov lítil ella ov stór
KelviN á Hjalla er eiN FyritøKa við serFrøðiNgum í loysNum iNNaN KøliNg
og HitaeNdurviNNiNg bæði til viNNuNa og í privata HúsarHaldiNum
Magnus Gunnarsson
Fyritøkan Kelvin varð stovnað við tí visión
at menna køling innan orkusparing og at
endurvinna spillhita.
Umleið fimti hvør kilowatt tími sum
elfelagið SEV selur fer til køling, og talið er
vaksandi so hvørt sum privatu húsarhaldini
fáa sær hitapumpur, ið verða riknar við
streymi frá elfelagnum.
Eftirlit er tí av størsta týdningi fyri at
varðveita eina lága elnýtslu. Hetta er ein
tænasta, sum vit hava spesialiserað okkum
í, so kundin fær sum mest fyri minst, sigur
Boði Olsen frá Kelvin.
Í sambandi við at fyritøkan hevur eisini
spesialiserað seg í eftirliti og í ráðgeving eru
starvsfólkini væl útbúgvin og halda seg alla
tíðina dagførd við tí nýggjasta innan orku
sparing og køling.
Eingin uppgáva innan okkara øki er ov
lítil ella ov stór. Heldur ikki er nøkur uppgáva
uttan fyri áhugaøki okkara. Vit hava royndir
frá teimum mest framkomnu skipanum, sum
eru á marknaðinum.
Umframt at vit arbeiða við hitapumpum
og kølirúmum bjóða vit eisini heildarloysnir,
sum kunnu spara kundan fyri nógvar
pengar.
Nakað av tí sum vit dagliga arbeiða við
er t.d. optimering av anleggum, eins og vit
ráðgeva og designa anlegg.
Arbeitt verður nógv umborð á skipum,
og vita hava royndir frá teimum mest fram
komnu skipanum við t.d. ammoniakkkol
tvísýru.
Vit eru eisini serfrøðingar í ventilatóns
skipanum og aircondition anleggum umborð
á skipum, í bygningum og í bilum.
Fyri at kunna gera gott arbeiði leggja vit
stóran dent á kvalitet og servisering. Í hesum
sambandi gera vit ofta serviceavtalur við
kundar okkara, sigur Boði Olsen frá Kelvin.
maggi@sosialurin.fo
eingin uppgáva er ov lítil ella ov stór
eftirlit við hitapumpum
taylor soft-ice maskina
Starvsfólk hjá Kelvin:
Kristian Martin Skála,
stjóri, Boði Olsen, søla og
ráðgevi, og Petur Egholm,
menningarleiðari
Mynd: Álvur Haraldsen