Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 137 · 24. september 2010 18 VIKUSKIFTI Føroyingar eru alla staðni. Hetta hoyra vit aftur og aftur og er henda útsøgn tískil vorðin til eitt slag av hugtaki í okkara máli og mentan. Og júst hetta kundu vit eisini sanna, tá vitjað varð á stóra felags básinum hjá bygdunum í Norðurnoregi, Nordkapp á altjóða oljumessuni í Stavanger herfyri. Millum nordkappbúgvarnar har var eisini ein føroyingur, Kristina S. Hansen úr Runavík. Hon var heldur ikki hvør sum helst. Hon umboðaði nýggju heimbygd sína, Honningsvåg, sum liggur í Nordkapp kommunu, ið er tann norðasta í Noregi við útsýni móti tí risastóra Barentshavinum. Kristina ikki bert umboðaði bygdina og kommununa, men er eisini borgarstjóri har við ábyrgd av 3200 sálum. Smílandi Hon er sera fryntlig og smílandi, og við eini sjarmerandi blanding av føroyskum og syngjandi norðurnorskari dialekt greiður hon blaðmanninum úr Miðlahúsinum í Havn frá síni lívsleið, og hví hon stendur á einum oljubási á altjóða oljumessu. Hon er dóttur Svanhild og Sigurð Hansen í Runavík og fór til Noregs fyri 22 árum síðani, árskiftið 88-89, eftir at hon tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1987. Kristina hevur eina dóttur, Sigrid, sum er 20 ára gomul. Men hvussu bar tað til, at hon fór upp í politikk: –Eg komi úr einum heimi, har politikkur var ein náttúrligur partur av gerandisdegnum, so man kann siga, at eg fekk politikkin inn við móðurmjólkini. Hon varð vald til borgarstjóra fyri Arbeiðaraflokkin í 2007 og sigur seg trívast sera væl í hesum yrki í Norra. Hon hevur somu trupulleikar at dragast við í sínum politiska arbeiði sum allar aðrar smábygdir í útjaðaranum í Europa eins og í Føroyum, og tað er at steðga fráflyting, og tað gerst ma. við at útvega íbúgvunum arbeiði. -Og tað er nettupp ein orsøkin til, at eg og onnur fólk úr Nordkapp eru við her á oljumessuni fyri at vísa á teir møguleikar, sum eru her hjá eini komandi oljuvinnu í økinum. Olja og gass Olja og gass er longu funnið í Barentshavinum út fyri Norðurnoreg, og roknað verður við, at her fer at verða nógv virksemi í framtíðini orsakað av olju- og gassleiting og síðani framleiðslu. Norðurnorra fer at verða vent upp og niður av hesum útviklingi roknar Kristina við. Samtíðis er økið sera ríkt uppá nógv annað tilfeingi so sum fisk, vind og alt, sum hevur við orku at gera. -So her eru nógvir møguleikar í Norðurnoregi í framtíðini, og tað ger tað ikki minni spennandi fyri ein ungan kvinnuligan borgarstjóra í økinum leggur Kristina aftrat. -Vit satsa uppá tað maritima virksemið. Her er ein góð havn, og vit hava ein sjómansskúla í bygdini eisini. Kunnu vit so eisini fáa lut í eini komandi oljuvinnu, so fer tað vónandi at gerast enn meira liviligt her norðuri. -So tú verður verandi her í Noregi? -Eingin kann spáa um framtíðina, so man veit ikki, hvat lívið hevur at bjóða, og eg eri ung enn sigur Kristina úr Runavík, sum aftur fer at svara spurningum frá teimum mongu vitjandi á oljumessuni. Hon hevur tó ikki slept Føroyum úr sínum hugaheimi. Leiðin gongur heimaftur á klettarnar á hvørjum ári. Miðlahúsið ynskir henni góða eydnu. orð og myndIr: Jan Müller útIsetIn Kristina úr Runavík borgarstjóri á Nordkapp Hon Hevur ábyrgdina av 3200 sálum í norðastu kommunu í europa og sær komandi oljuvinnuna í BarentsHavinum sum eina positiva avBjóðing Kristina um lívið á Nordkapp -Mær dámar væl her norðuri og havi sjálvandi upp gjøgnum árini fingið nógv vinfólk og havi eisini eitt stórt netverk. Men tað er kortini eisini onkuntíð saknur ikki hava mína nærmastu familju nærri og/ella vera nærri teimum - tá ið tað hendur okkurt - gaman ella álvara - so er tað nakað langt ímillum. Hinvegin er verðin vorðin minni, tað er skjótt at ferðast í dag, og eg eri heima í Føroyum so at siga á hvørjum ári. Eg plagi at siga við mammu, sum er úr Funningsfirði, at tað er ikki longur hjá mær at koma heim í dag enn hon hevði, tá hon, sum nýgift á Nesi, skuldi ferðast til síni foreldur síðst í 50-unum. Nærmasta familjan her er ein beiggi, sum býr i Vadsø, men tað eru nakrir tímar millum Vadsø og Honningsvåg. Finnmørkin við sínum 70.000 íbúgvum hevur eitt størri areal enn Danmark. Samanumtikið dámar mær væl, og eg havi tað gott her. Ì Føroyum plaga tey at undrast yvir, at man trívist "norðuri í myrkrinum", sum tey siga. Eg plagi at svara, at tað er líka nógv ljóst - tíðin við midnáttarsól er líka lang sum tíðin við ongari sól. Lyndið á fólkinum her lýkist nógv tí føroyska, man hevur livað av havinum og man livur av havinum - sum í Føroyum - og tað merkir fólkið her. Livikor hevur skapt og skapar fólk. Ein smílandi og fryntlig Kristina S. Hansen, borgastjóri í Honningsvåg vitjar Westvard Ho í Stavanger