Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. september · Nr. 138 8 Sosialurin www.provita.fo KREA . tel 60 80 80 Røðari verður Bernardette Goulding, ið starvast hjá felagsskapinum Rachel´s Vineyard í Írlandi. Hon fekk sjálv fosturtøku framda og kennir pínuna, skommina, skuldarkensluna og sjálvfordømingina, ið henda gerð gevur. · Við fosturtøku gevst eitt hjarta at sláa, og eitt annað brestur, sigur Bernardette Goulding. · Tað er trupult hjá kvinnum, sum hava fingið fosturtøku framda, at syrgja sítt mista barn. Tá er einki lík, eingin jarðarferð, eingin grøv, eingir vinir og eingin familja at hjálpa tær at syrgja. · Ein kvinna segði mær: “Hvussu kann eg syrgja eitt barn, hvørs lív eg havi endað? Tá eg valdi at fáa fosturtøku, gav eg tá ikki rættin til at syrgja frá mær?” · Hesar kvinnur, sum hava valt fostur- tøku, eru okkara døtur, konur, skyldfólk og vinir. Ov ofta bera tær eitt fjalt sár í hjartanum, sum opnast aftur, hvørja ferð tær hoyra eitt pinkubarn gráta, síggja eina kvinnu við barn ella hoyra fosturtøku nevnda. · Ein og hvør fosturtøka er eitt andlát í familjuni. Aftan á andlát tørvar tær at syrgja. Við fosturtøku hevur tú ikki loyvi at syrgja. TANN FJALDA SORGIN ÚTSETTI EVNISDAGURIN: VERÐUR LEYGARDAGIN 2. OKTOBER 2010 FRÁ KL. 13 TIL 16 Á PANORAMA Á HOTEL HAFNIA Øll áhugað eru vælkomin! Fá meira at vita á www.rachelsvineyard.org og www.provita.fo