Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-09-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. september 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 27. september · Nr. 138 Sosialurin Randi Jacobsen Tíðin er farin frá post hús­ un um, soleiðis sum tey vóru. Bara fá fólk hava longur ørindi á posthúsinum, tí rokn ingar verða rindaðar antin í peningsstovunum ella gjøgnum internetið. Frí­ merki og brævbjálvar verða avgreidd í handlum, sum hava leingi opið. Og pakkar, ið áður vórðu heintaðir á posthúsinum, verða í dag koyrdir til dyrn­ ar hjá móttakaranum. Har­ aftur at økjast sjálv greiðslu­ møguleikarnir, eins og vit síggja tað uttanlands, tí kund in í dag vil hava sínar send ingar, tá tað passar hon­ um. Nógv harmaljóð vóru at hoyra, tá ið Posta fór undir at lata posthús aftur og stytta um avgreiðslutíðir, men nú mótmælir eingin, tí folk flest í bygdunum við posthúsi halda seg hava fingið nógv betri tænastu við koyrandi posttænastuni hjá Posta. Nú hevur leisðlan tikið avgerðina um á nýggjári­ num at lata aftur 13 av post­ húsunum, sum eftir eru í landinum. Posthúsini óneyðug – Fram til 2015 skulu sjey post hús verða, tí tað sigur postlógin, men p0sthúsini eru ikki neyðug longur, sigur Sofus Clementsen, sum ikki ivast í, at øll posthúsini í verandi líki fara at hvørva. Posthúsini, sum lata aft ur á nýggjárinum eru á Eiði, í Fuglafirði, í Gøtu, í Hvalba, í Kollafirði, í Leir­ vík, í Sandavági, í Skopun, á Strondum, í Sørvági, á Toft­ um, í Vági og í Vest manna. Betri tænasta Sofus Clementsen heldur, at tey, sum í staðin fyri posthús, fara at brúka koyrandi post­ tænastuna, fáa nógv betri tænastu. Nógvastaðni eru post húsini bara opin nakrar fáar tímar um dagin. Koyr­ andi tænastan virkar millum klokkan átta á morgni til klokkan 21. Tað er bara at ringja, so kemur bilurin við ella eftir postinum. Bila­ tænastan avgreiðir eisini eitt nú ALS­kortini. Postastjórin er ikki bangin fyri, at Posta við hesum grev­ ur sína egnu grøv. Mobilu tænastuni verður framyvir tørvur á, og Posta liggur eisini framvið at fáa aðrar tæn astur frá tí almennu við­ víkjandi útkoyring til borg­ ararnar. Selja posthús Tá ið posthúsini lata aftur, verða fýra ella fimm størv niðurløgd. Tað eru ikki fleiri, tí summi postfólk arbeiða á fleiri posthúsum. Fólkini, sum sita í størv­ un um, ið verða løgd niður, kunnu søkja onnur størv í Posta. Posta eigur bara nøkur fá av posthúsunum, ið lata aftur. Hini eru øll í leigaðum hølum. Í næstu viku verður post­ húsið á Eiði lýst til sølu, men støða er enn ikki tikin til, hvørjar av hinum ognunum Posta kann vera fyriuttan. Randi Jacobsen Á heystframsýningini, sum er á skipasmiðjuni í Havn nú, hevur lista­ málarin Torbjørn Olsen tveir málningar við religiøsum motivi. Annar er av krossfesta Jesusi og hon av Jesusi og læru­ sveinum hansara. – Hasar havi eg gjørt undir fyrireikingunum til eina altartalvu, sum eg skal mála, sigur Tor­ bjørn Olsen. Kirkjan, sum skal hava nýggja altartalvu, er í Snejbjerg uttan fyri Herning í Danmark. Kirkjan her nokkso sermerkt. Elsti parturin er frá umleið 1200. Snejbjerg kirkja hevur eina gamla rammu, sum skal prýða talvuna. Randi Jacobsen Her eru góð tíðindi til roykjarar, sum balla og roykja tubakkið Samson: Samson verður nú aftur at fáa. Roykjarar eu vana­ bund nir og halda seg til sama tubbakk, og tí komu fleiri fólk í dýrastu neyð, tá ið handlar og kioskir vóru útseldir fyri Samson. Sum skilst hava bæði handlar og heilsølan ver­ ið kimað niður av fólki, sum hava spurt eftir Sam son. Poul Hansens heilsøla upplýsir, at Samson verð ur aftur at fáa heilt skjótt, kanska longu í hesi vikuni. Tubakkið hev ur verið útselt or­ sakað av umlegging á verksmiðjuni. Torbjørn málar altartalvu Listamálarin Torbjørn Olsen hevur fingið sum uppgávu at mála altartalvu til eina elligamla kirkju í Danmark Samson kemur aftur Í næstu viku væntar Poul Hansens Heilsølu aftur at fáa Samson-tubakkið, sum vegna umleggingar á verksmiðjuni ikki hevur verið at fingið í longri tíð Øll posthúsini hvørva Fram til 2015 noyðist Posta at varðveita sjey posthús, men posthús í verandi liki eru ikki neyðug longur, sigur Sofus Clementsen, stjóri í Posta Postusið í Runavík letur ikki aftur í hesum umfarinum, men um nøkur ár verða eingi posthús í verandi líki eftir Nógvir føroyingar kunnu ikki vera fyri uttan ballið í kinnklovanum Randi Jacobsen Alt gekk sum eftir ánni, tá fólk sunnumorgunin fóru til Mykinesar til minningarhaldið yvir tey átta fólkini, sum lótu lív í flogvanlukkuni har fyri 40 árum síðan. Tey 120 fólkini fóru ið tveimum bátum og við tyrlu út í Mykines, har minngarplátan varð sett upp, og røður vórðu hildnar. Fyrireikingarbólkurin var samansettur av einum umboði fyri hvørja familju, sum misti. Ein teirra var Steintór Jacobsen. ­ Men tað var mamma, sum kom við hugskotinum. Seinasta vetur kallaði hon okkum systkin ein dag saman og segði, hvussu løgið hon helt tað vera, at einki varð gjørt, sigur Steintór Jacobsen. 91 ára gamla mamma hansara, Bina Rasmussen var við í Mykinesi sunnudagin. Tey fægstu av teimum, sum vóru við til haldið, høvdu verið á vanlukkustaðnum áður. Tey 120 fólkini høvdu øll okkurt við hendingina at gera. Antin vóru tey við flogfarinum, høvdu mist onkran ella verið við til bjargingina. Tá í tíðini var einki, sum æt sálarlig kreppuhjálp, og myndugleikar dugdu ikki so væl at handfara kunningina. ­ Nógv hava tí sitið inni við óvaraðum spurningum, og nú fingu tey í hvussu er høvi til at seta hvør øðrum spurningar, sigur Steintór Jacobsen. Fólk við felags lagnu hittust Fyri fyrstu ferð síðan flogvanlukkuna í Mykinesi fyri 40 árum síðan, fingu avvarðandi høvi at seta spurningar